Langt millum ynskidreym og marru

Sunnudagin verður lutur kastaður um, hvussu spælast skal til komandi EM-undankappingina í fótbólti. Og eingin ivi er um, at spenningurin í fótbóltssambandinum er øgiligur, nú londini skulu dragast úr pottinum

Fótbóltur

Tað er nevnliga stórur munur á útlitunum fyri pengakassan í FSF, um mótstøðuliðini úr ovasta styrkisbólki eita eitt nú Ongland ella Russland.
Sama søgan er galdandi fyri í øllum førum teir tríggjar ovastu styrkisbólkarnar, har lond sum Ongland, Danmark og kanska Írland kunnu roknast við at fylla Tórsvøll ella Svangaskarð.
Hinvegin er spurningurinn, um Russland, Rumenia og Bosnia-Herzegovina kunnu fylla Gundadal, sum jú eisini kann nýtast, um FSF ynskir at gera sær dælt av altjóða góðkenningini, sum bæði undirlag og stadion hjá høvuðsstaðarfeløgunum nú hava fingið.
Lutakastið fer soleiðis fram, at níggju bólkar verða drignir. Í seks av hesum eru seks lið, meðan fimm av bólkunum bara telja fimm lið. Hetta fyri at fáa matematisku kabalina at ganga upp.
Lutakastið fer fram í pólverska høvuðsstaðnum, Warszava, sunnudagin klokkan 11 okkara tíð. Fyri FSF eru Høgni í Stórustovu, forseti, Brian Kerr, landsliðsvenjari, Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini, og Virgar Hvidbroe, aðalskrivari, við á ferðini.

---

Fakta
Soleiðis eru liðini styrkismett

Bólkur 1: Spania, Týskland, Holland, Italia, England, Kroatia, Portugal, Frakland, Russland
Bólkur 2: Grikkaland, Tjekkia, Svøríki, Sveis, Serbia, Turkaland, Danmark, Slovakia, Romenia
Bólkur 3: Ísrael, Bulgaria, Finland, Noreg, Írland, Skotland, Norður Írland, Eysturríki, Bosnia-Herzegovina
Bólkur 4: Slovenia, Letland, Ungarn, Litava, Hvítarussland, Belgia, Wales, Makedonia, Kypros
Bólkur 5: Montenegro, Albania, Estland, Georgia, Moldova, Ísland, Armenia, Kazakhstan, Liechtenstein
Bólkur 6: Azerbaijan, Luxembourg, Malta, Føroyar, Andorra, San Marino