TB venjarin Hans Fróði Hansen hevur áður sagt, at hann hevur álit á ungu og røsku monnunum á Tvøroyri og har á leið. At talan ikki bara er um orð sást við Stórá sunnudagin. Stigaleysa AB vitjaði, og Hans Fróði hevði fleiri unglingaspælarar á liðnum, sum stríddist fyri sigrinum, ið kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdning, tá ið tað seinni í ár fer at verða talt saman.
17 ára gomlu Poul Ingason og Teitur Olsen vóru millum teir fyrstu ellivu, og tá ið veteranurin Dan Mortensen longu í 1. hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum var tað eisini 17 ára gamli Hjalti Vestergaard, sum loysti av.
Tað styrkti um TB fyritreytirnar, tá ið tað longu í 8. minutti eydnaðist at seta hol á. Saman við nevndu ungu monnunum og fleiri øðrum, sum ikki eru nógv meiri enn 20 ára gamlir, eru nakrir superveteranar á TB liðnum.
Ein teirra er skjótt 41 ára gamli Óli Johannesen, sum var brandur í miðverjuni, umframt at hann skoraði fyrra málið. Tað gjørdi hann úr stuttari fjarstøðu eftir hornasparksinnlegg úr vinstru, og eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur aftur og fram í brotsteiginum.
Eftir steðgin royndi AB at spenna álopsbogan, og onkra ferðina var tað heitt í TB brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki AB at fáa hol á, og so gekk tað soleiðis, sum tað so ofta ger í slíkum støðum. Lítið sannførandi AB verjuspæl bar við sær, at bólturin stakk til bretska Nicky, sum hevur verið sagdur at vera málsøkin, men sum higartil ikki hevur skorað mál. Tað gjørdi hann í gjár, tá ið hann var púra tryggur og setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen og í málið til 2-0 leiðslu.
Hetta var trettan minuttir undan dystarenda. Tá kendist tað sum um, at mótið hjá AB um, at tað skuldi bera til, fánaði, og fagnaðurin var stórur millum trúføstu TB stuðlarnar, sum bóru sínar fram til fyrsta sigurin í ár.
Hetta var triðja ferðin á rað, at tað eydnaðist TB at fara av vøllinum, eftir at hava vunnið úrtøku, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað eydnaðist TB at vinna fulla úrtøku.
Hjá AB er ikki so væl vorðið. Síðani uppflytingina síðsta heyst hevur tað ikki eydnast at vinna stig, og tað bøtir ikki um fyritreytirnar, at fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir at verða stuðlar á liðnum, sita skaddir uttanfyri.
Næsti møguleikin hjá AB verður, tá ið NSÍ kemur á Argir at vitja. Næsta avbjóðingin hjá TB verður við Margáir. Í hvussu so er inntil mikukvøldið, tá ið EB/Streymur skal til Klaksvíkar, verður TB røttu megin niðurflytingarstrikuna.