spælstýrandi liðið og nærmast hevði eitt heilt og langt álop á TB-málið. TB lá langt afturi á vøllinum og dúvaði upp á skjótálop, har kvikir mans sum Gilli Sørensen, Poul Ingason og Bojan Timic kundu gera [...] í dystinum og vann TB tískil sín fyrsta dyst í Effodeildini. Og kundi tað verið ein betri dagur enn júst tann dagin, nýggi vøllurin bleiv innvígaður? Við sigrinum lyftir TB seg upp um NSÍ og er á 8. plássið [...] saman at heiðra nýggja vøllinum og stuðla liði sínum. Tað var TB-legendan, Kristian Olsen, sum eftir stutt hátíðarhald undan dystinum sparkaði fyrsta bóltin á nýggja og stásiliga vøllinum. TB á odda
áður sagt, at hann hevur álit á ungu og røsku monnunum á Tvøroyri og har á leið. At talan ikki bara er um orð sást við Stórá sunnudagin. Stigaleysa AB vitjaði, og Hans Fróði hevði fleiri unglingaspælarar [...] eftir hornasparksinnlegg úr vinstru, og eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur aftur og fram í brotsteiginum. Eftir steðgin royndi AB at spenna álopsbogan, og onkra ferðina var tað heitt í TB bro [...] tryggur og setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen og í málið til 2-0 leiðslu. Hetta var trettan minuttir undan dystarenda. Tá kendist tað sum um, at mótið hjá AB um, at tað skuldi bera til, fánaði, og fagnaðurin
lítlan skut aftanfyri Fípuna Føgru. Frá honum og aftur til Firvald og meistararnar umborð á Bliki var lítil og eingin munur. Spógvin, sum legði bragdliga fyri og vann á Norðoyastevnu, var fremstur í aftaru [...] alla tíðina, og á málinum vóru teir ein stóran skut undan Sílinum. - Vit hava gjørt heilt nógv við venjingina upp undir Ólavsøku, og sigurin hesa ferð er sera kærkomin. Silvur í FM kappingini og gull á Ólavsøku [...] Havnar Róðrarfelag og báðar bátarnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Tekla og Fípan Fagra vóru heilt væl við alla tíðina. Tekla endaði á triðja plássinum, bara reingina aftanfyri Sílið, og Fípan Fagra var skutin
móti ÍF (7-1 á heimavølli og 3-3 í Fuglafirði). Hinir hava verið móti teimum trimum, sum endaðu ovast í landskappingini í fjør. EB/Streymur hevur tapt tvær ferðir móti NSÍ og á heimavølli móti HB. Umframt [...] hevur EB/Streymur vunnið tvær ferðir móti B36, tvær ferðir móti Skála og eina ferð móti HB. Sammett við í fjør eru tveir nýggir spælarar á Mølini John Heri Dam og Rafal Kwiecinski. John Heri hevur roynt [...] hevur verið ytstur í høgru, og Leif Niclasen, sum áður hevur spælt millum lítið og einki á besta liðnum, hevur verið ytstur í vinstru. Gert Hansen hevur verið vongverji í høgru og Jóhann á Stongum í vinstru
verjuleikari hjá B71, og hann er úr Póllandi. B71 hevur til hetta kappingarárið fingið nýggjan venjara. Hann er 29 ára gamal og eitur Tom Saintfit. Tom er úr Belgia og hevur fyrr spælt við KÍ og TB í stutta [...] enn at B71 er komið væl frá byrjan, nú tveir dystir eru leiktir í landskappgingini í 2. deild. Í fyrsta dystinum vann liðið á heimavølli móti NSÍ við trimum málum móti ongum, og leygardagin vann B71 2-0 [...] aftur av Sandi, og móti endanum av dystinum vórðu tveir mans riknir av vøllinum. Eftir eitt fríspark vóru Slawomir Radziemski hjá B71 og Høgni Joensen hjá HB áfastir. Dómarin ivaðist ikki og sendi teir báðar
bæði NSÍ og KÍ. Um vit halda fram soleiðis, so eiga vit at vinna stig, og vónandi verður tað longu í dag ímóti B36, sigur Pauli Poulsen. Ímóti KÍ var miðverjin Ndende Adama Guéye ikki á listanum, og veteranurin [...] lætti og fagnaður í B36 leguni, tá ið tað hóskvøldið og í evstu løtu eydnaðist at skora til 1-0 á heimavølli ímóti Suðringum. Burtursæð í trivaliga 3-0 sigrinum á Skála hevur tað gingið striltið hjá B36 at [...] ímóti KÍ, og vit spældu okkum eisini til aðrar møguleikar. Tíverri bar hetta ikki stig við sær, tí hugburðurin var góður, og vit góvu ikki nógvar møguleikar frá okkum. Men smá mistøk verða sektað, og vit vóna
Vestmanna í kvøld, leika kvinnurnar hjá VÍF og GÍ/NSÍ eisini ein landskappingardyst. Uppflytararnir úr Vestmanna hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og enn eru tað bert føroyameistararnir úr Kyndli [...] hevði ognað sær ein sterkan heilaskjálvta og skaða í økslina. Væntandi verður Daniel Rapa klárur at spæla aftur um einar tríggjar vikur. Dysturin millum VÍF og Tjaldrið byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Gongst [...] Kyndli, sum hava megnað at bast teimum, og tað var eisini tepurt. Rumenska Ioana Rapa hevur styrkt munandi um liðið hjá VÍF, og haraftrat er tað eisini ein styrkur, at Jacklyn Durhuus vendi aftur til
í roynd og veru bert fýra stig frá meistaraheitinum, og trý av hesum kunnu røkkast, tá teir sunnudagin spæla ímóti EB/Streymi. Gamaní kann HB eisini gerast meistari longu nú, um bæði KÍ og NSÍ seta stig [...] til um vikuskiftið, men tað er so neyvan nakað, sum tey í HB ganga og rokna við. Har er tað fyrst og fremst egnu dystirnir, sum telja, og hesir skulu spælast, áðrenn nøkur heiðursmerki verða handað, eru [...] hugsa um, er at vit sjálvir kunnu avgera, hvar gullið skal fara, og tað støðuna royna vit at halda fast um. Enn eru tveir dystir eftir, og fyrr enn hesir eru leiktir, kunnu vit ikki rópa okkum fyri nakað
róður, Vágur vann ein róður, og Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur, sum bæði eru í Havnini, vunnu hvør sín róður. Klaksvíkingar vunnu nógv í fjør, og Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í mong ár verið millum [...] var væl eydnaður, og hann var í fleiri av kappingunum rættuliga spennandi. Sammett við á norðoyarstevnu vóru tveir nýggir vinnarar. Teir vóru 6?mannafarið Smyril úr Vági við monnum og nýggja 8?mannafarið [...] hesar manningarnar skulu verða hóttar seinni í summar. Eysturoyingurin og Fípan Fagra við dreingjamanning hava vunnið bæði í Klaksvík og í Runavík. Felags fyri sigrarnar hjá hesum báðum manningunum er, at
ein hálvur tími, og sum skoraði tvey tey síðstu málini. Næstu vikurnar bíða tað TB stórar avbjóðingar. Eftir ferðina norður í Gundadal verður tað NSÍ á heimavølli, B36 í Gundadali og Víkingur við Stórá [...] uppi. Páll Guðlaugsson megnar sera væl at seta okkum upp og at varðveita skipanina á liðnum, og tað verður neyðugt við bæði røttum hugburði og góðum taktiskum skili á útivølli ímóti HB, sigur Patrik Johannesen [...] TB hevur skorað fýra mál, og tvey av teimum hevur Patrik Johannesen, sonur Jón Johannesen, skorað. -HB í Gundadali er stórur biti, men vit hava gott mót, lagið er gott, og vit ætla at halda stimanum uppi