Borðtennis: Fróði vendi dystinum og gjørdist føroyameistari

Eftir at hava verið aftanfyri 3-1 í settum, vendi Fróði Fríðason Jensen dystinum, og vann 4-3

Finalan fyri einstaklingar hjá monnum í borðtennis gjørdist minnilig.

Í einum sera spennandi dysti hittust Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson.

Hesir báðir høvdu fyrr um dagin vunnið gull í tvímansleiki, men nú stóða teir á hvør sínari síðu.

 

Í fyrsta setti hevði Fróði hug at vera á odda, men eftir støðuna 9-7 til Hall, vendi Fróði gongdini og vann settið 11-9

 

Í øðrum setti hevndi Hallur seg og vann tað greitt, 11-4

 

Í triða setti legði Hallur best út. Hann legði seg á odda 5-0, men Fróði gjørdi dystin spennandi og megnaði at leggja seg á odda 7-6.

Men Hallur ressaðist aftur, og vann settið 10-8

 

Í fjórða setti var koppaði dysturin aftur og fram. Fróði lá væl fyri við støðuni 8-4, men Hallur vendi gongdini og vann settið 10-12.

Sostatt tørvaði Halli bert eitt sett afturat fyri at gerast føroyameistari.

 

Men hesum loyvdi Fróði ikki.

Í fimta setti var Fróði greitt við yvirlutan, og vann tað 11-6.

 

Fróði helt fram í sætta setti. Her var miðskeiðis í settinum 7-7, men Fróði megnaði at avgera við støðuni 11-8

 

Sostatt skuldu dysturin avgerast í sjeynda settið

Her var fulllgjørdi Fróði kúvendingina og vann settið greitt við 11 stigum móti 4.

 

Sostatt var finalan av, og Fróði Fríðason Jensen gjørdist føroyameistari í minniligu finaluni.