Russiski trolarin Topaz, sum sendi út neyðarkall um 4-tíðina í gjár, sakk skjótt aftaná at ein botventilur fór at leka. Tveir av manningini vóðu fluttir við tyrlu á sjúkrahús í Ny Aalesund, tí teir vór so illa fyri, men teir hava tað gott nú, skrivar Fiskaren.
Skiparin, sum var seinasti maður av skipinum, er sjólátin - helst av nógva kuldanum í sjónum.
Hinir 16 av manningini, sum eru umborð á einum russiskum trolara, koma inn í Hammerfest í kvøld.
Tað vóru fleiri russiskir trolarar á leiðini við Bjarnoynna, tá Topaz sakk.