til Aberdeen og økir um ferðsluna til Keypmannahavnar fram móti jólum. Í tíðindaskrivi sigur Atlantsflog, at flúgvingin, til Aberdeen, sum ætlandi skuldi leggjast niður, fer at halda fram til 11. december [...] Aberdeen hóskvøld og koma heim aftur mánamorgun. Eisini til Keypmannahavnar fer Atlantsflog at økja um flúgvingina hetta fram móti jólum. Ferðslan til Danmarkar er støðugt økt í ár, og við teimum tilboðunum [...] varð við, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tvær nýggjar fráferðir til keypmannahavnar verða tí hóskvøld og sunnukvøld klokkan 17.30, sigur Atlantsflog. Eyka flogførini fara at flúgva í tíðarskeiðnum frá 29
7-6. Men Hallur ressaðist aftur, og vann settið 10-8 Í fjórða setti var koppaði dysturin aftur og fram. Fróði lá væl fyri við støðuni 8-4, men Hallur vendi gongdini og vann settið 10-12. Sostatt tørvaði [...] Fróði gongdini og vann settið 11-9 Í øðrum setti hevndi Hallur seg og vann tað greitt, 11-4 Í triða setti legði Hallur best út. Hann legði seg á odda 5-0, men Fróði gjørdi dystin spennandi og megnaði at leggja [...] føroyameistari. Men hesum loyvdi Fróði ikki. Í fimta setti var Fróði greitt við yvirlutan, og vann tað 11-6. Fróði helt fram í sætta setti. Her var miðskeiðis í settinum 7-7, men Fróði megnaði at avgera við støðuni
leiðini ikki kann halda fram, soleiðis sum hon gongur fyri seg í løtuni, tí veiðan er ikki burðardygg. - Vit hava tikið stig til, at veiðitrýstið skal gerast burðardygt í Nuuk-fjørðinum, og hetta verður gjørt [...] í 2017/ 2018. Tað merkir, at vektin á fiskinum eisini er minkað úr 1,5 kilo fyri hvønn svartkalva og niður í 900 gram. Í grønlendska fiskimálaráðnum halda tey, at orsøkin til, at fiskurin er minkaður [...] m árini 1960 til 1988, er talan um 405 tons um árið. Árini 1989 til 2009 var miðalveiðan 50 tons – og árini 2010 til 2018 var miðalveiðan 810 tons. Í svarinum, sum www.sermitsiaq.ag endurgevur burtur úr
fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg, og støð, sum eru verd at vitja. Við hepni hava Uni og Lis givið lærarum vitan og amboð at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. [...] Í Námi og úti í náttúruni hava Uni Árting, jarðfrøðingur og Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, sum bæði starvast á Jarðfeingi, havt tvey kveikjandi og fultteknaði skeið um grót og steinar [...] sum inniheldur kort og frágreiðingar, grót- og steinsløg og uppskot til áhugaverd støð at vitja í føroysku náttúruni. Savnið, sum skúlar kunnu keypa frá Jarðfeingi, verður sýnt fram í Námi.
vitjanina hjá Obama í Suðurafrika komu fram fyri fyrrverandi afrikanska forsetan, skal hann hava sýnt tekn um gleði, sambært dóttrini. Sambært dóttrini, læt Mandela eyguni upp og smíltist, tá han fekk at vita um [...] Barack Obama kemur á almenna vitjan og hevur sum so einki við Nelson Mandela at gera. Tað er lítið sannlíkt, at Obama fer at vitja Mandela, men um familjan setur fram ynski um tað, fer Obama fegin at vitja [...] at hava samrøður við Jacob Zuma, forseta, og saman við konuni, Michelle, fer Obama eisini at vitja Soweto. Obama, forseti, kemur til Suðurafrika fríggjadagin og fer avstað aftur sunnudagin.
2010, at kortnýtslan er lítil í januar og februar, fyri síðan aftur at vaksa støðugt fram móti sumrinum. Síðan er hon minkandi út á heystið og veksur so aftur fram í móti jólum. Nýtslan er nógv størst í [...] Men føroysku peningastovnarnir og Elektron gjørt avtalu um at miðsavna hagtølini hjá Elektron, sum síðan leggur tey út á heimasíðuni. Tølini fyri nýtsluna av Visa/Dankort og Dankort fyri alt árið 2011 eru [...] so hesi kunnu gerast partur av samlaða hagtalsyvirlitinum. Dankortið og Visa/Dankortið er tó nógv mest nýtta kortið í Føroyum, og við at almannakunngera nýtsluhagtølini fyri hesi gjaldskort, fæst ein
lítið av fólki í býnum og tað hevur verið bæði stilt og friðarligt. Tað sigur løgreglan, nú leygarnáttin er farin aftur um. Seinasta vikuskifti var rættiliga nógv fólk í býnum og tá varð víst á, at kor [...] støðuna, tí tilmælini um koronu vórðu ikki hildin og í gjár ávaraði ráðgevarin í koronu, Pál Weihe, um støðuna, tí hann førdi fram, at tað, sum fór fram seinasta vikuskifti skuldi helst ikki endurtaka seg [...] hetta vikuskifti, tí løgreglan sigur, at tað var lítið fólk í býnum. Í norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggar metti løgreglan, at eini 70 fólk vóru inni á skeinkistøðunum, tilsamans, Eftir seinasta
skránna fram, ið hevur høvuðsyvirskriftina Fólkið Fyrst og Fremst. Tjóðveldi í Suðurstreymoy hevur 11 mál á skránni, ið tey vilja fremja. Av teimum 11 eru trý økir, sum framsøgufólkini løgdu fram sum høvuðsmál: [...] høvuðsmál: Heimatænasta, dagstovnar og bústaðir. Jógvan Arge, Marin Katrin Frýdal og Jákup Dam søgdu, at heimatænastan og dagstovnaøkið skuldi uppraðfestast við 10 mió. í part. Peningurin skal nýtast til [...] almennar og kommunalar partar og eini meira miðvísari planlegging. Avvarðandi myndugleikar eru t.d. Bústaðir, ið umboðar tað almenna. Lagt verður eftir at kunna veita bíligari grundstykkir og eina meira
styrkisbólkarnar, har lond sum Ongland, Danmark og kanska Írland kunnu roknast við at fylla Tórsvøll ella Svangaskarð. Hinvegin er spurningurinn, um Russland, Rumenia og Bosnia-Herzegovina kunnu fylla Gundadal [...] at gera sær dælt av altjóða góðkenningini, sum bæði undirlag og stadion hjá høvuðsstaðarfeløgunum nú hava fingið. Lutakastið fer soleiðis fram, at níggju bólkar verða drignir. Í seks av hesum eru seks lið [...] bólkunum bara telja fimm lið. Hetta fyri at fáa matematisku kabalina at ganga upp. Lutakastið fer fram í pólverska høvuðsstaðnum, Warszava, sunnudagin klokkan 11 okkara tíð. Fyri FSF eru Høgni í Stórustovu
føroyskur dansur verið á skránni, og í gjár var eisini ein lítil dansiframsýning, har føroysku dansararnir vístu fram føroysk dansispøl. Dansispølini, sum nólsoyingar vanliga sýna fram, eru Sandoyardansur, Gamla [...] Leygardagin høvdu føroyingarnir eina undirvísing í føroyskum dansi, og tað møttu einir 60 íslendingar upp til hesa undirvísingina. Og tað sigur rættiliga nógv tá hugsað verður um, at tað einans búgva 550 [...] Bænadiktson, Hr. Sinklar og so nakrar av stuttu vísunum, so sum Føroyingar, sum her nú koma saman. Serliga Ormurin Langi var væl umtóktur, tí Týr hevur gjørt kvæðið kent víða um lond, og tí dugdu íslendingar