Atlantsflog leingir flúgvingina til Aberdeen og økir um ferðsluna til Keypmannahavnar fram móti jólum.
Í tíðindaskrivi sigur Atlantsflog, at flúgvingin, til Aberdeen, sum ætlandi skuldi leggjast niður, fer at halda fram til 11. december. Tað er eftir ynski frá ferðafólkum, sum eftir øllum at døma hava tikið rutuna til sín.
Tað fer nú at bera til at flúgva til Aberdeen hóskvøld og koma heim aftur mánamorgun.
Eisini til Keypmannahavnar fer Atlantsflog at økja um flúgvingina hetta fram móti jólum.
Ferðslan til Danmarkar er støðugt økt í ár, og við teimum tilboðunum, um bíligar ferðir í november, sum Atlantsflog hevur boðið viðskiftafólki sínum, er eftirspurningurin vorðin væl størri, enn roknað varð við, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Tvær nýggjar fráferðir til keypmannahavnar verða tí hóskvøld og sunnukvøld klokkan 17.30, sigur Atlantsflog.
Eyka flogførini fara at flúgva í tíðarskeiðnum frá 29. oktober til 11. decermber.