Marjun Bæk
Tann evangelisk-lutherska fólkakirkjan er ein grundarsteinur í okkara landi. Hon hevur borið trúnna frá ættarliði til ættarlið í nærum 500 ár. Tey smáu børnini hava - áðrenn vit vaksnu spilla tey við krøvum um nakað fyri nakað - kvitt og frítt fingið Guðs ríki upp á tann einasta mátan, sum Guðs ríki kann arvast: Av náði. Tey ungu verða, áðrenn tey møta tí bæði krevjandi og spennandi vaksnamannalívinum, mint á, at tey aldrin eru einsamøll, og altíð kunnu vænta sær alt gott frá Guð faðiri, syni og heilaga andanum. Hjúnini læra, at tey hvør sær og saman eru Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu og at tað er inspiratión eisini til tað dagliga samlívið at heinta í tí kærleikanum, sum Guð hevur elskað okkum við. Og tey gomlu kunnu leggja eyguni saman fyri seinastu ferð í teirri vissu, at sama hvat teirra eftirmæli er, so eigur Guð síðsta orðið, og tað er eitt náðiríkt orð.
Í kirkjuni hava vit lært sálmar, hvørs skaldskapur ikki smæðist burtur millum annan skaldskap, vit hava hoyrt kjarnutextir úr okkara bíbliu ár um ár, vit hava hoyrt prædikur og lestrar, sum bæði kunna hava lyft okkum upp, so vit fara í holt við eina nýggja viku við fattari pannu, men sum eisini kunnu órógva positiva ella negativa vegin, eins og tað var onkuntíð einki orð rakk inn.
Fyri nú ikki at blanda meg uppí visjón 2015, so vil eg heldur, at vit fylgjast í kirkju ein vanligan sunnudag í 2017.
Kanska fara vit eitt sindur tíðliga, tí tað er altíð gott at steðga eina løtu í vápnahúsinum: Nú er tað einkisigandi orðið "forkirkja" lagt av, tí hóast tað ikki í øldir hevur verið siður at hava vápn uppi á sær í og úr kirkju, so minnir orðið vápnahúsið okkum á allar tær ørkymlandi og kanska eisini niðrandi óndskapsfullu hugsanirnar, vit meira og minni tilvitað draga við okkum, og sum vit eiga at leggja frá okkum áðrenn guðstænastuna, um kirkjufriðurin skal valda, og tað skal hann. Har er eisini altíð onkur forvitnisligur lesnaður, ella onkur at práta við, kanska ein kaffimunnur, ella okkum dámar bara friðin og vit njóta tøgnina, meðan kirkjutænararnir leggja tað síðsta til rættis áðrenn guðstænastuna. So ringir kirkjuklokkan og vit finna øll okkara pláss. Urgan leikar so tað er ein frøði fyri oyrað, tí nú hava vit fingið væl útbúnar og væl løntar urguleikarar um alt landið. Summir teirra hava bæði barna-, ungdóms- og vaksnamanna-kór, sum seta sín dám á guðstænasturnar um høgtíðirnar og við onnur serlig høvi. Sálmasangurin lænir okkum orð og hugsunarhættir, sum annars sjáldan koma okkum til hugs, og vit skilja nú, hví Luther á sinni segði, at tónleikurin er ein av Guðs vakrastu og dýrabærastu gávum... at nótarnir geva textunum lív... og reka burt hugtyngd. Sálmabókin hevur nú allar teir ódeyðiligu sálmarnar við teimum gomlu løgunum við, og harumframt eitt stórt tal av nýggjari sálmum við nýggjum løgum. Og sjálvsagt standa løgini í sálmabókini. Kollektirnar eru seinastu árini snøggaðar eitt sindur, so tað ikki er so langt millum okkara lív og okkara spurningar, sum tað mangan var í teimum gomlu. Trúarorðini eru tey somu, tíðarleys sum tey eru, men nú syngja vit tey altíð, eisini tá ið lestur er, og lagið er umsíðir snikkað til, so tað hóskar betur til orðini, og vit syngja sama lag í øllum landinum. 10 góðar lestrarbøkur eru komnar aftrat, so okkara deknar hava fingið eitt størri úrval. Prestur er í dag, og tað hoyrist, at hann hevur arbeitt við tekstinum og við prædikuni, so har er okkurt at hava við sær útaftur. Kirkjubønin eftir prædikuna leiðir okkum við sær inn í hvønn krók í landinum og út um allan heimin. Vit syrgja tað syrgiliga og gleðast um alt, sum ber tann rætta vegin at gera lívið meira liviligt hjá teimum Guðsbørnunum, vit sjálvi og heimurin mangan ikki gáa um. Har er barnadópur, og betri prædika um Guðs ríki fæst ongastaðni sum har. So fara vit til altars, stór og smá, ymisk í sinni og skinni, summi á hægstu rókum í samfelagsstiganum, onnur meira ókend, men við Harrans borð fáa øll sama sess. Tíbetur hoyrir tað eini farnari tíð til, at summir menn ikki hildu seg kunna boyggja knø við altarið, tí ein kvinna stóð við kalikinum. Biðisløgini at enda - áðrenn urgan aftur leikandi fylgir okkum út - eru høgtíð: Sum barn lærdi eg, at eg ikki skuldi telja, men heldur siga innantanna: Takk Guð faðir, Takk Guðs sonur, Takk Guð heilagi andi, og tað geri eg enn.
Hvat er so hent hesi 10 árini:
Tað tók tíbetur bert tvey ár eftir yvirtøkuna til alt lógarverkið, allar kunngerðir og øll umfarsskriv vóru liðug. Okkurt skal alla tíðina endurskoðast og dagførast, treyðugt so, men í tí stóra og heila eru teir politisku karmarnir um fólkakirkjuna góðir. Tað merkist, at løgtingið hevur lurtað eftir okkum, sum starvast í kirkjuni, og tað merkist eisini, at politikarar sum heild hava lært at kenna mun á fólkakirkjuni og fríkirkjum.
Vit eru nú ein biskupur, 3 próstar og 27 prestar, tríggir eru komnir aftrat til kirkjurnar í Havn, og ein arbeiðir á stiftinum og leggur ymist alment tilfar til rættis umframt at avloysa onkustaðni stytri tíðarskeið. Skattaloftið er sjálvandi horvið: kirkjuskatturin hevur jú altíð verið umsitin fyrimyndarliga ábyrgdarfult, og í kirkjugrunninum er tað, sum eigur at vera har, so vit eisini høvdu ráð til at seta ein samskipara eina tíð, tá samstarvið millum skúla og kirkju um sálmasang og bíbliu-drama-guðstænastur var um reppið at vaksa okkum upp um høvdið. Aftankvirrur, musikkandaktir, ungdóms- og barnaguðstænastur eru komnar fyri at vera, og tíbetur hava eisini teir yngru tónleikabólkarnir tikið sálmasangin til sín og tulkað hann uppá sín máta, so tey ungu javnan fylla kirkjuna. Vit hava góð toymir, sum arbeiða við at leggja tær ógvuliga ymisku guðstænasturnar og evniskvøldini til rættis, so allir aldursbólkar hava okkurt at koma eftir.
Prestagarðarnir eru í góðum og tíðarhóskandi standi, og prestarnir gjalda nú einans eitt ásett húsaleiguískoyti í mun til støddina á húskjunum.
Prestarnir hava fingið munandi lagaligari og liðiligari arbeiðskor: Góða løn við hóskandi ískoyti fyri óvanliga arbeiðstíð, feriur og frívikuskifti eru eitt sindur økt, og fimta hvørt ár hava prestar og urguleikarar loyvi til at halda frí um høgtíðirnar. Hetta er serliga gott hjá teimum yngru prestunum við smáum børnum, og við góðari fyrisiting letur tað seg væl gera, nú talið av prestum og útbúnum urguleikarum er økt.
Allir prestar hava høvi til eftirútbúgving í meðal 3 vikur um árið. Og allir prestar skulu, áðrenn teir hava verið í starvi 4 ár, hava tikið útbúgving í sálarrøkt á støði við ta útbúgvingina, sum Teologisk Pædagogisk Center í Danmark bjóðar.
Tað hevur eisini bøtt um samstarvið millum prestarnar, at vit nú hittast í bispagarðinum sættu hvørja viku at skifta orð um tað, sum nú rørist í tíðini. Har fáa vit eisini at vita, hvat tey hava fingið burturúr, sum hava verið á skeið, og har verða avtalur gjørdar, sum loyva einum presti t.d. prædikufrí í ein mánaða fyri at arbeiða við onkrum ávísum, meðan aðrir arbeiða eitt sindur meira.
Framvegis eru teir flestu kirkjutænararnir óløntir, uttan í teimum stóru kirkjunum, har tað eru fleiri gravarferðir og fleiri brúdleyp um vikuna. Tey flestu kirkjuráðini hava tó skipað so fyri, at tað eru nógvir deknar og klokkarar, sum skiftast, so tað ikki verður ov møtimikið hjá nøkrum fáum, og tað er gott bæði fyri kirkjuna og kirkjufólkið, at tað eru alt fleiri, sum átaka sær eina afturvendandi tænastu.
Heimamissiónin, sum var um at gerast heimføðislig og missa sítt kirkjuliga kjølfesti, er farin at skikka sær betur, og er hildin uppat at sortera prestar og onnur í meira og minni trúgvandi og vantrúgvandi. Ein gamal missiónsmaður, sum altíð var trúgvur í kirkjuni, segði einaferð, at meðan guðstænastan í kirkjuni skuldi vera hátíðarlig og og væl skipað, so skuldi missiónshúsið bara vera sum ein stova, har tú ikki ræðist meiningar, sum líkjast frá tínum egnu, og har tað ber til at skifta orð um alt. Vit eru fleiri, sum nú aftur kenna okkum vælkomin í Heimamissiónini.
So fari eg ikki at siga meira um víðsjón 2017: Restin fer at verða upp til tykkara.
Aðrir stórir spurningar, sum tað kundi verið vert at nomið við, og sum tað kanska verða stundir til at skifta orð um er t.d. hugtøkini
1.Fólkakirkja og landskirkja.
2. Skal kirkjan verða nevnd í eini komandi grundlóg?
3. ???
Takk fyri!









