Kappróðurin á Skálafjarðarstevnu var væl eydnaður, og hann var í fleiri av kappingunum rættuliga spennandi. Sammett við á norðoyarstevnu vóru tveir nýggir vinnarar. Teir vóru 6?mannafarið Smyril úr Vági við monnum og nýggja 8?mannafarið Kvívíkingur.
Hinir fýra vinnararnir vóru teir somu sum í Klaksvík. Genturnar umborð á Sílinum og kvinnurnar umborð á Jarnbardi vunnu so sannførandi, at tað eftir tvær tær fyrstu kappingarnar er ilt at ímynda sær, at hesar manningarnar skulu verða hóttar seinni í summar.
Eysturoyingurin og Fípan Fagra við dreingjamanning hava vunnið bæði í Klaksvík og í Runavík. Felags fyri sigrarnar hjá hesum báðum manningunum er, at munurin aftur til næstu bátarnar hesa ferð var lítil. Tí eigur tað ikki at vera óhugsandi, at tað í næstu kappingunum fer at vera sera stórur spenningur í hesum kappingunum.
Seks feløg
Sammett við undanfarin ár tykist býtið av sigrum til ymsu økini kring landið at vera javnari í ár. Hesa ferð vunnu klaksvíkingar ein róður, Runavík vann ein róður, Kvívík vann ein róður, Vágur vann ein róður, og Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur, sum bæði eru í Havnini, vunnu hvør sín róður.
Klaksvíkingar vunnu nógv í fjør, og Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í mong ár verið millum tey feløgini, sum oftast hava vunnið. Kvívíkingar hava ofta verið fremstir, og feløgini í Havnini liggja oftast frammarlaga.
Mest merkisverda úrslitið í Runavík var tað, at Smyril úr Vági við monnum var fremstur. Suðuroyingar vunnu í seksti árunum nógv, men síðani hevur tað ikki roynst so væl. Síðsta FM heitið, sum vágbingar hava vunnið, var í 1994, tá 5?mannafarið Royndin Fríða, mannað við dreingjum, var best.
Ofta hevur tað víst seg, at tá manning úr øki, sum annars ikki hevur staðið seg væl, hevur megnað at stinga seg framum, so hevur tað havt við sær, at áhugin fyri kappróðri yvirhøvur í økinum er øktur, og tað hevur so sæst aftur í luttøkuni og kanska úrslitunum. Eftir sigurin hjá Smyrli á Skálafjørðinum verður vónað, at fleiri manningar úr Suðuroy fara at taka lut.
Á Skálafjarðarstevnuni var einki 10?mannafar og einki 8?mannafar úr Suðuroy við í kappingini. Umframt Smyril luttók Snopprikkur úr Hvalba í kappingini millum 6?mannafør við monnum. Hvalbiarbáturin luttók eisini í kvinnukappingini. Í gentukappingini luttók Royndin Fríða, og í dreingjakappingini var eingin bátur úr Suðuroy við. Merkisvert er tað, at eingin bátur yvirhøvur av Tvøroyri var við í kappróðrinum á Skálafjørðinum. Firvaldur ? bæði við gentumanning og dreingjamanning ? eru tilmeldaðir FM kappingarnar, men báðar manningarnar meldaðu frá til næstu FM stevnuna í ár.