Føroyingar misnýttu gyltar møguleikar

Serbar løgdu seg á odda 1-0 beint fyri hálvleikssteðgin, men í grundini kundu Føroyar tað sama verið á odda tá. Fleiri ferðir spældu Føroyar seg í góðar støður í mótálopum og áttu í grundini at havt skora meira enn eina ferð.

 

Í seinna hálvleiki sótu serbar meira á dystinum, og eftir at teir øktu til 2-0, hóttu føroyingar ikki so nógv, sum teir høvdu gjørt.

 

Avrikið hjá føroyska liðnum var gott, men Føroyar áttu at havt fingið meira burtur úr teimum gyltu kjansunum, sum liðið spældi seg til