Dreymabyrjan hjá TB við Stórá

TB innvígaði nýggja vøllin við Stórá í Trongvisvági við einum taktiskum 1-0-sigri á ÍF

Sunnudagin spældi besta liðið hjá TB á fyrsta sinni á nýggja heima­vøllinum við Stóra í Trongisvági, har fitt av fólki var komið saman at heiðra nýggja vøllinum og stuðla liði sínum. Tað var TB-legend­an, Kristian Olsen, sum eftir stutt hátíðar­hald undan dystinum spark­aði fyrsta bóltin á nýggja og stásiliga vøllinum.

TB á odda
Dystarbyrjanin var jøvn, men tað var TB, sum fyrstu løtuna var treiskara liði og eftir fimm minutt­um legði eitt lítið trýst á ÍF-málið. Tvey hornaspørk á rað vóru nokk til at gera álvara av hóttanunum, tí tá sendi serbiskt samanspæl TB á odda 1-0 eftir bara seks minuttum. Bojan Timic skeyt hornaspark innfyri, har Dimitrije Jankovic fang­aði ein leysan bólt og smekkaði hann í málið. Hann gjørdist harvið fyrsti málskjútti á nýggja vøllinum við Stórá.
Eftir málið var greitt, at TB ætl­aði sær at verja um leiðsluna og legði ikki nógv fyri í álopspartinum. ÍF vann sær greiða yvirvág í spæl­inum og hevði eisini góðar mál­møguleikar at javna. Eftir at Rógvi Joensen hjá TB hevði hótt við langskoti, var tað Simon Skibsted í hinum endanum, sum eftir samanspæl við Dánjal á Lakjuni fekk helst besta málmøguleikan í dystinum, men leysur í feltinum skeyt hann bóltin beint framvið mál­inum.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til TB.

ÍF bara misnýtti
Í seinna hálvleiki helt ÍF fram við at vera spælstýrandi liðið og nærmast hevði eitt heilt og langt álop á TB-málið. TB lá langt afturi á vøllinum og dúvaði upp á skjótálop, har kvikir mans sum Gilli Sørensen, Poul Ingason og Bojan Timic kundu gera seg galdandi.
Men tað var ÍF, sum sat á øllum og hevði eisini hópin av mál­møgu­leikum. Simon Skibsted hevði tvær góðar royndir, men hvørki við skoti ella lyftum skoti megnaði hann at fáa bóltin inn um málstrikuna. Tað megnaði Dánjal á Lakjuni eiheldur, tá ið hann meistarliga varð spældur leysur av Bartali Eliasen, sum varð fluttur í álopið ímóti dystarenda. Skotið hjá Dánjali fór beint við síðuna av málinum.
Tað málið, sum TB fekk eftir bara seks minuttum, gjørdist nevniliga – hóast eina ørgrynnu av málmøguleikum – einasta málið í dystinum og vann TB tískil sín fyrsta dyst í Effodeildini. Og kundi tað verið ein betri dagur enn júst tann dagin, nýggi vøllurin bleiv innvígaður?
Við sigrinum lyftir TB seg upp um NSÍ og er á 8. plássið, men ÍF dragnar í oddastríðnum og er á ein­um deildum triðja plássi.