Tá føroysku peningastovnarnir fluttu stóran part av teirra kt-skipanum til SDC í 2010, broyttust fyritreytirnar fyri at gera hagtøl fyri nýtslu av gjaldskortum hjá føroysku brúkarunum munandi.
Men føroysku peningastovnarnir og Elektron gjørt avtalu um at miðsavna hagtølini hjá Elektron, sum síðan leggur tey út á heimasíðuni.
Tølini fyri nýtsluna av Visa/Dankort og Dankort fyri alt árið 2011 eru nú tøk. Arbeitt verður í løtuni víðari við at miðsavna MasterCard nýtsluna, so hesi kunnu gerast partur av samlaða hagtalsyvirlitinum.
Dankortið og Visa/Dankortið er tó nógv mest nýtta kortið í Føroyum, og við at almannakunngera nýtsluhagtølini fyri hesi gjaldskort, fæst ein rættiliga rættvísandi mynd av kortnýtsluni í Føroyum 2011.
Vit síggja út frá tølunum fyri 2010, at kortnýtslan er lítil í januar og februar, fyri síðan aftur at vaksa støðugt fram móti sumrinum. Síðan er hon minkandi út á heystið og veksur so aftur fram í móti jólum. Nýtslan er nógv størst í jólamánaðinum, bæði hvat viðvíkur tal av keypum og upphædd pr. keyp.
Føroyingar nýta í dag í stóran mun gjaldskortið at gjalda allar dagligar brúkssvørur við.
Nógva nýtslan við gjaldskortum um summarið - bæði í Føroyum, í ríkinum og uttanfyri danska ríkið - hongur ivaleyst saman við ferðahugi og húsaviðlíkahaldi hjá føroyingum og frá útisetum/dønum, ið nýta síni Dankort/VisaDankort á vitjan teirra í Føroyum.










