Havfrúgvin bjargaði vestmenningum

Meistararnir av Argjum mistu nógv í spurtinum, sum vestmannadreingir vunnu á tveimum bátum hjá hanvarmonnum og tveimum hjá klaksvíkingum

Blikur av Argjum er meistari. Tað eru teir, tí teir í fleiri kappingum á rað fingu fult. Teir vunnu ikki á Norðoyastevnu, og sjálvandi var tað stórt vónbrot fyri argjadreingir og nógvu viðhaldsfólkini ? ikki minst á Argjahøvda ? at tað skuldi hilnast so heilt út av lagi í finaluróðrinum. Fyri fyrstu ferð í teimum sjey FM kappingunum fingu argjadreingir einki stig. Blikur var nummar seks, men argjadreingir, sum hesa ferð tóktust hava fingið gummiarmar, sum tað plagar at vera tikið til, kundu kortini ugga seg við, at teir í kappingunum fyrr í summar høvdu verið so stinnir, at teir høvdu tryggjað sær FM ? fyri fyrstu ferð síðani í 1989. Tað ynskja vit teimum enn eina ferð tillukku við.
Vestmenningar plaga at standa seg væl í kappróðri. Hetta summarið hevur verið undantak. Í seks teimum fyrstu kappingunum hevði eingin vestmannabátur vunnið. Tað vildu dreingirnir umborð á Havfrúnni ikki hava sitandi á sær. Teir fingu góðan start, teir vóru við í kappingini um fremsta plássið alla tíðina, og á málinum vóru teir ein stóran skut undan Sílinum.
- Vit hava gjørt heilt nógv við venjingina upp undir Ólavsøku, og sigurin hesa ferð er sera kærkomin. Silvur í FM kappingini og gull á Ólavsøku er tað besta, sum kann hugsast, tá ið vit nú ikki megnaðu at vinna FM, staðfesta fegnu dreingirnir úr Vestmanna.
Sílið hevði góðan start. Havnardreingir róðu ytstir, og tá ið teir komu undir Molan, gekk tað rættuliga væl hjá teimum. Teir fóru framum Havfrúnna, men í síðsta enda var kappingin frá Havfrúnni ov boysin.
Fleiri vóru um boðið um næstfremsta plássið, sum Sílið endaði á. Talan var um báðar bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag og báðar bátarnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Tekla og Fípan Fagra vóru heilt væl við alla tíðina. Tekla endaði á triðja plássinum, bara reingina aftanfyri Sílið, og Fípan Fagra var skutin aftanfyri Teklu.
Úrslitið hjá Teklu var tað besta í teimum sjey kappingunum í ár. At Fípan Fagra vann bronsu í FM kappingini, og at eisini Tekla stóð seg so væl á Ólavsøku kundi bent á, at framtíðin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ikki sær so galin út.
Á fimta plássinum var Drekin bara ein lítlan skut aftanfyri Fípuna Føgru. Frá honum og aftur til Firvald og meistararnar umborð á Bliki var lítil og eingin munur. Spógvin, sum legði bragdliga fyri og vann á Norðoyastevnu, var fremstur í aftaru røðini, um tað ber til at siga tað soleiðis. At tað gekk væl betri hjá Fípuni Føgru, enn tað gekk hjá Spógvanum hevði við sær, at tað vóru klaksvíksdreingir og ikki teir í róðrarfelagnum NSÍ, sum fingu FM bronsumerkini um hálsin.