Farna vikuskifti vóru runavíkingar og vitjaðu í Vestmanna við nýggja liði sínum, Tjaldrið. Tað ferðina eydnaðist tað teimum at fáa ikki færri enn 33 mál, men hetta var tó ikki nóg mikið til at basa kollfirðingum, sum skoraðu ikki færri enn 41 mál.
Í kvøld eru runavíkingar aftur á vitjan í Vestmanna, og hesaferð er mótstøðuliðið føroyameistararnir úr VÍF. Torført verður hjá runavíkingum at ogna sær fyrstu stigini í dystinum í kvøld, men vertirnir úr Vestmanna eru skerdir undan dystinum.
Leikandi venjarin hjá vestmenningum, rumenin Daniel Rapa, kom herfyri út fyri einum óhappi, tá ið hann var og vitjaði fólk í Vestmanna. Rapa var á loftinum hjá hesum fólkum, tá hann datt gjøgnum eitt hol, har ein lemmur átti at verða.
Daniel Rapa gisti nátt á sjúkrahúsinum, har hann fekk seymað fýra pentur í tinningina, umframt at hann hevði ognað sær ein sterkan heilaskjálvta og skaða í økslina. Væntandi verður Daniel Rapa klárur at spæla aftur um einar tríggjar vikur.
Dysturin millum VÍF og Tjaldrið byrjar klokkan 19.45 í kvøld.
Gongst væl hjá
VÍF-kvinnunum
Beint undan mansdystin í Vestmanna í kvøld, leika kvinnurnar hjá VÍF og GÍ/NSÍ eisini ein landskappingardyst.
Uppflytararnir úr Vestmanna hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og enn eru tað bert føroyameistararnir úr Kyndli, sum hava megnað at bast teimum, og tað var eisini tepurt.
Rumenska Ioana Rapa hevur styrkt munandi um liðið hjá VÍF, og haraftrat er tað eisini ein styrkur, at Jacklyn Durhuus vendi aftur til barndómsfelagið eftir eitt ára útlegd í Kyndli.
Kvinnuliðið úr Eysturoynni hevur havt bæði góð og vánalig úrslit í ár, og liðskiparin hjá teimum, Kristine Ellingsgaard, segði herfyri, at tá tær hava ein góðan dag, kunnu tær vinna á nærum øllum liðum í landinum.
Málglaðir kollfirðingar
Í høllini á Hálsi verður eisini ein spennandi dystur í bestu mansdeildini í kvøld. Steypavinnararnir úr H71 fáa vitjan av kollfirðingum, og seinasta vikuskiftið vístu kollfirðingar, at teir eru førir fyri at fáa nógv mál, tá ið teir skutu heili 41 slík ímóti runavíkingum.
Um hoyvíkingar megna at vinna dystin í kvøld, so fara teir upp á ovastu rók í 1. deild hjá monnum, meðan kollfirðingar við einum sigri kunnu fara fram um strandingar á fimta plássi.
Tveir av leikarunum í dystinum í kvøld, Hans Guðmundsson úr H71 og Allan Mørkøre úr KÍF, gjørdu ávíkavist 12 og 14 mál seinasta vikuskifti, so lagt er upp til ein málríkan dyst í høllini á Hálsi klokkan 19.45 í kvøld.