At verja ein brotsmann

- Veruleikan kunnu vit ikki broyta. Hetta er gerningsmaðurin, ið nú situr á ákærubonkinum, framman fyri einum nevningatingi. Men tað er júst í málum av hesum slag, at rættartrygdin skal prógva sítt virði, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá 18 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri drápsroynd móti fýra fólkum í Norðdepli

Sunnumorgunin 14. juli í fjør vaknaði føroyska samfelagið upp til tíðindi um ræðuleikar í Norðdepli. Henda morgunin vórðu fýra fólk álopin av einum ungum manni, ið breyt seg inn á tey og ógvusliga gjørdi seg inn á tey við knívi. Somikið ógvusliga, at rættarlæknanir seinni hava staðfest, at fleiri av offrunum vóru í reellum lívsvanda.
Gerningsmaðurin varð handtikin, stutt fyri klokkan 10 sama fyrrapart, og hann hevur sitið í varðhaldi síðani.
- Hann er avkláraður við ta sannroynd, at hann skal inn at sita í eina tíð, staðfestir Jógvan Páll Lassen, sum síðani tíðliga í heyst hevur verið verji hjá 18 ára gamla manninum.
Tá hann fekk uppgávuna, varð eingin ákæra reist. Ákæran um drápsroynd kom ikki fyrr enn nógv seinni, og hon er at fara ov vítt, sambært Jógvani Páll Lassen.
- Drongurin hevur framt hesar gerðir, og hann fær ein dóm. Tað er ikki eitt tema til diskusjón. Men ákæruvaldið vil vera við, at hann ætlaði at drepa, og har eri eg sum verji ósamdur. Hetta er eftir mínum tykki at rokna sum harðskapur av serliga grovum slagi, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hóast tað eftirhondini eru 35 ár síðani at Jógvan Páll Lassen fór at virka sum advokatur, so hevur hann sera trupult við at vísa á nakað annað mál, ið kann samanberast við Norðdepil-málið.
- Hetta málið er heilt serligt, og kann ikki samanberast við nakað, ið eg áður havi verið við til. Tað er ógvusligt og involverar fýra offur. Hartil er talan um eitt óskiljandi mál, tí her er einki motiv av nøkrum slag, sigur Jógvan Páll Lassen, sum skírir málið at vera eina ”ørvitishandling.”

Rættartrygdin
Tilburðurin í Norðdepli hevur fylt nógv, bæði í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum, í fjølmiðlunum og almenna rúminum annars. 18 ára gamli maðurin varð handtikin beinanvegin, offrini kundu greiða rímuliga neyvt frá tilburðinum, sárini eru sjónlig og fleiri av offrunum vóru sum longu nevnt í lívsvanda. Seinni hava rættarlæknarnir mett, at maðurin hevði eina promillu á 1,28 í gerningsløtuni. Somu læknar meta ikki, at maðurin er sinnissjúkur, heldur ikki í gerningsløtuni. Og læknarnir halda tað heldur ikki vera sannlíkt, at maðurin einki minnist frá hendingini. Flestu odds tala tí ímóti unga manninum á ákærubonkinum.
- Veruleikan kunnu vit ikki broyta. Hetta er gerningsmaðurin, ið nú situr á ákærubonkinum. Men tað er júst í málum av hesum slag, at rættartrygdin skal prógva sítt virði, sigur Jógvan Páll Lassen.
Sambært verjuadvokatinum má fult fokus vera á rættartrygdina hjá ákærda manninum.
- Tey, sum hava gjørt nakað skeivt, skulu hava eina viðferð, ið eitt rættarsamfelag tryggjar sínum borgarum. Tí er tað mín uppgáva at verja mannin, so langt og væl sum yvirhøvur tilber, sigur Jógvan Páll Lassen.
Verjan hevur tó sína avmarking. Verjuadvokaturin kann ikki ráðgeva sínum klienti at siga ósannindi ella á annan hátt fremja snildir, ið kunnu lumpa rættin.
- Men tá maðurin sigur við meg, at hann minnist einki frá hendingini, so fyrihaldi eg meg til tað. Og tað er ikki mín uppgáva at spyrja klientin, um hann nú eisini hevur gjørt tað, ið hann er ákærdur fyri, í hesum føri drápsroynd. Próvbyrðan liggur hjá ákæruvaldinum, og mín uppgáva er at syrgja fyri, at rættartrygdin er í lagi, sigur Jógvan Páll Lassen.
Í ítøkiliga málinum er tað ákæran um drápsroynd, ið fellir verjuadvokatinum fyri bróstið.
- Tað er uppgávan hjá ákæruvaldinum at prógva, at maðurin ætlaði at drepa fólkini. Men her er einki fixpunkt, bara ein teoretisk diskusjón um hansara motiv.
Men rættarlæknar staðfesta, at fleiri av offrunum vóru í reellum lívsvanda?
- Jú, men einhvør harðskapur kann í prinsippinum føra til, at fólk koma í lívsvanda. Ætlaði hann at drepa tey, hví gjørdi hann so ikki tað? Tað er uppgávan hjá ákæranum at prógva, at hann ætlaði at drepa, men her eru eftir mínum tykki eingi prógv, argumenterar Jógvan Páll Lassen.
Hóast eingin ivi tykist vera um, at maðurin hevur stungið síni offur við knívi, so er gerningsvápnið framvegis ikki funnið. Tað nærmasta, ið nevningatingið er komið vápninum, er ein tekning, ið eitt av offrunum gjørdi av knívinum, fáar dagar eftir tilburðin í Norðdepli.

Offrini
Sambært verjuadvokatinum er høvuðsuppgávan at tryggja, at 18 ára gamli maðurin ikki verður dømdur fyri drápsroynd, men sleppur við einum dómi um harðligan harðskap. Hinumegin borðið sita offrini.
- Jú, eg verði ávirkaður av offrunum. Eg havi virðing fyri teimum, og eg kann væl seta meg inn í teirra støðu. Men hinvegin kanst tú siga, at offrini eru tey ringastu til at meta um, hvør er rætta revsingin fyri ein gerningsmann. Í rættarsalinum eru offrini eitt slag av statistum, meðan uppgávan hjá rættinum er at halda fult fokus á rættartrygdina, sigur Jógvan Páll Lassen.
Verjin sigur seg ikki hava fingið nakra ákoyring ella merkt nakran illvilja móti sær, tí hann verjir ein brotsmann.
- Nei, absolutt einki. Eg haldi at fólk skilja rættin til verju, svarar Jógvan Páll Lassen.
Undan rættarmálinum liggur eitt stórt kanningararbeiði, ið løgreglan hevur staðið á odda fyri. – Løgreglan skal vera objektiv í sínum kanningararbeiði. Og tað noyðist eg sum verji at hava álit á, samstundis sum eg sjálvandi havi rætt til at gera mínar egnu kanningar, innkalla míni egnu vitni og so framvegis, greiðir Jógvan Páll Lassen frá.
Í ítøkiliga málinum hevur hann tó ikki valt at leggja vitni ella kanningar afturat rúgvusmikla tilfarinum hjá ákæruvaldinum, sum eisini umfatar eina rekonstruktión av tilburðinum.
Afturat ákærunum í Norðdepil-málinum verða eisini onnur viðurskifti hjá ákærda tikin við í nevningatingið.
- Her eru viðurskifti, sum absolut einki hava við tilburðin í Norðdepli at gera. Hetta er eftir mínum tykki ein taktikkur frá løgregluni fyri at útstilla mannin sum ein banditt, og tað er sera harmiligt, sigur Jógvan Páll Lassen.

Ósvaraðir spurningar
Sum verji hevur Jógvan Páll Lassen brúkt nógva tíð saman við ákærda manninum, ið hevur sitið í varðhaldi síðani 14. juli í fjør.
- Hann virkar skilagóður, og hann er sera keddur um tað, ið er farið fram. Men hann hevur onga frágreiðing um, hví hann hevur handlað soleiðis. Har er einki motiv at hóma, eingin frágreiðing, sigur Jógvan Páll Lassen.
Sambært verjanum hevur kanningararbeiðið og málið í síni heild tó gingið alt ov seint. Og tað hevur gingið út yvir ákærda.
- Hann hevur bara sitið og bíðað og bíðað. Støðan merkir hann, og hann ynskir bara at fáa málið yvirstaðið, sigur Jógvan Páll Lassen, sum minnir á at mentalkanningin varð liðug í heyst.
Verður maðurin dømdur fyri drápsroynd, so er revsingin vanliga umleið seks ár í fongsul. Sigur dómurin, at talan varð um grovan og vandamiklan harðskap, so er revsiramman upp til seks ár, men rættarpraksis væl lægri.
Í dag, mikudag, fara nevningarnir at taka støðu til, hvørja revsing maðurin skal hava. Avgerðin krevur, at átta av teimum 12 nevningunum eru samd. Sjálv avgerðin, dómurin, kann ikki kærast, men bara longdin á revsingini. Tó kann dómarin velja at lata málið ganga umaftur, um hann er grundleggjandi ósamdur við nevningarnar.
- Hetta er eitt keðiligt mál fyri unga mannin, fyri offrini og lítla lokalsamfelagið, har øll vita alt um hvønnannan. Men vit mugu halda fokus á rættartrygdina, soleiðis at maðurin fær røttu revsingina, minnir Jógvan Páll Lassen á, og leggur afturat, at maðurin er avkláraður við ta sannroynd, at hann skal inn at sita í eina tíð.