og onga hugsjón hevur, so ber jú heldur ikki til at vera ósamd um hugsjónir og politikk. Um endamálið bert er verða sitandi og at onki skal henda, so er besti vegurin at skapa so nógv mistreysti á politisku [...] samgongufólk siga í løtuni, sum er í samsvari við sannleikan. Víst eru vit ørkymlað í Tjóðveldi um politisku støðuna. Fyri bara at taka nøkur mál úr rúgvuni: ? ABC-flokkarnir hava uppá bara 6 ár megnað at oyðilagt [...] verklagslógin er dyggiliga brotin. ? Bara seinasta hálvtannað árið hava ABC-flokkarnir lagt meira enn 50 lógaruppskot fyri tingið, sum ikki eru løgliga eftirkannað, soleiðis sum reglurnar fyriskriva. Hartil er
ikki bara snúgva seg um fótbólt, og tað er so tað, sum eg havi valt at gera. Nakað annað er so eisini tað, at vit hava tørv á, at leikararnir eru væl hvíldir til mikudagin, og tað var so eisini ein av orsøkunum [...] jú eisini savnaðir nóg so intenst í eina góða viku, og tá kann tað gerast eitt sindur keðiligt, um talan bara er um venjing og aftur venjing, heldur hann. - Tá kann tað ofta vera gott fyri leikararnar, [...] Henrik Larsen eisini góðar royndir av slíkum tiltøkum, sum fyri ein fótbóltsvenjara mugu sigast at vera eitt sindur ótraditionell. Í øllum førum var ein partur av fyrireikingunum hjá dønum undan EM-hálvfinaluni
tørvur á enn so mangari aðrari tunnilsgerð, áðrenn samferðslukervið kann sigast at vera útbygt til fulnar á hesum øki. Á ongan hátt kann landskassin einsamallur bera kostnaðin av hesari so átrokandi [...] landi, men er t.d. eisini ein fortreyt fyri, at vit øll til fulnar skulu kunna gagnnýta teir upplivingarmøguleikar, sum okkara land hevur at bjóða okkum, sum búgva her eins og ferðandi uttanífrá. Dugi [...] droyma um at fáa í lag tey smáu tunnilshol, sum teimum er tørvur á til trygga ferðing til og frá – hugstoytandi ikki bara hjá fólki har á staðnum, men hjá øllum, sum hava føriska heildarsamfelagið í huga
samgongur eftir eitt val. Ein samgonguavtala er í veruleikanum ein nýggj stevnuskrá fyri ein størri part enn bara ein flokk. -Fer tú so til eitt val, tá fer tú aftur til útgangsstøðið, so tá Tjóðveldisflokkurin [...] samgonga kann halda fram eftir valið! -Vit fara ikki til val sum ein samgonga men sum einstakir flokkar. Vit fara til val uppá okkara stevnuskrá og valskrá, og so fáa vit at síggja, hvar vit fáa sum mest av [...] ræðumyndir, sum verða brúktar nakran vegin. Tað er bara Føroya fólk, sum kann taka suverenitetin. Tað er ikki nakað, sum vit politikarar ella tingið kunnu gera av. Kunnu vit siga, at vit lata vera við at fara
vandi tá kann vera fyri skaðum, eru vit slopnir mest sum snikkaleysir í so máta. Ein orsøk er, at vit hava verið væl fyrireikaðir. Tað er krav, um alt skal ganga upp uttan teir keðiligu steðgirnar, sum skaðar [...] mun myndað tað, sum hevur verið sagt og gjørt hesi árini. Úrslitið er so gott, at Pál kavar í OL-hylin í London um ein tíma. - Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, sigur Jón Bjarnason, sum vísir á, at higartil [...] í eini tilgongd. - Vit hava lagt lag oman á lag, so formurin skuldi gerast so góður sum tilber. Sjálvandi skal eisini kropslig styrki til, men tú kann ikki fáa alt beinanvegin. Hetta síðsta árið hava vit
enn bara ein triðja fótbóltsvøll aftrat í heusm eiggiliga ítróttaøki. 2. Tað kann ikki verða tikið í álvara, at sparing skal vera í teirri ætlan um nøkur ár at taka áskoðaraplássini niðuraftur og so aftur [...] loysa, nú alt enn liggur sum opið arbeiðspláss. 3. Nú at taka hetta stig aftrat, sum hevur so stóran týdning fyri komandi ítrótta- og frítíðarlívið í Havn, kostar ikki 3 milliónir, sum tað hevur verið framhildið [...] tað nóg mikið við 4 metrum, sum aðrir serkønir siga vera nóg mikið til væl nýtiliga rennibreyt, verður kostnaðurin lítið meira enn tað hálva. Í einum fótbóltsprojekti, sum nú ljóðar upp á 20 milliónir
var sum hevði skrivað tað. Flokkarnir líkjast so nógv í dag, at tað er trupult at skilja teir frá hvørjum øðrum. - Tað sum ein sigur í Tjóðveldinum, kann ein sambandsmaður eisini siga, og tað sum ein [...] rættiliga, at nakar kann vera ímóti tí. Hygg bara eftir teimum í Gøtu – har var gott nokk ein sera stórur meiriluti fyri eini samanlegging. - Men tað løgna var, at tað kortini vóru 12 sum vóru beinleiðis ímóti [...] við GÍ. - Tja, kanska er tað bara eg sum ikki rættiliga havi skilt munin á fótbólti og politikki. Løgið er tað í øllum førum, at hann kann vera tjóðveldismaður í politikki og so sambandsmaður í fótbólti!
eta, og tað kann vera sera trupult at finna út av, hvør orsøkin til búkilskuna var. Men, tað ringasta, sum kann henda við vánaligum reinføri við eitt nú fletting, er botulisma, sum kann vera deyðilig. Bakterian [...] gera ikki altíð so nógv burtur úr, um vit fáa ilt í búkin av onkrum, vit eta, og tað kann vera sera trupult at finna út av, hvør orsøkin til búkilskuna var. Men, tað ringasta, sum kann henda við vánaligum [...] vánaligum reinføri við eitt nú fletting, er botulisma, sum kann vera deyðilig. Tað sigur Elspa Petersen, djóralækni á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, nú fjøllini verða gingin, og slaktið
umhvørvið annars. Hetta uppskot hevur onki endamál enn at skapa rumbul, sum bara kann føra til, at einki hendir. Men uppskotið er helst ein funnin fressur hjá eysturoyingum, nú Marin Kathrina Frýdal og Tjóðveldi [...] dupult so stór sum ætlaða útbyggingin í Havn - fyri hálvan prís! Eftir at útbyggingin hjá Tjóðveldi er liðug skal Tórshavnar havn liva av ferðavinnu. Høvuðsgrundgevingin fyri havn á Sundi tykist vera, at [...] at tað er so skjótt oman til Havnar, og at Havnin sleppir undan farmaferðsluni. Hetta er einastandandi logikkur, sum vil nakað, tí um 85% av allari vøru skal kortini sum farmur oman til Havnar. Sostatt verður
og hann fær ein dóm. Tað er ikki eitt tema til diskusjón. Men ákæruvaldið vil vera við, at hann ætlaði at drepa, og har eri eg sum verji ósamdur. Hetta er eftir mínum tykki at rokna sum harðskapur av [...] Páll Lassen fór at virka sum advokatur, so hevur hann sera trupult við at vísa á nakað annað mál, ið kann samanberast við Norðdepil-málið. - Hetta málið er heilt serligt, og kann ikki samanberast við nakað [...] Løgreglan skal vera objektiv í sínum kanningararbeiði. Og tað noyðist eg sum verji at hava álit á, samstundis sum eg sjálvandi havi rætt til at gera mínar egnu kanningar, innkalla míni egnu vitni og so framvegis