Verksmiðjuskipið Norðborg er á veg til lands við fullari last, sum verður løgd upp í Ánunum í vikuskiftinum.
- Norðborg hevur sett kós móti landi. Ttað er av fagrasta veðri eystanfyri, varð sagt, tá heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen tosaði við skiparan í kvøld.
Teir arbeiða nú tað seinasta undan, áðrenn skipið í morgin kemur á Fuglafjørð at bunkra. Leygarkvøldið er ætlanin at byrja at landa í Ánunum.
- Makrelkvotan er so gott sum uppfiskað, og tí verður farið á sildaveiði komandi túr, sum ætlandi byrjar mánadagin, skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.
Myndina tók Dávur Winther.