Sjálvstýristilgongdin komin í trygga legu

Við sjálvstýrissamtyktini, sum røkkur fram móti 2012, er sjálvstýristilgongdin komin í eina trygga legu. Alt prát um fýra ára skiftistíð er burturvið. Nú ræður um at gera búskaparligu tillagingarnar heldur løgmaður, sum rør framundir, at politikkurin komandi valskeið tí verður meira ein spurningur um vinstra-høgra heldur enn sjálvstýri-samband


Løgtingsval



Valstríðið er byrjað av álvara. Løgmaður skrivaði út val mánadagin, og mánakvøldið brustu formenninir í teimum fýra stóru flokkunum saman í sjónvarpstjaki. Og týsmorgunin legði størsti andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin alment fram sína valskrá.

Men enn eitur løgmaður Anfinnur Kallsberg. Vit spurdu hann, um hann sær møguleikar fyri, at verandi samgonga kann halda fram eftir valið!

-Vit fara ikki til val sum ein samgonga men sum einstakir flokkar. Vit fara til val uppá okkara stevnuskrá og valskrá, og so fáa vit at síggja, hvar vit fáa sum mest av okkara politikki við.

-Er tað tá sannlíkt, at Fólkaflokkurin vil vera við í eini samgongu ella vilja tit vera í andstøðu og sleikja sárini, um tit bert fáa 4-5 tingmenn, sum onkur hevur spátt?

-Tað er skyldan hjá einum og hvørjum politikara at royna at umseta veljarans stuðul í praktiskan politikk so væl sum tað til eina og hvørja tíð ber til. Tað fer Fólkaflokkurin eisini at gera.

-Nú funnu Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin saman eftir síðsta val. Nógvar ósemjur hava verið hesi árini. Sær tú fyri tær ein møguleika at halda fram í Tinganesi saman við Tjóðveldisflokkinum?

-Í politikki er tú noyddur til at finna tær samstarvspartnarar, har tú roynir at fáa sum mest av tínum politikki ígjøgnum. Tað eru nógv málsøki hjá einum borgarligum Fólkaflokki og einum ultrasosialistiskum Tjóðveldisflokki, sum vit ongantíð verða samdir um. Man skal ikki fyrigykla sær, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin koma at sita í eini samgongu uttan tað verður ósemja um heilt nógv mál, eitt nú vinnumálini. Men tað vilja eisini vera ósemjur, skulu vit til at samarbeiða við Javnaðarflokkin, tí hann er eisini ein sosialistiskur flokkur og entá ein sambandsflokkur. Sama trupulleika hava vit við Sambandsflokkinum. Vit kunnu nokk semjast við hann um tann vinnuliga politikkin men avgjørt ikki um tann tjóðskaparliga politikkin. So uttan mun til hvat man ger, so skal ein ikki lata eyguni aftur fyri, at vit ikki verða samdir.

-Men roknar tú við, at man í komandi valskeiði fer at leggja minni orku í sjálvstýrismálið og heldur leggja seg meira eftir at reka høgra-vinstrapolitikk?

-Tað veldst sjálvandi um valúrslitið, hvørjir kombinatiónsmøguleikarnir verða, og hvar tú fær sum mest av tínum politikki ígjøgnum. Verður tað soleiðis, at sjálvstýrisvongurin í Føroyum viknar, og tað ikki verður gjørligt at fáa parlamentariskt grundarlag undir at reka tann politikkin, so er man noyddur at hyggja eftir, hvat man so fær mest burturúr.

Burturvið
Og løgmaður heldur ikki tað gagnar sjálvstýristilgongdini, tá eitt nú Tjóðveldisflokkurin tosar um fólkaatkvøðu um fullveldi longu í komandi valskeiði!

-Tað er heilt burturvið. Uppskot til samtyktar um sjálvstýristilgongdina er samtykt av løgtinginum. Tað sigur, at vit skulu yvirtaka málsøki fram til 2012. Og higani skal tú til eina fólkaatkvøðu. Tvs. at tað liggja nærum trý valskeið fyri framman, áðrenn tú skal út í eina fólkaatkvøðu. At proklamera nakað annað nú má vera tí, at man ikki er samdur við tann politikkin, sum man longu hevur góðtikið í eini samgongu. Fólkaflokkurin er gingin við til hasa loysnina og hana standa vit við.

Anfinnur Kallsberg vísir á, at nú flokkarnir fara út í eitt valstríð, roynir hvør flokkur sjálvandi at føra síni sjónarmið fram. Nakað annað er, tá man skal skipa samgongur eftir eitt val. Ein samgonguavtala er í veruleikanum ein nýggj stevnuskrá fyri ein størri part enn bara ein flokk. -Fer tú so til eitt val, tá fer tú aftur til útgangsstøðið, so tá Tjóðveldisflokkurin proklamerar, at teir vilja hava fullveldi innan fýra ár, so er tað politikkurin hjá flokkinum. Í hesum samgonguskeiðnum hevur flokkurin tó givið seg til at góðtaka, at vit taka ikki avgerð um fullveldi fyrr enn í 2012. Tað ber í sær, at teir bakka aftur til sína upprunaligu støðu, og tað gera væl allir flokkar.

-Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd í veljarakanningunum og missa tit meira til Sambandsflokkin enn til Tjóðveldisflokkin. Hvaðani stavar henda afturgongdin?

-Verður hugsað um framgongdina hjá Sambandsflokkinum, so stavar afturgongd okkara frá, at fleiri av okkara veljarum halda, at sjálvstýrisætlanin vit hava lagt í hesi samgonguni gongur ov skjótt, meðan tað so aftur eru aðrir, tvs. teir fólkafloksveljarar, sum fara yvir í Tjóðveldisflokkin, ið halda tað gongur ov seint.

Løgmaður viðgongur, at tað er sera torført at reka ein politikk, sum kann gera báðar hesar partar nøgdar og vísir til, at hetta er ein støða, sum eisini fleiri aðrir flokkar eru í, men hann heldur, at uppskotið um stigvísa yvirtøku samstundis sum tær búskaparligu tillagingarnar verða gjørdar, byggir á eina trygga tilgongd ? tað at tað ikki skal vera nakað hóttafall fyri borgararnar. Tað er so hetta, sum hvør einstakur sjálvur má meta um, um tað er nóg trygt ella ikki.

Anfinn Kallsberg sær tað tí sum eina av sínum fremstu og mest týðandi uppgávum til valið at sannføra veljararnar um, at talan er um eina trygga tilgongd í sjálvstýrismálinum.


-Vit hava sæð fleiri av tykkara valevnum, eitt nú Poul Michelsen og Bjarta Mohr fara rættiliga langt á fullveldisleið, longur enn tað tú og leiðslan í flokkinum kanska standa fyri og halda vera skilagott. Hevur tú ein trupulleika við tí, tá hugsað verður um, at nógvir veljarar flýggja til Sambandsflokkin, og hetta kanska kann gera, at uppaftur fleiri fara tann vegin?

-Eg trúgvi ikki, at valevni hjá Fólkaflokkinum hava hug til at leggja seg uppat fullveldiskósini hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað er heldur fullveldislinjuni hjá samgonguni tey leggja seg uppat, og tað er í fínasta lagi. Men at fara inn á fýra ára skiftistíð er eftir míni meining ikki búskaparliga trygt nokk, og tað tekur Fólkaflokkurin ikki undir við.

-Men tað er so hetta, sum Tjóðveldið nú meldar út!

-Ja, men undir ávísum fortreytum so sum, um oljan kemur osfr. Og tað hongur als ikki saman. Tí vit siga, at oljupengarnir skulu ikki ávirka fíggjarlógina sum so. Teir skulu í ein búskapargrunn. Tú kanst ikki brúka pengar fleiri ferðir. Tí er henda prosessin ein tilllaging av búskapinum uppá 50 mill. kr. um árið, og tað meti eg vera gjørligt, forsvarligt og trygt.

Ríkisfelagsskapurin
Formaður fólkafloksins heldur tað annars vera eitt sindur óheppið, at fólk hava ikki skilt, hvat tað vil siga at vera innan fyri og uttan fyri ríkisfelagsskapin. -Tað uppskotið til samtyktar, sum er samtykt, er ein tillaging innan fyri ríkisfelagsskapin fram til 2012, og ikki fyrr enn tá skal man til at taka støðu til, hvat so skal henda. Meðan tað, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin koyra uppá og tað, sum spurningarnir í veljarakanningunum eisini snúgva seg um, er ikki, um tú ynskir meira sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin.

Løgmaður metir hetta at vera júst tað sama sum samtyktin um sjálvstýri, sum er gjørd á tingi. -Tá tú tosar um eina tillaging innan fyri ríkisfelagsskapin, so er tað fyrsta stigið á skránni. Munurin er bara tann, at vit siga, at í 2012 skulu føroyingar spyrjast, um teir vilja vera innan fyri ella uttanfyri. Eg havi varhugan av, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja gera nýggjan sáttmála við Danmark nú, sum treytar okkum at vera innan fyri ríkisfelagsskapin. Tað merkir í míni verð, at uppskotið hjá teimum er meira niðurbindandi enn tað, sum samgongan er komin til.

Løgmaður heldur tað vera størsta meinboga í sjálvstýristilgongdini í Føroyum, at man vil hava antin alt ella einki, og tað skal vera her og nú, og harvið hevur tú bert fingið lítið. Tí heldur hann tað einasta rætta vera at hava eina ætlan, sum eisini vekir tryggleikan millum fólkið. Hann ivist ikki í, at bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu taka undir við uppskotinum til samtyktar um eina lagaliga tillaging innan fyri 10-12 ella 15 ár.

-Um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu flyta seg eitt sindur á hesum øki, merkir tað so, at teir eru meira upplagdir sum samstarvspartnarar hjá Fólkaflokkinum eftir valið enn Tjóðveldisflokkurin?

-Tað, sum er avgerandi, er, at spurningurin um sjálvstýri-samband verður tikin uttan, at tú hevur nakrar búskaparligar ræðumyndir, sum verða brúktar nakran vegin. Tað er bara Føroya fólk, sum kann taka suverenitetin. Tað er ikki nakað, sum vit politikarar ella tingið kunnu gera av. Kunnu vit siga, at vit lata vera við at fara út og spyrja Føroya fólk, til vit hava gjørt tær búskaparligu tillagingarnar og hava yvirtikið málsøkini í eini tryggari tilgongd, umsitingarliga, politiskt og fíggjarliga, so vil tann spurningurin, tá hann kemur, verða meira avgjørdur av, hvat hjarta sigur, tí tá er ikki talan um búskaparligar avleiðingar. Tá fær tú eina heilt aðra avtalu við Danmark um framtíðar samstarv.

Løgmaður sigur seg sannførdan um, at vit fáa eitt hav av góðum samstarvi í eini avtalu millum tveir javnbjóðis partar. Tað er tað vit skulu fara eftir.