Roynd at fría gíslarnar miseydnaðist

Hermenn hjá myndugleikunum í somaliska landspartinum Puntland gjørdu í dag eina roynd at fría sjey danir frá sjórænarum, men royndin miseydnaðist. Keldur hjá danska kringvarpinum vátta, at hermenn hjá Puntland-stjórnini vóru í bardaga við sjórænarar, og at fleiri lógu eftirá.

Teir sjey donsku gíslarnir vóru kortini ikki har, sum bardagarnir vóru, og keldurnar hjá DR siga, at gíslarnir hava tað eftir umstøðunum gott.

Keldur í Puntland siga, at teir donsku myndugleikarnir vórðu ikki kunnaðir um álopið á sjórænararnar, og uttanríkisráðið í Keypmannahavn vil heldur ikki gera nakra viðmerking til tíðindini.