B71 hevur fult stigatal

Niðurflytarin B71 hevur fult stigatal, nú tveir dystir eru leiktir í landskappingini. Leygardagin vunnu sandoyingar 2-0 á HB heima á Sandi

Ikki kann sigast annað enn at B71 er komið væl frá byrjan, nú tveir dystir eru leiktir í landskappgingini í 2. deild. Í fyrsta dystinum vann liðið á heimavølli móti NSÍ við trimum málum móti ongum, og leygardagin vann B71 2-0 á HB.
Nakrar av gomlu kempunum hjá B71 fara enn í gulu troyggjuna, tá B71 spælir, og leygardagin fekk Ib Mohr Olsen tað eina málið í dystinum. Tað var móti endanum av fyrra hálvleiki, tá hann setti høvdið á eitt hornaspark, tá hann var staddur í málteiginum. Málverjin hevði ongan møguleika at bjarga.
Í fyrra hálvleiki vóru fáir veruligir málmøguleikar, og spælið var ikki so gott. Dysturin fór mest fram á miðvøllinum, har liðini stríddust um at fáa yvirvág.

Perla av máli
Eftir steðgin fekk B71 alt meira yvirtakið í dystinum og skapti fleiri málmøguleikar enn útiliðið, sum hevði ilt við at fáa nakað veruligt álopsspæl í lag. Valdemar Novicki í málinum hevði tí lítið at gera.
B71 fekk seinna málið miðskeiðis í seinna hálvleiki, og hetta málið fara fólk at minnast leingi heima á Sandi. Eitt høgt innlegg verður sent úr vinstru síðu. Jónsvein Thomsen er staddur miðskeiðis í brotsteiginum, og hann langar til fyrstu ferð, áðrenn bólturin er komin niður í vøllin. Bólturin fer beina leið upp í hornið, og málverjin hevði ongan møguleika at taka skotið.
HB misti eftir hetta trúnna uppá, at tað skuldi eydnast at fáa nakað við aftur av Sandi, og móti endanum av dystinum vórðu tveir mans riknir av vøllinum.
Eftir eitt fríspark vóru Slawomir Radziemski hjá B71 og Høgni Joensen hjá HB áfastir. Dómarin ivaðist ikki og sendi teir báðar av vøllinum. Tá vóru bara heilt fáir minuttir eftir at spæla. Radziemski er nýggjur verjuleikari hjá B71, og hann er úr Póllandi.
B71 hevur til hetta kappingarárið fingið nýggjan venjara. Hann er 29 ára gamal og eitur Tom Saintfit. Tom er úr Belgia og hevur fyrr spælt við KÍ og TB í stutta tíð fyri nøkrum árum síðani, men í dag kann hann ikki spæla fótbólt vegna skaða.
Nýggi venjarin hevur sostatt fingið eina góða byrjan sum venjari hjá B71 í 2. deild. Eftir tveir heimadystir hevur liðið fult stigatal, og málverjin hevur enn einki mál latið inn.
Komandi vikuskiftið skal B71 til Sumba, men spurningurin er, um tann dysturin verður leiktur vegna verkfallið. HB skal á heimavølli spæla ímóti FS Vágum.

B71 ? HB 2-0 (1-0)
1-0: Ib Mohr Olsen
2-0: Jónsvein Thomsen