mint á, at tey aldrin eru einsamøll, og altíð kunnu vænta sær alt gott frá Guð faðiri, syni og heilaga andanum. Hjúnini læra, at tey hvør sær og saman eru Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu og at tað er [...] inn. Fyri nú ikki at blanda meg uppí visjón 2015, so vil eg heldur, at vit fylgjast í kirkju ein vanligan sunnudag í 2017. Kanska fara vit eitt sindur tíðliga, tí tað er altíð gott at steðga eina løtu í [...] karmarnir um fólkakirkjuna góðir. Tað merkist, at løgtingið hevur lurtað eftir okkum, sum starvast í kirkjuni, og tað merkist eisini, at politikarar sum heild hava lært at kenna mun á fólkakirkjuni og fríkirkjum
fólkaskúlalóg 1996, bls. 168, at “í 3 flokki duga flestu næmingarnir so hampiliga væl at lesa føroyskt, at nú kann byrjanarundirvísingin í donskum vera góður stuðul til tess at fremja lesiførleikan”. Tað [...] skuldi ikki verið so løgið, at børn hava trupulleikar við at lesa føroyskt eftir danskari ljóðlæru - men kunnu koma á lagið við at lesa tað málið, sum ljóðlæran er skipað eftir. At annars skilagóðir lærarar [...] verið nóg búgvin til at duga at lesa, renna seg føst í orðum sum tara og hala, yndi og lyngi; og onkur teknar lygmann (átti, um so skal vera, sambært føroyskari ljóðskipan at havt verið lúgmann). Hvat
takkar, letur úthurðina aftur og setist at fortelja um, hvussu tað ber til, at hon, sum havnarkona, valdi at búseta seg í Kunoy. - At búgva her í Kunoy gevur mær frælsi at liva tað lívið, sum eg ynski. Tí eg [...] yvirskot til børnini ella at smílast til mannin, tá hann kemur heim, sigur Hedvig, sum heldur tað vera spennandi at seta sær eitt mál, fyri síðani at skipa lívið soleiðis, at til ber at røkka hesum máli. - Men [...] aftur til hetta við at liva í nú’inum. - Eg vil altíð hava stundir at flenna og syngja saman við børnunum. At balla okkum í teppir á bonkinum uttanfyri og bara vera, liggja og hyggja at einum longum teknifilmi
varð undir at fyrireika oljuleiting við Føroyar, fingið eitt ótal av innbjóðingum frá oljufeløgum, sum vilja vísa lutvíst at tey eru áhugað fyri oljuleiting við Føroyar og lutvíst nýta høvi at kunna um teirra [...] egna viðkomandi kann eg stutt siga, at ARCO hevði skipað ferðina sera væl, m.a. soleiðis at vit fyrsta dagin í London vórðu kunnað um, hvussu ARCO metir vánirnar fyri at finna olju við Føroyar. Niðurstøðan [...] Niðurstøðan var her tann sama sum hjá okkara egnu jarðfrøðingum, nevniliga at økið sær spennandi út, men vit eiga at vera varin við at gera íløgur o.l., áðrenn staðfest er, um olja ella gass veruliga finnast í
gjørdu menn seg so til at fara eftir honum. Spennandi var nú eisini at vita, um nakar átti veðrin, tá menn hava mist seyð har um leiðir sum tiltikna skoran er; men tað vísti seg ikki at vera nakað mark á oyrunum [...] fór hann at eta sum um einki var hent. At enda legði hann seg sum ein hundur og lá sum ein hundur eisini, verður sagt! Uppboð og fletting Klokkan 18.15 løgdu teir 25 menninir við veðrinum at landi í b [...] tveimum bátunum, farið var við, og tá varð boðað frá, at veðrurin fór at verða seldur á uppboð klokkan 21.00 í bygdini. Boðað varð beinanvegin frá, at allur peningurin í sambandi við henda veðr fór til Vága
hevur verið, at eg vil sleppa um mørk í mínum arbeiða; eisini tey mørk, ið eru millum samkomur, sigur Hans Kristian Neerskov. Í sambandi við, at hann nevnir henda skilnaða, ger Neerskov greitt, at tað nívir [...] rætt til Kosovo-landslutin heilt aftur í 7. øld. T. v. s., at argumentini eru eini 1.300 ára gomul. Hvussu langt ber til at fara aftur í tíðina at krevja rættindi til eitt øki ? - Ja, summi fara enn longur [...] ógjørligt at fremja nakran politikk í landinum, sigur hann og heldur áfram: - Tá so er, hava hinir gomlu kommunistarnir bert eitt í at velja, og tað er eitt hernaðarstýri, sum ikki dugir at føra politikk
Sagt var her í bygdini, at onkur útróðrarmaður ringdi til Emmu, tá ið hann vildi hava at vita hvussu útróðralíkindini mundu fara at verða, tá ið um streym og rákið galt. Sigast kann at mikil skaldskapur var [...] royndir til at leggja so nógv fyri. Sagt er eisini frá, at umstyringin á einum av bátunum var fyrigingin, so bakkast mátti tann líðilanga veg aftur til Fuglafjarðar. Sigast kann í dag, at tað er gott at henda [...] 1968. Og gjørdi hetta vegasambandið, at høgligari var at fara norðurum. Men áðrenn tað, varð farið við báti ella til gongu, og mundi onkuntíð vera heldur ótespiligt at fara um Skarði á stummari nátt ella
annað av, at menn komu eftir, at tað bar til at royna eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Undangongumaður í hesum var Agga í Garðastovu, sum tá førdi Gullfinn. Kortini noyddist reiðaríið at læna pengar [...] verandi viðurskifti. Jákup Jacobsen sigur, at teir ístaðin fyri umhugsa at skifta okkurt av skipunum út við betrio skip. Eitt nú er tað ikki óhugsandi, at reiðaríið fer at fáa sær annað skip fyri Jupiter og Saksaberg [...] eisini víst, at tað gekst minni enn so øllum sum ætlað, og tí er bara okkurt hendinga av hesum skipunum eftir í flotanum í dag. Júst ætlanina hjá gøtumonnum at byggja eitt so stórt skip til at fiska bíligan
middegi mikudagin sigur Heðin Mortensen tó, at hann als ikki er nøgdur við avtaluna, men at hann tó helt, at hann skuldi skriva undir allíkavæl. Hann sigur, at hann bert sær avtaluna sum eina fyribils avtalu [...] Sambandsflokkin, um at halda fram við samstarvinum í býráðnum. Nevndarsessirnir verða býttir, og Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum sleppur at halda á sum borgarstjóri. Avtalað verður at koma saman aftur [...] aftur seinnapartin dagin eftir, fyri at fáa tað síðsta uppá pláss, og at viðgera, hvørt Javnaðarflokkurin skal verða boðin við í samgonguna. Høgni Mikkelsen vil vera við, at samráðingarnar fara fram í sátt
1900-talinum, at fólk høvdu ilt við at lurta eftir tónleikinum hjá honum. Tá segði hann, at fólk um hundrað ár fóru at bríksla løgini hjá honum. Men tað ger eingin í dag. Tí er tað eingin trygd fyri, at mín tónleikur [...] við verkinum er, at áhoyrararnir skulu verða umgyrdir av tónleiki frá øllum síðum. Fólk skulu vera sum eina oyggjaflokkur mitt í havinum. ? Stóra uppgávan var at syrgja fyri, at øll fóru at hoyra sama verk [...] ikki havið, sum hevur so nógv at siga fyri føroyingar, og sum Sunleif eisini hevur fingið íblástur frá ? millum annað til symfoniina Oceanic Days. ? Tað hevur einki at siga, at eg ikki síggi út á sjógv her