Stríðast fyri at fáa nýggja skipan at rigga

Eyðkent fyri venjingardystirnar hevur verið, at felagsliðið hevur skorað nógv mál, og at mótstøðuliðini eisini hava fingið nógv mál

Høvuðssetningurin hjá EB/Streyma venjaranum, Piotr Krakowski, hevur í venjingardystunum verið at fáa nýggju spælskipanina at rigga. Undanfarnu árini hevur EB/Streymur hildið seg til 4-4-2. Í venjingardystunum hava teir roynt at leggja um til 4-3-3 ella kanska 4-5-1. Tað hevur ikki gingið sum eftir ánni, og tað er meiri enn so komið fyri, at tað hevur verið skift aftur til gomlu spælskipanina.
                      Í teimum tíggju venjingardystunum hevur EB/Streymur vunnið seks ferðir. Tríggjar ferðir hava teir tapt, og eina ferð var javnt. EB/Streymur hevur skorað 23 mál, og málverjarnir báðir, sum hava verið í tættari kapping um aftasta plássið, hava trettan ferðir verið noyddir í meskarnar eftir bóltinum.
                      Tveir venjingardystir hava verið móti ÍF (7-1 á heimavølli og 3-3 í Fuglafirði). Hinir hava verið móti teimum trimum, sum endaðu ovast í landskappingini í fjør. EB/Streymur hevur tapt tvær ferðir móti NSÍ og á heimavølli móti HB. Umframt móti ÍF hevur EB/Streymur vunnið tvær ferðir móti B36, tvær ferðir móti Skála og eina ferð móti HB.
                      Sammett við í fjør eru tveir nýggir spælarar á Mølini  John Heri Dam og Rafal Kwiecinski. John Heri hevur roynt seg í báðum teimum stóru havnarfeløgunum umframt á Toftum. 30 ára gamli og 173 centimetra høgi pólverjin er ættaður úr Krakow, har hann fyri tað mesta hevur spælt. Eitt árið var hann í USA. Talan er um framrættaðan skjótan spælara við góðum bóltførleika, sum ætlanin er skal vera fremsti miðvallarin aftanfyri Sorin Anghel, ið tykist skula vera einsamallur á toppinum.
                      Marni Djurhuus, sum var skaddur mesta partin av kappingarárinum í fjør, og sum áður hevur verið miðvallari, hevur higartil verið miðverji saman við veteraninum Egili á Bø. Saman við pólverjanum hava Ronnie Samuelsen og Bárður Olsen verið sentralir miðvallarar. Hans Pauli Samuelsen hevur verið ytstur í høgru, og Leif Niclasen, sum áður hevur spælt millum lítið og einki á besta liðnum, hevur verið ytstur í vinstru.
Gert Hansen hevur verið vongverji í høgru og Jóhann á Stongum í vinstru. Aðrir, sum kappast um plássini, eru Esmar Eiðisgarð, Ólavur Poulsen, Brian Olsen, Knút Vesturtún, Fróði Clementsen, Tonny Kruse, John Heri Dam, Teitur Joensen, 18 ára gamli Brian Hansen og Arnbjørn Hansen, suim hevur verið skaddur, men sum verður roknaður at vera gott boð upp á pláss millum teir fyrstu ellivu.
EB/Streymur hevur fyrireikað seg til nýggja kappingarárið síðani mitt í januar. Umframt á Mølini so hava teir vant í ítróttarhøllini á Eiði, tá ið veðrið ikki hevur verið til uttandura venjingar, og so hava teir eisini havt styrkisvenjingar í Yndi í høvuðsstaðnum.