Uni Holm Johannesen, tí hann er farin í starv sum ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Barbara Holm, tí hon fer at royna aðrar leiðir.
Tey hava bæði áður starvast hjá okkum í Miðlahúsinum.
– Men tað er eingin dramatikkur um uppsøgnina, sigur Barbara Holm:
– Kringvarpið er eitt gott arbeiðspláss og ein ófatiliga umráðandi stovnur í okkara fólkaræði. Tíðin er bara tann rætta hjá mær persónliga at royna okkurt annað. Tó fari eg helst framhaldandi at arbeiða við journalistikki so ella so, sigur hon í stuttari viðmerking.










