Síðsti TB sigurin er 24 ár burtur

Stórur spenningur er millum tvørafólk, um tað skal eydnast at halda tørn um góðu gongdina

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har stórfavorittarnir í HB fáa vitjan av TB. Merkisvert er tað, at eftir trý umfør hevur TB ikki tapt. Tí sigur tað seg sjálvt, at spenningurin er stórur, um tað skal eydnast at vinna stig á útivølli ímóti HB.

Søguligu hagtølini siga, at tað er langt síðani, at TB vann ímóti HB á útivølli. Síðsti TB sigurin í Gundadali var í fyrsta umfari í 1991. 7. apríl fyri 24 árum síðani vann TB 2-1 ímóti HB. Jón Johannesen skoraði bæði TB málini. TB er á triðja plássi. TB hevur skorað fýra mál, og tvey av teimum hevur Patrik Johannesen, sonur Jón Johannesen, skorað.

-HB í Gundadali er stórur biti, men vit hava gott mót, lagið er gott, og vit ætla at halda stimanum uppi. Páll Guðlaugsson megnar sera væl at seta okkum upp og at varðveita skipanina á liðnum, og tað verður neyðugt við bæði røttum hugburði og góðum taktiskum skili á útivølli ímóti HB, sigur Patrik Johannesen, sum í 3-1 sigrinum ímóti FC Suðuroy varð skiftur inn í TB álopið, tá ið tað restaði ein hálvur tími, og sum skoraði tvey tey síðstu málini.

Næstu vikurnar bíða tað TB stórar avbjóðingar. Eftir ferðina norður í Gundadal verður tað NSÍ á heimavølli, B36 í Gundadali og Víkingur við Stórá. Tann dysturin verður 19. apríl, og tá verður myndin greiðari, um tað skal eydnast TB at kappast um annað enn at sleppa undan niðurflyting.

Í 1992 var úrslitið í Gundadali málleysur javnleikur. Síðani tá hava HB og TB spælt ellivu dystir í Gundali. HB hevur vunnið teir allar við málmuninum 37-12.

 

Við 2-0 sigrinum í Klaksvík fyri viku síðani fótaði HB sær, og eisini HB er ósigrað undan vitjanini av aldursforsetanum  í Gundadali seinnapartin.

Í  1. hálvleiki ímóti KÍ vístu HB spælararnir, at teir megna at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar. Úrtøkan burtur úr rúgvuni av møguleikum var bara eitt mál, og fyritreytirnar í álopsspælinum eru ikki vornar betri. Arnbjørn Hansen er skaddur, Christian R. Mouritsen gav undan dystarbyrjan í Klaksvík avboð, og nú er Pál Mohr Joensen, sum skoraði fyrra málið ímóti KÍ, eisini uttanfyri. Tað ber við sær, at fyrrverandi TB spælarin, Poul Ingason, nú stendur fremri í HB røðini, enn hann fyrr hevur gjørt, og at Símun Samuelsen, sum ikki er topptrimmaður enn, kann verða noyddur at fara á vøllin fyrr, enn tað annars hevði verið ráðiligt.

HB-TB: Alex Troleis kl. 16.00.