Upptakt
Tað verður ikki tað heilt nógva av venjing, sum føroyska liðið hevur undan dystinum móti Týsklandi. Eftir heimkomuna leygarkvøldið gistu teir allir á Hotel Vágum, tó at Jákup á Borg fekk loyvi at fara ein túr heim til lítlu familjuna, sum hann nú hevur fingið.
Sunnudagin var so ein løtt venjing á Sørvági, og eftir hetta høvdu leikararnir frí í nakrar tímar, áðrenn teir aftur hittust. Hesa ferð á Hotel Føroyum, har landsliðið heldur til fram til dystin.
Mánadagin var ætlanin, at tvær venjingar skuldu verða á skránni, men Henrik Larsen hevði tó strikað tí seinnu av hesum, og sendi ístaðin leikararnar niðan í Svimjihøllina, har útlop av 5-metur vippuni og annars stuttleiki var á skránni.
Tørv á fríløtum
Tað er ikki fyrstu ferð, at Henrik Larsen letur leikararnar taka sær eitt sindur av løttum undan landsdystum. Onkra ferðina hevur talan verið um at leiga bowling-høllina á Hálsi, meðan biografsalurin hevur verið nýttur aðrar tíðir, og sjálvur hevur Henrik Larsen eisini sína heilt avgjørdu hugsan um, at hetta kann vera rætt at gera við hvørt.
- Sjálvandi er dysturin mikudagin umráðandi, men tað ræður eisini um, at leikararnir skulu vera væl fyri til uppgávuna. Tá talan er um tveir dystir á rað, eru vit jú eisini savnaðir nóg so intenst í eina góða viku, og tá kann tað gerast eitt sindur keðiligt, um talan bara er um venjing og aftur venjing, heldur hann.
- Tá kann tað ofta vera gott fyri leikararnar, um teir gera okkurt heilt annað eina løtu, soleiðis at tankarnir ikki bara snúgva seg um fótbólt, og tað er so tað, sum eg havi valt at gera. Nakað annað er so eisini tað, at vit hava tørv á, at leikararnir eru væl hvíldir til mikudagin, og tað var so eisini ein av orsøkunum til, at eg valdi at strika seinnu venjingina í dag.
Sjálvur hevur Henrik Larsen eisini góðar royndir av slíkum tiltøkum, sum fyri ein fótbóltsvenjara mugu sigast at vera eitt sindur ótraditionell. Í øllum førum var ein partur av fyrireikingunum hjá dønum undan EM-hálvfinaluni móti Hollandi í 1992 at fara á McDonalds at fáa sær ein burgara. Nakað sum av flestu serfrøðingum varð mett sum púrasta garvilt, tá leikararnir høvdu ein strævnan dyst fyri framman.
Hvussu tað spældi av hjá Ricardo, Henrik Larsen og hinum á liðnum, vita helst tey flestu, og um Henrik sigur, at hetta jú er partur av tí sama. At broyta gerandisdagin eitt sindur, so leikararnir ikki møðast av hvørjum øðrum.
Bíðar til seinastu venjinga
Tá vent verður aftur til sjálvan dystin, heldur Henrik, at tað enn er ov tíðliga at seta nøvn á, hvussu liðið fer at síggja út.
- Tað er klárt, at eg havi gjørt mær nakrar tankar, men soleiðis sum leikararnir ganga inn fyri venjingini, er nokk best, at bíði við at seta liðið til í evstu løtu, sigur hann flennandi. Hetta seinasta skal nokk vísa til eina hending í mánadagsvenjingini, har Rógvi Jacobsen og Oli Johannesen vóru í eini ordiligari mannfólkatakling.
Men tú hevur í øllum førum ein positivan trupulleika í verjupartinum, har tveir leikarar koma aftur. Teir, sum røktu plássini í Íslandi hava í øllum førum ikki spælt seg av?
- Nei tað er so heilt víst, at teir ikki gjørdu. Tað var tað nokk ikki nakar sum gjørdi, sjálvt um eg kundi ynskt, at vit høvdu skapt meira. Nú havi eg sæð dystin aftur á sjónbandi, og faktist halda vit teimum nógv betri, enn eg trúi, og tað er er heilt víst eitt stórt herðaklapp til alla ta defensivu organisatiónina á liðnum, sigur venjarin.
Viðvíkjandi álopspartinum, skal í øllum førum ein broyting fremjast, nú Andrew er leikbannaður, men heldur ikki her vil venjarin siga nakað um, hvussu stillað verður upp.
- Har mugu vit so finna ein nýggjan leikara. Annað fái eg ikki sagt um tað, eru einastu boðini, sum Henrik Larsen hevur at siga í so máta.
Um týska liðið heldur hann, at teir eru undir stórum trýsti undan dystinum.
- Teir hava jú ikki spælt so væl í seinastuni, og tað er heilt víst, at tað kann viðføra nakrar frustratiónir. Tað eru fyrst og fremst hesar, sum vit mugu royna at fáa fram í teirra spæli, men sjálvandi verður tað ein ótrúliga torført uppgáva, og vit skulu í øllum førum spæla upp til okkara allarbesta, um vit skulu hava nakran møguleika, sigur Henrik Larsen at enda.