Tað er gott fótbóltslag á Toftum. B68 hevur í dag vunnið 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað eydnaðist B68 at fáa fulla úrtøku á heimavølli.
Einsamalla málið skoraði Jann Ingi Petersen við brotssparki, tá ið tríggir minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki.
Dómarin peikaði á brotssparksblettin, tí hann metti, at Kristian Anton Andreasen var togaður niður í brotsteiginum.
Í 2. hálvleiki royndi Víkingur at leggja trýst á, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Peturi Meinhard Magnussen, sum í dag vardi B68 málið.










