Rennibreyt ella ikki er ein spurningur um vilja og ikki um fígging

Í orðaskiftinum um nýggja ítróttavøllin í Gundadali hava teir báðir Poul Michelsen og Leivur Hansen brúkt fíggingina sum grundgeving fyri ikki nú beinanvegin at spreingja burtur fyri einari rennibreyt. Hetta tori eg at siga eru kávalótir og eitt trídupult falsum:

1. Menn ynskja í veruleikanum ikki annað enn bara ein triðja fótbóltsvøll aftrat í heusm eiggiliga ítróttaøki.

2. Tað kann ikki verða tikið í álvara, at sparing skal vera í teirri ætlan um nøkur ár at taka áskoðaraplássini niðuraftur og so aftur at spreingja, tá ið vøllurin er grasgrógvin og alt hevur fingið sítt finish, ístaðin fyri at bora og loysa, nú alt enn liggur sum opið arbeiðspláss.

3. Nú at taka hetta stig aftrat, sum hevur so stóran týdning fyri komandi ítrótta- og frítíðarlívið í Havn, kostar ikki 3 milliónir, sum tað hevur verið framhildið, men 1,3 mió. við MVG, um roknað verður við 8 metrum. Er tað nóg mikið við 4 metrum, sum aðrir serkønir siga vera nóg mikið til væl nýtiliga rennibreyt, verður kostnaðurin lítið meira enn tað hálva.

Í einum fótbóltsprojekti, sum nú ljóðar upp á 20 milliónir (tær fyrstljóðandi 10 + tær tríggjar, sum nú sigast vera komnar aftrat + tær 7 milliónirnar, sum býráðið, t.e. vit skattaborgarar, frammanundan hava lagt í hetta beinið), má henda hálva til heila milliónin at býta sundur í trý við triðingi til hvønn av pørtunum (býurin, landið og vallargrunnurin) ikki sleppa at vera forðingin fyri grundarlagnum til eitt veruligt landsstadium í Føroyum.


Ólavur Hátún


P. S. Kring um heimin standa veldug ítróttastadion bygd við tí fremsta endamáli at taka ímóti størri altjóðaítróttastevnum.

Skulu vit ikki eiga so mikið sum eina rennibreyt og annars umstøður til frælsan ítrótt at bjóða her í okkara høvuðsítróttaøki, tá ið vit um trý ár ætla at taka ímóti Oyggjaleikunum?