Sirkusið um Vaglið í Havn

Fýra samgonguskjøl. Lygnir. Undirhondsavtalur. Ryggleysir politikarar. Undirskriftir. Proforma. Tey tvey døgnini eftir býráðsvalið í Havnini, hava verið eitt reint ?og til tíðir rættiliga undirhaldandi sirkus, fyri okkum, sum hava tímað at fylgt við. Fylt av myrkari óhumsku, sum vit øll vita finnst í politikki, men sum alt ov sjáldan kemur fram í ljósið.
Fyri tykkum, sum ikki fylgdu við, ella mistu tráðin, kemur samandrátturin her

Úrslitið var nóg illa greitt, tá telvingin um samgongu og borgarstjórasess fór í gongd. Tjóðveldið hevði fingið 4 umboð, Fólkaflokkurin 4, Sambandsflokkurin 3 og Javnaðarflokkurin fekk 2 umboð í komandi býráðnum.

Avtala nr. 1
Gjørd 10.11.04 kl. umleið 01.30

Sambært Heðini Mortensen fer fyrrverandi floksfelagin, Høgni Mikkelsen, aftur um ryggin á floksfeløgunum í Sambandsflokkinum, og ger eina undirhondsavtalu við vinmannin Jan Christiansen frá Fólkaflokkinum um samstarv komandi fýra árini. Tá ið teir báðir hava fingið alt upp á pláss, verður boðið til fundar. Heðin roynir av øllum alvi at vinna Sambandsflokkinum størri ávirkan í komandi býráðnum, men hetta verður alt feiað av borðinum.
Kortini verður um 01.30 tíðina ein skrivlig avtala gjørd ímillum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, um at halda fram við samstarvinum í býráðnum. Nevndarsessirnir verða býttir, og Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum sleppur at halda á sum borgarstjóri.
Avtalað verður at koma saman aftur seinnapartin dagin eftir, fyri at fáa tað síðsta uppá pláss, og at viðgera, hvørt Javnaðarflokkurin skal verða boðin við í samgonguna. Høgni Mikkelsen vil vera við, at samráðingarnar fara fram í sátt og semju, og eingin mótmælir nøkrum.
Øll skriva undir. Eisini Heðin Mortensen. À middegi mikudagin sigur Heðin Mortensen tó, at hann als ikki er nøgdur við avtaluna, men at hann tó helt, at hann skuldi skriva undir allíkavæl. Hann sigur, at hann bert sær avtaluna sum eina fyribils avtalu.
Jan Christiansen leggur seg at sova við teirri sannføring, at sitandi samgonga heldur fram komandi fýra árini. Tað gera allir hinir býráðslimirnir eisini ? uttan ein.

Avtala nr. 2
Gjørd 10.11.04 kl. umleið 05.00

Tjóðveldisflokkurin veit fullvæl, at samstarvið ímillum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin seinastu árini hevði verið sera gott. Jógvan Arge er noyddur at taka tað hálmstráðið, sum er, fyri at vinna Tjóðveldinum ávirkan aftur. Hálmstráðið eitur Heðin Mortensen, sum seinastu 30 árini hevur verið í býráðsarbeiði, uttan nakrantíð at hava nátt hægstu rók.
Heðin fer tí beinleiðis av fundinum við Fólkaflokkin á fund við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin.
Hann boðar alt fyri eitt formanninum í Sambandsflokkinum frá um seinna fundin, men Kaj Leo Johannesen svevur allarhelst nakað fast mikunáttina, tí hann sigur seg ikki kenna nakað til nakra telefonsamrøðu við Heðin. ? »Tað er snøgt sagt burtur úr vón og viti, at eg skal hava kent nakað til handan fundin«, sigur hann.
Tá ið seini náttarfundurin er lokin, er enn eitt samgonguskjal skrivað. Hesaferð við Heðini Mortensen úr Sambandsflokkinum sum borgarstjóra. Tveir formanssessir verða latnir til ávíkavist Høgna Mikkelsen og Beatu L. Samuelsen.
Ein kanón góð avtala, sum er væl betri enn avtalan við Fólkaflokkin. Sambandið stendur nú á odda fyri kommununi, umframt fíggjarnevdini og sosialu nevnd. Heðin hevur gjørt kubbið. Heldur hann...
Fyrsta viðmerkingin frá Kaj Leo Johannesen er eisini, at hann sjálvsagt fegnast um, at Sambandið hevur fingið borgarstjórasessin.
Men í politikki broytist myndin skjótt. 24 tímar seinni er stóri atkvøðuslúkurin hjá Sambandsflokkinum settur út í myrkri. »Brýtur tú skrivligar avtalur, skaðar tú flokkin«, eru greiðu boðini frá Føroya Væl.
Høgni Mikkelsen gongur á odda og rópar harðast. Beata gongur aftaná, og brátt hava tey savnað eitt stórt sambandsfylgi, sum púra samt og í felag rópar »krossfest, krossfest«.
Einasti sambandsmaðurin, sum kemur Heðini til hjálpar er Johan Dahl, sum í sínari tíð sjálvur varð lynchaður av høgu sambandsheykunum í Havn. Í lesarabrævi skrivar Johan Dahl, at Høgni, Kaj Leo og Annfinn gera stóran skaða á flokkin við sínum heksajaktakendu avgerðum. Størri skaða enn Heðin, við sínum tveimum undirskriftum.
Men eingin lurtar.
Heðin, sum sjálvur beint eftir valið segði, at »utak verdens løn«, má enn einaferð sanna hesi orðini.
Við egnum orðum fær hann valið um »at verða hongdur ella skotin«, antin at fara úr flokkinum ella verða blakaður út. Hann kann tó breggja sær av at vera fyrsti maður, sum nakrantíð er tveittur úr Sambandsflokkinum.
Tað er í grundini eisini sera forvitnisligt hví, serliga Høgni Mikkelsen, men eisini restin av Sambandsflokkinum, ikki unnir stóra atkvøðuslúkinum Heðini Mortensen borgarstjórasessin. Hví vil Sambandsflokkurin heldur hava Jan Christiansen frá Fólkaflokkinum á hægstu rók? Segði nakar nakað um onkra undirhondsavtalu? Ella at Høgni Mikkelsen er í skeivum flokki?

Avtala nr 3
Gjørd 11.11.04, einaferð ímillum kl 23.00 og 06.00
Jan Christiansen, sum júst hevur tapt ein týdningarmiklan leik í politiska talvinum, fer sjálvsagt við í kórið, sum syngur um ljóta og ótrúverdiga Heðin Mortensen. Borgarstjórasessurin er gloppin honum av hondum, og Jan setur nú alt inn fyri at vinna hann aftur. Tískil setur hann seg við telefonina at ringja til Javnaðarflokkin.
Og Javnaðarflokkurin heldur seg ikki aftur. Katrin Dahl Jacobsen og Elin Lindenskov fara á fund við Jan, Høgna og Beatu, aftanfyri ryggin á Tjóðveldisflokkinum og Heðini Mortensen, hóast Elin Lindenskov tíðliga mikumorgunin bedýrar, at »Javnaðarflokkurin heldur seg til tað, sum vit binda okkum til«.
Og júst Elin Lindenskov situr nú í rættiliga trongum, reyðum skóm. Skal hon halda fast um skjalið, sum hon longu hevur undirskrivað? Við einum borgarstjóra, sum júst hevur stungið sínar floksfelagar í ryggin, og einsamallur er farin upp í samgonguna, sum Torfinn Smith á sinni gjørdi ímóti henni? Ella skal hon fara upp í part við Jan Christiansen og hansara fólki, sum jú undir ongum umstøðum vildu hava hana við í samgonguna fyri tveimum árum síðani?
Javnaðarkvinnurnar fara á fundin. Tær kunnu jú ikki líta á Heðin Mortensen, tá hann kann finna uppá at skriva undir tvær avtalur! Aðra aftanfyri ryggin á samstarvsflokkinum!
Fundurin endar tó við, at eisini Javnaðarflokkurin skrivar undir enn eina samtarvsavtalu. Aftanfyri ryggin á samstarvsflokkinum, Tjóðveldinum.
Tær eru tó snildari enn so, og vilja ikki risikera at koma í somu støðu sum Heðin Mortensen, og harvið seinni verða blakaðar úr flokkinum fyri mist trúðvirði. Tí boða tær valfelagið sínum frá um fundin við Fólkaflokkin.
Viðmerkt á avtaluna við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin verður tí, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skal góðkenna sáttmálan, áðrenn hann verður galdandi.
Men tað ger felagið ikki.

Tilboð um avtalu nr 4
Givið 11.11.04, um dagin
Hetta sirkusið gerst nú ovboðið fyri Jan Christiansen. Nú sær hann seg noyddan til at offra borgarstjórasessin, fyri at koma í samgonguna. Einasti flokkur, sum nú er eftir at fríggja til, er Tjóðveldisflokkurin.
»Jógvan Arge borgarstjóri«, ljóðar, í Jansa oyrum, sum eitt skotsikkurt tilboð. Jan hevur jú eisini verið so umhugsin sjálvur at skaða trúðvirðið Javnarfloksins, við at fáa tær at fara handan ryggin á Tjóðveldisflokkinum og skriva undir eina hálvvánaliga avtalu við seg. So hóast Jógvan Arge kann hava álit á Heðini Mortensen, tí hesin ikki hevur brotið nakra avtalu við Tjóðveldisflokkin, so má trúðvirðið hjá Javnaðarflokkinum vera rokið.
Men Jógvan Arge vísir seg tó sum ein støðufastan klett í øllum briminum á Vaglinum. Hann sigur nei takk til tilboðið, so nú eru góð ráð dýr hjá Jan Christiansen, sum treivst so væl sum borgarstjóri.
Ein góður spurningur er sjálvandi, hvussu tað ber til, at Tjóðveldið kann standa við avtaluna, tá trúðvirðið hjá bæði Heðini Mortensen og nú eisini Javnaðarflokkinum, hevur fingið eitt so álvarsamt skot fyri bógvin. Var frægasta loysnin ikki at para seg við Fólkaflokkin, fáa borgarstjórasessin og lata trúðvirðisloysingarnar sita í andstøðu?
-------------
Seinnapartin mikudagin pikkar ein 58 ára gamal havnarmaður uppá dyrnar hjá Javnaðarflokkinum. Hann fekk næstflestar atkvøður til valið, og síðani fekk hann durafjóringin frá flokki sínum. Javnaðarflokkurin letur hurðarnar upp og tekur hann til sín. Heðin Mortensen er nú javnaðarmaður, og hevur harvið vent sær aftur á gamlar slóðir.

Avtala nr 4
Gjørd 11.11.04 kl um 20.15
Men Jógvan Arge vísir seg sum tann fyrigevandi faðirin, sum gleðiliga lovar øllum sínum óskikkiligu børnum inn í hitan aftur. Avtalan við Heðin Mortensen, sum eingin av hinum flokksfeløgunum, hvørki fyrrverandi ella núverandi kann hava álit á, og Javnaðarflokkin, sum eisini undirskrivaði tvey skjøl, verður standandi, tí Jógvan Arge sigur, »at tað var nakað heilt annað tá, og at tað er nakað nýtt nú.«
Javnaðarkvinnurnar og nýggi limurin í Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen, skriva enn einaferð undir. Heðin viðmerkir enntá, at »Vit í javnaðarflokkinum, vilja gera alt tað besta fyri býin«.
Harvið var samgonguskjalið, sum verður galdandi fram til 2008, sett í gildi.
Jan Christiansen spældi kortini skeivt, tí um hann bert var farin til Tjóðveldið beinanvegin, høvdu teir, tey næstu fýra árini, sloppið undan at sitið í andstøðu, við einum borgarstjóra, teir ikki hava álit á, og einum samgonguflokki, sum ikki hevur trúðvirði.
Fyribils endaliga samgonguskjalið er undirskrivað.