Bjarnason: Fyrimyndarligt samstarv

Seinastu seks árini hevur Jón Bjarnason stjórnað okkara fremsta svimjara, Páli Joensen. Hann hevur í størsta mun myndað tað, sum hevur verið sagt og gjørt hesi árini. Úrslitið er so gott, at Pál kavar í OL-hylin í London um ein tíma.

 

- Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, sigur Jón Bjarnason, sum vísir á, at higartil hava teir báðir verið í eini tilgongd.

 

- Vit hava lagt lag oman á lag, so formurin skuldi gerast so góður sum tilber. Sjálvandi skal eisini kropslig styrki til, men tú kann ikki fáa alt beinanvegin. Hetta síðsta árið hava vit vant meira ferð og intensitet, og hóast vandi tá kann vera fyri skaðum, eru vit slopnir mest sum snikkaleysir í so máta. Ein orsøk er, at vit hava verið væl fyrireikaðir. Tað er krav, um alt skal ganga upp uttan teir keðiligu steðgirnar, sum skaðar altíð elva til, sigur Jón Bjarnason.

 

Jón Bjarnason hevur notið øll hesi seks árini saman við Páli Joensen.

 

- Pál er ongantíð trupulleikin, men bara umstøðurnar, og tað hevur verið styrkin allan vegin ígjøgnum, at tað hevur verið so. Sammett við nógvar av frægastu donsku svimjararnar, vit hava vant saman við, hevur Pál skarað framúr. Fleiri av teimum hava verið ov bleyt til venjing, og tí eru tey eisini sáldað frá, nú tað veruliga ræður um at geva tað seinasta, tú eigur í tær, sigur Jón Bjarnason.