Sitandi býráðslimir hjá Tjóðveldi løgdu skránna fram, ið hevur høvuðsyvirskriftina Fólkið Fyrst og Fremst.
Tjóðveldi í Suðurstreymoy hevur 11 mál á skránni, ið tey vilja fremja. Av teimum 11 eru trý økir, sum framsøgufólkini løgdu fram sum høvuðsmál: Heimatænasta, dagstovnar og bústaðir.
Jógvan Arge, Marin Katrin Frýdal og Jákup Dam søgdu, at heimatænastan og dagstovnaøkið skuldi uppraðfestast við 10 mió. í part.
Peningurin skal nýtast til ávikavíst at styrkja heimatænastuna og hækka normering við hálvum tíma pr. barn á dagstovnum.
Um fíggingina av teimum tilsamans 20 mió., sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri, at hon fæst til vega frá hækkandi skattainntøkum. Í tí sambandi leggur hann afturat, at flokkurin tískil vil raðfesta tænastur hægri enn skattalættar.
Bíligar bústaðir skulu byggjast. Her verður hugsað um alt frá eldraíbúðum til famljur til ungdóm.
Skotið bleiv upp, at málið skal loysast í samráð við avvarðandi almennar myndugleikar. Tað skal gerast við samráðingum millum almennar og kommunalar partar og eini meira miðvísari planlegging. Avvarðandi myndugleikar eru t.d. Bústaðir, ið umboðar tað almenna.
Lagt verður eftir at kunna veita bíligari grundstykkir og eina meira fjøltáttaðari bygging.
Spurningurin um fígging av bíligum bústøðum bleiv ikki svaraður. Talan er tó ikki um, at kommunum skal veita beinleiðis stuðul. Tað kann bert landið gera.
Tjóðveldi hevur í løtuni tríggjar valdar limir í býráðnum í Tórshavnar kommunu. 17 fólk eru uppstillaði á listanum.
Leinkja til valskránna er viðheft niðanfyri.