- Vit gera ikki altíð so nógv burtur úr, um vit fáa ilt í búkin av onkrum, vit eta, og tað kann vera sera trupult at finna út av, hvør orsøkin til búkilskuna var. Men, tað ringasta, sum kann henda við vánaligum reinføri við eitt nú fletting, er botulisma, sum kann vera deyðilig.
Tað sigur Elspa Petersen, djóralækni á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, nú fjøllini verða gingin, og slaktið skal takast upp. Enn einaferð minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, hvussu seyður, sum skal til sláturs, skal viðfarast, og hvussu umráðandi tað er við reinføri, tá flett verður.
- Vit eiga altíð at hugsa um, at hetta er matur, sum fólk skulu eta, og at eingin skal gerast sjúkur av hesum. Vit hava ikki so nógv lógarverk um tað, sum kemur á marknaðin í Føroyum úr seyði. Tískil er heldur ikki so lætt hjá fólki at gjøgnumskoða, hvat er í lagi, og hvat møguliga ikki er í lagi.
Hon vísir á, at tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á hvørjum ári kunna um, hvussu slaktið eigur at verða skipað - hvussu seyðurin, sum skal til sláturs, skal viðfarast og avlívast á forsvarligan hátt, og hvussu sjálv flettingin og upptøkan av slaktinum eigur at fara fram.
- Kjøt og innvølur eru viðbrekin vøra, og tað kann vera skjótt, at bakteriur savnast og nørast, tí her er blóð og væta. Tí er umráðandi, at seyðurin er væl fyri - at hann er reinur, turrur og ikki strongdur, og at hølini eru rein og køld og egnað til tað arbeiði, sum skal gerast, sigur hon.
Tað hevur stóran týdning, at arbeitt verður við reinum hondum, reinum klæðum og reinari útgerð - og at amboð og íløt, sum verða brúkt til slaktið, eru rein. Hølini skulu vera rein, og tað skitna skal fáast út um so hvørt. Eitt vælegnað sláturrúm er skipað soleiðis, at livandi seyðurin kemur inn í einum enda, og krovið fer síðan út aftur í hinum endanum.
- Hetta gevur eitt skilagott rensl í arbeiðnum, tí á henda hátt kann sleppast undan krossdálking, sum hon rópar tað.
Undir flettingini skal ansast eftir, at einki verður drigið uttanífrá og inn í flettingarhølini, og vembur skulu ikki tømast og vaskast í sláturhølunum, meðan slátur fer fram. Hon sigur, at skilagott er eisini at ansa eftir tí, sum fer út um, soleiðis at leivdir av seyði - vembur, skinn, bein og høvd - ikki liggur og rekist og kann bera møguliga smittu til onnur kríatúr ella menniskju.
- Alt skal burturbeinast á forsvarligan hátt, og krovið skal heingjast út í hjallin so skjótt, flett er. Er lýtt og slavið veður, eigur krovið ikki at vera hongt út, leggur Elspa Petersen aftrat.
Sambært “heimaframleiðslukunngerðini”, sum hon verður rópt, ið er frá 27. november í 2017, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan einki eftirlit við slátri av seyði í Føroyum, og tí eru ráðini hjá stovninum í hesum sambandi bara vegleiðandi. Einasta kravið er, at kjøtvørur frá heimaframleiðslu liggja atskildar frá øðrum vørum í handlunum, og at vørurnar eru merktar sum heimaframleiðsla, ið ikki er løggildað.
Vørurnar skulu eisini vera merktar, soleiðis at framleiðarin kann sporast, um okkurt stingur seg upp, sigur hon.
Elspa Petersen heldur ikki, at føroyingar altíð gera so nógv burtur úr, um fólk fáa ilt í búkin av onkrum, tey eta, og tað kann vera sera trupult at finna út av, hvør orsøkin til búkilskuna var. Men, tað ringasta, sum kann henda við vánaligum reinføri við eitt nú fletting, er botulisma, sum kann vera deyðilig. Bakterian kann koma í ymiskar matvørur og eitt nú í skerpikjøt, um reinførið ikki er í lagi, tá flett verður.
Sjúkan kann føra til lammilsir, og í ringasta føri kunnu andingarmusklarnir lammast, og persónurin fær ilt við at anda og kann kvalast. Elspa Petersen sigur, at sjúkueyðkennini við botulismu kunnu koma millum seks og 36 tímar eftir, at eitraði maturin er etin. Botulisma er ikki ein smittandi sjúka. Hon smittar ikki frá einum persóni til ein annan, og hon smittar ikki gjøgnum luftina.
Nú Føroyar eins og heimurin allur hevur verið og framvegis er raktur av koronu, er hugsandi, at fólk hava lært nógv um reinføri, og Elspa Petersen sigur seg vóna, at hetta eisini kann síggjast aftur undir fletting og upptøku av slakti.
- Tíbetur eru fólk flest tilvitað um, at tað er matur ið verður framleiddur, og at reinføri hevur stóran týdning, tá flett verður. Vit vilja geva tey góðu ráðini, og annars noyðast fólk sjálvi at brúka sína sunnu fornuft, tá keypast og etast skal av framleiðslu, sum ikki er undir nøkrum eftirliti, sigur hon og leggur aftrat, at í Føroyum eru nøkur fólk deyð av botulismu, men tíbetur ganga nógv ár ímillum, at tað hendir.