Grót og steinar í Føroyum

– Í Námi og úti í náttúr­u­ni hava Uni Ár­ting, jarðfrøðingur og Lis Morten­sen, nátt­úru­landa­­frøð­ingur, sum bæði starvast á Jarðfeingi, havt tvey kveikjandi og fult­teknaði skeið um grót og steinar í Føroyum.
Tað skrivar Nám í tíðindaskrivi.
Fyrra dagin varð undir­víst um føroysku jarð­frøðina. Við nýggja før­oyska skúlasavninum, sum Uni sýnir fram á myndini, lærdu skeiðsluttakararnir at eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg. Seinna dagin varð farið út at royna tað sama í føroysku náttúruni. Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru føroyska fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg, og støð, sum eru verd at vitja.
Við hepni hava Uni og Lis givið lærarum vitan og am­boð at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. Skeiðs­lut­takarar eru samdir um, at hetta hevur verið gjørt á ein spennandi og øðrvísi hátt við lutum, a­m­boðum, skrivligum til­fari, myndum og ikki minst upplivingum úti.
Skeiðið um grót og steinar í Føroyum tekur støði í nýggja skúla­savni­num, sum sæst á myndini. Jarð­feingi hevur gjørt til­farið, sum inniheldur kort og frágreiðingar, grót- og steins­løg og uppskot til áhuga­verd støð at vitja í føroysku náttúruni. Savn­ið, sum skúlar kunnu keypa frá Jarðfeingi, verð­ur sýnt fram í Námi.