Samgongan er so sára samd

Hóast allir flokkar í samgonguni látast vera ósamdir, so er alt spæl fyri gallarínum. Samgongan er so sára samd um at verða sitandi og ongan politikk at føra. Og hon er sára samd um at niðurlaga vælferðina, seta lóg og rætt til viks, máa alt álit burtur á okkum sjálv og skapa andstygd fyri politikki

Høgni Hoydal
--------------

Í Løgtinginum hava leiðandi politikararnir í landsstýrinum sum einasta aftursvar til lemjandi atfinningarnar frá Tjóðveldi og øðrum (ið hava verið síðani 2004, tá ABC kom til valdið), at ”tjóðveldisfólk eru frustrerað”.

Og tað er púra rætt. Hetta er helst tað einasta, ið samgongufólk siga í løtuni, sum er í samsvari við sannleikan. Víst eru vit ørkymlað í Tjóðveldi um politisku støðuna. Fyri bara at taka nøkur mál úr rúgvuni:

? ABC-flokkarnir hava uppá bara 6 ár megnað at oyðilagt búskapin og skapt risahall, hóast ávarað hevur verið ímóti teirra avgerðum og anarkiii frá byrjan.
? Teir hava miðvíst sett lógir og reglur til viks – og onki fær avleiðingar. Bara ólógligu meirnýtslurnar frá 2004 til 2008 kosta okkum nú hvørt ár 400 mió. á fíggjarlógini (og tað er helvtin av hallinum á fíggjarlógini).
? Bara skúladepilin í Suðuroy, har fullveldissamgongan samtykti at brúka 36 mió., tá hann byrjaði í Vági, hevur fyribils kostað 95 mió. eftir at hann partú skuldi flytast til Hovs, og verklagslógin er dyggiliga brotin.
? Bara seinasta hálvtannað árið hava ABC-flokkarnir lagt meira enn 50 lógaruppskot fyri tingið, sum ikki eru løgliga eftirkannað, soleiðis sum reglurnar fyriskriva. Hartil er meira enn 30 lógaruppskot løgd fram og samtykt við at bróta allar tíðarfreistir og tey hava rætt og slætt onga veruliga viðgerð fingið.
? Øll mál, ið hava við okkara framtíð og sjálvræði at gera, eru sett til viks og parkerað.
? Vantandi fiskivinnupolitikkurin hevur kostað okkum eina minking í avreiðingarvirðinum frá 2002 til 2008 uppá 600 míó. kr. - og talan er um milliardir í útflutningsvirði, sum eru mist hesi árini.

ABC skal frelsa okkum frá ABC?
Og nú siga somu flokkar, at teir skulu frelsa okkum frá teirra egna skeiva politikki. Og tað einasta teir hava borðreitt við, er ein miðvís og tilvildarlig gnaddan av rættindunum og møguleikunum hjá veikastu bólkunum í samfelagnum.

Vit í Tjóðveldi eru eisini djúpt ørkymlað, tí vit hava í veruleikanum hava so gylt høvi at leggja á annan bógv, um bara eitt minstamark av politiskari leiðslu og veiggi sleppur framat. Onki land í heiminum hevur so stórar møguleikar at fáa vent búskapargongdini, tí megnað vit tildømis ein fiskivinnureform, sum Tjóðveldi hevur skotið upp hesi seinastu mongu árini, kunnu vit økja um og broyta inntøkugrundarlagið heilt skjótt.

Mest ørkymlandi er kortini, at tað, sum heldur ABC-flokkarnar við valdið í løtuni, er at teir látast vera ósamdir og skiftast um at sleppa ókeypis framat í fjølmiðlunum at spæla vera í andstøðu til sínar egnu gerðir. Men onki fær avleiðingar og onki broytist. Tey málini, summi siga seg vera ímóti í dag, tey samtykkja somu fólk í morgin.

Samdasta samgonga nakrantíð
Sannleikin er jú, at samgongan er so sára samd:
? Hon er samd um at verða sitandi, so at einstøku politikararnir kunnu brúka sínar landsstýrisessir og nevndarformanssessir til at sleppa í fjølmiðlarnar at profilera seg sjálvar.
? ABC-samgongan er so sára samd um ongan politikk at hava, og tí eru allar hesar sokallaðu ósemjurnar reint spæl fyri gallarínum. Samgonugfólk samtykkja, tá samanum kemur, okkurt neyðaregg eftir at hava spælt ósamd í tíðindunum nakrar mánaðar afturat.
? Og um pressan uppdagar og ger teimum greitt, hvat tey hava atkvøtt fyri, so fara tey bert aftur í fjølmiðlarnar at gartera móti sínum egnu avgerðum. Samtykt uppskot verða bara standandi, hóast tey ikki verða fylgd – eins og vit sóu við ólavsøkupakka, játtanarkørmum og øðrum. Og sum vit hava sæð við øllum fíggjarlógum hjá ABC, har lógarjáttanir ikki verða hildnar.
? Samgongan er so sára samd um at máa støðið undan vælferðini við Føroyum við sínum skilaleysa búskaparpolitikki og einføldu sparingum hjá teimum, ið hava minst orku at mótmæla, og sínum forðingum fyri øllum reformum.
? Samgongan er so sára samd um, at lógir og reglur eru til fyri at brótast og at onki skal fáa avleiðingar.
? Og samgongan er so sára samd um at skapa misálit á okkum sjálvi og okkara politisku skipan.

Samd um stillstøðu og samband
Og er nakað løgið í tí? Um tú ongan politikk og onga hugsjón hevur, so ber jú heldur ikki til at vera ósamd um hugsjónir og politikk. Um endamálið bert er verða sitandi og at onki skal henda, so er besti vegurin at skapa so nógv mistreysti á politisku skipanina, at fólk gevast at taka nakað í álvara, og koyra allar flokkar og politikarar í sama pott. Tí tá verður ongin broyting ella framtøk, og valdið kann býtast á skinninum handan tjøldini.

Hetta er eisini besti vegurin til framhaldandi samband. Skapa teir ótta millum fólk, so kann løgmaður sleppa at siga síni mótsigandi og meiningsleysu orð og ístaðin vísa til tann sonevnda ”ríkisfelagsskapin”, sum trygd móti sínum egnu gerðum og vantandi politikki.

Øll alternativ eru betri enn hetta
So jú. Tjóðveldið er sera ørkymlað og tekur djúpa frástøðu frá tí ruðulleika og ábyrgdarloysi, sum ABC er trygdin fyri at fremja.

Vit halda, at fyri hvønn minutt hendan samgongan situr, kostar tað pening, ábyrgd, moral og treysti fyri føroyska samfelagið og framtíðina.
Vit skilja ikki, hvussu føroyskir fjølmiðlar og viðmerkjarar kunnu endurtaka ógrundaða uppáhaldið hjá ABC-flokkunum um, at onki alternativ finst til teir. Í fyrsta lagi er alt annað eitt betri alternativ enn núsitandi meiningsloysið – enntá ein starvsstjórn av embætisfólki hevði verið frægari. Í øðrum lagi hevur Tjóðveldi støðugt lagt fram greið, ítøkilig alternativ og hugsjónarligt veiggj. Men hetta fær onki fjølmiðlapláss, tí samgongufólk higartil hava tikið allar teigar til sín dagliga sjónleik við at spæla ósamd..

Nú er nóg mikið
Men vit gevast sanniliga ikki, ella seta okkum upp afturá. Vit fara at koyra á og halda á. Í veruleikanum skulu bara 4 tingumboð flytast frá ABC-flokkunum til tess at bróta teirra krøking til valdið. Og verður bara ein partur av ljóskastaranum settur á, hvat í veruleikanum gongur fyri seg í ABC-tómgongdini, munnu fólk fara at siga: Nú er nóg mikið. Her krevst politikkur, hugsjón, leiðsla og konsekvensur í føroyskum stjórnmálum. Og sjálvandi fara vit at megna at reisa okkum og fáa vón og framtíðarsjón til at menna føroyska samfelagið úr truplum tíðum.

Eitt týdningarmikið ýtið hjá Tjóðveldi verður lagt fram á ting leygardagin 6. mars: Uppskot um fiskivinnureform og tilfeingismarknað.