Løgtingið viðger eitt løgtingslógaruppskot um at minka útgjaldið til arbeiðsleys og at innføra 10 karensdagar .
Í tinginum er upplýst, at uppskotið er gjørt við støði í uppskoti frá stýrinum fyri ALS.
Hetta hevur fingið Jenis av Rana, formann Miðfloksins fakfeløgini, hvussu tey sum
fakfeløg grundgeva fyri tí støðu, tey hava tikið í stýrinum fyri ALS, og tí semju, tey hava gjørt við hinar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
- Um fáar dagar skal atkvøðast í Løgtinginum, so gott hevði verið at fingið svar tykkara skjótast til ber, sigur Jenis av Rana í spurningi sínum til fakfeløgini.