Tjóðveldi í politikki – samband í fótbólti

Teir vísu menninir í undirhúsinum í Leirvík ynskja bara løgtingsvalið yvistaðið sum skjótast. Teir gleða seg nógv meiri til fyrsta dystin í Formuladeildini tann 29. mars – helst heimadyst í Gøtu ímóti B68.

Statoil-støðin, Leirvík: Tað er kalt í veðrinum henda fyrrapartin her uttarlaga í bygdini.

Klokkan er ikki farin nógvar minuttir av hálvgum tíggju í henda týsmorgunin, tá teir fyrst menninir koma til ein drekkamunn á kaffistovuni á Statoil-støðini í bygdini. Her verða mong skilaorðini søgd og viðmerkt.

Teir skunda sær inn í hitan, tí tað er so bítandi kalt í veðrinum fyriuttan. Eitt grovt æl er á veg, og tað ræður um at sleppa sær inn áðrenn ælið freka kemur framvið.

So líðandi fyllist upp við borðini í kaffistovuni og prátið byrjar so spakuliga. Menn koma og fara, men eingin ivi er um, at hetta er ein løta sum teir síggja fram til hvønn einasta dag. Á skránni henda týsmorgunin er eitt høvuðsevni, og tað ræður um at vita, hvat hinir halda um tað.

Teir vita av royndum, hvat teir skulu keypa og hvat teir í roynd og veru koma higar eftir. Tað sama ger tann fryntliga kvinnan, ið fyrrapart eftir fyrrapart setur kaffi fram fyri teir, smyr rundstykkini og ger wienarbreyðini klár.

Sum oftast fáa teir frið at práta við hvønn annan, tí tað er ikki hvønn dag at fremmand fólk eru til kaffi hesa løtuna.

Evnini, tey kunnu vera so ymisk – frá kommunusamanlegging, útróðri, politikki og víðari til onnur viðkomandi evni. Í dag er kortini bert eittans evni á skránni: Fótbóltur!


Tey trý stigini

Fyrrapartin ígjár vórðu teir kortini “órógvaðir” av tíðindafólki og myndamanni frá Sosialinum. Men hetta tóktist kortini ikki bila tað einasta petti.

12 tímar frammanundan var ein rættilig kollvelting farin fram í bygdini og í grannabygdini Gøtu. Hetta kvøldið sá eitt nýtt føroyskt fótbóltsfelag dagsins ljós, nevniliga tað samanlagda GÍ/LÍF.

Henda avgerðin skuggaði fyri øllum tí politiska tjakinum og orðaskiftinum í seinastuni. Ein politiskur tjakfundur millum floksformenninar úr Kambsdali, sum varð sendur beinleiðis á Rás 2 henda fyrrapartin, hevði ongan áhuga teirra millum.

Tann rundi bólturin og tey trý stigini sum eru at stríðast fyri til hvønn dyst, var høvuðsmálið við henda kaffisteðgin.

Framtíðin hjá fótbóltinum í Leirvík og Gøtu hevði helst nógv størri áhuga enn framtíðin hjá Føroya landi!


Munur á fótbólti og politikki

Fleiri teirra vóru á fundinum kvøldið fyri, har ætlaða samanleggingin av LÍF og GÍ gjørdist veruleiki. Á fundinum í Leirvík vóru 56 fólk og fyri hesi fólkini var eingin ivi: Øll 56 atkvøddu nevniliga fyri, at feløgini verða løgd saman.

- Eg skilji ikki rættiliga, at nakar kann vera ímóti tí. Hygg bara eftir teimum í Gøtu – har var gott nokk ein sera stórur meiriluti fyri eini samanlegging.

- Men tað løgna var, at tað kortini vóru 12 sum vóru beinleiðis ímóti hesum uppskotinum og tvey sum ikki vildu siga sína hugsan og tí atkvøddu blankt. - Ja, eg spyrji bara: Hvat í ólukkan munnu tey hava ímóti okkum?, sigur ein av hesum skilamonnunum.

Politiska telvingin um samband og loysing er eisini eitt av evnunum, sum tikið verður fram við borðið. Men meiningarnar eru sera ymiskar:

- Eg skilji so púrt einki av tí heila, sigur ein yngri maður. – Síggja tit, ein av teimum mest ivrigu tjóðveldismonnunum í allari bygdini, hann atkvøddi fyri at vit skuldu leggja saman við GÍ.

- Tja, kanska er tað bara eg sum ikki rættiliga havi skilt munin á fótbólti og politikki. Løgið er tað í øllum førum, at hann kann vera tjóðveldismaður í politikki og so sambandsmaður í fótbólti!


Ikki lætt at velja

Hóast teir hava verið sera spentir eftir úrslitinum av fundinum kvøldið fyri, eru teir kortini ikki slopnir undan tí ovurstóru mongdini av valpropaganda sum floymir yvir landið í hesum døgum.

Beint sum teir komu heim frá arbeiði dagin fyri, høvdu teir fingið eitt politiskt blað í postkassan. Onkur teirra hevði hugt leysliga í tað, men hansara niðurstøða var púra greið:

- Eg las onkrar greinar í tí, men eg má satt at siga viðganga, at eg undraðist. Eg mátti í heilum hyggja eftir, hvør tað var sum hevði skrivað tað. Flokkarnir líkjast so nógv í dag, at tað er trupult at skilja teir frá hvørjum øðrum.

- Tað sum ein sigur í Tjóðveldinum, kann ein sambandsmaður eisini siga, og tað sum ein fólkafloksmaður skrivar kundi ein javnaðarmaður eins væl havt skrivað.

- So tú skilir, at her er ikki lætt at velja flokk, um ein ikki var avgjørdur frammanundan, sigur ungi maðurin.


Eingin munur á flokkunum

Ein annar við borðið hevði í Dimmuni frá fríggjadegnum lisið eina grein eftir Hermann Oskarsson, har hann tosar um flokkarnar á tingi, sum hava eina ræðslu fyri Miðflokkinum.

Greinin snúði seg um, at flokkarnir eru so eins í dag, tí teir allir søkja inn móti miðjuni. Teir vilja bæði vera liberalir og sosialir og tað ísenn, og tí eru teir so líðandi vorðnir meiri og meiri líkir.

Hermann greiddi frá, at í Danmark er so lítil munur á høvuðsmótstøðuflokkunum – Venstre og Socialdemokratiet – at var tað ikki fyri mannin Anders og kvinnuna Helle vóru teir nærum eins.

- Allir flokkar á tingi eru rættiliga eins, uttan Jenis og Bill. Teir hava nakrar markantar meiningar og standa við tær, hóast eg ikki eri samdur við teimum í øllum. Men eingin ivast í, hvar teir standa.

- Og Hermann segði tí eisini, at sohvørt sum flokkarnir á Løgtingi og Fólkatingi gerast meiri og meiri eins, fer Miðflokkurin bara at vaksa, tí teir hava eina meining og tora at standa við tað, segði hesin maðurin.



Vegurin opin eina tíð aftrat



Einki valtos uttan at gerast persónligur og fara at tosa um valevnini. Og sjálvandi fekk borgarstjórin í Leirvík, Fríðgerð Heinesen eisini sínar viðmerkingar frá Statoil-panelinum.


Teir flestu vóru samdir um, at tað var gott at hava eitt valevni sum kundi tosa teirra lokalu sjónarmið í valstríðnum - og vónandi eisini á tingi.

Hon er sjálv ikki uppstillað í Eysturoynni, men tað er Norðoya Sambandsfelag sum hevur stillað hana upp.

- Tað er júst hetta sum er so gott, at hon fer at tryggja okkum samband, bæði suðureftir við Danmark og norðureftir til Klaksvík.

- Hetta gjørdi í øllum førum sítt til, at hon fekk útsett afturlatingina av tunnilsvegnum í eina tíð. Vónandi verður tað soleiðis eisini eftir valið, sigur ein annar maður.


Hon er pen

Hinvegin eru teir sera harmir um, at ein ikki fekk gjørt nakað við vegin gjøgnum Leirvík beinanvegin.

- Ja, taðvejden, at eru teir nakrir stórir klovnar. Øll útgerðin var her, ein prísur var nevndur og í dag kundu vit havt eina lokarennu, sum hevði loyst allar ferðslutrupulleikarnar hjá okkum.

Teir hava vónir til, at borgarstjórin fer at gera okkurt munagott um hon altso verður vald á ting. Men so má hon av álvara fara til verka:

- Eg síggi, at nógv valevnir úr Havn brúka ótrúliga nógvan pening uppá valplakatir. Hygg bara í Gøtu og her. Har eru Annika (Olsen) (hon er nú pen!) og Poul (Michelsen) at síggja allastaðni – og okkara Kjartan (Joensen), hann smæðist ikki burtur.

- Men eg skilji ikki, hví Fríðgerð krógvar seg soleiðis burtur. Tað behøvdist hon ikki gera. Er hin pen, so er Fríðgerð tað so sanniliga eisini!