Síðan 2010 er miðalstøddin av svartkalva, sum er veiddur í Nuuk-fjørðinum, minkað úr 56 sentimetrum niður í umleið 48 sentimetrar í 2017/ 2018. Tað merkir, at vektin á fiskinum eisini er minkað úr 1,5 kilo fyri hvønn svartkalva og niður í 900 gram.
Í grønlendska fiskimálaráðnum halda tey, at orsøkin til, at fiskurin er minkaður so nógv í stødd, er, at veiðitrýstið á svartkalvastovnin í Nuuk-fjørðinum er ov stórt. Hetta framgongur í einum svari hjá grønlendska fiskimálaráðharranum upp á ein fyrispurning hjá landstingslimi.
Hyggja vit eftir miðalveiðini av svartkalva, sum er veidd í Nuuk-fjørðinum árini 1960 til 1988, er talan um 405 tons um árið. Árini 1989 til 2009 var miðalveiðan 50 tons – og árini 2010 til 2018 var miðalveiðan 810 tons.
Í svarinum, sum www.sermitsiaq.ag endurgevur burtur úr, framgongur, at tað serliga er seinastu fimm árini, at trýstið á svartkalvastovnin í Nuuk-fjørðinum hevur verið serliga stórt. Árini 2013 til 2018 var miðalveiðan nevniliga heili 1.100 tons um árið.
Landsstýrismaðurin heldur, at stóra svartkalvaveiðan á leiðini ikki kann halda fram, soleiðis sum hon gongur fyri seg í løtuni, tí veiðan er ikki burðardygg.
- Vit hava tikið stig til, at veiðitrýstið skal gerast burðardygt í Nuuk-fjørðinum, og hetta verður gjørt við at skipa eitt nýtt umsitingarøki. Tiltøkini skulu tryggja, at fiskiskapurin fer fram á burðardyggan hátt, sigur landsstýrismaðurin.









