1) Hvat var endamálið við ferðini?
2) Hvørjir vóru luttakararnir á ferðini?
3) Hvør tók stig til ferðina?
4) Hvør rindaði fyri ferðina?
5) Hvussu nógv kostaði ferðin tilsamans og fyri hvønn einstakan?
6) Hvussu leingi vardi ferðin?
7) Hvat var ítøkiliga úrslitið av ferðini?
Harra formaður. Spurningarnir verða ikki svaraði í somu raðfylgju, sum spurt varð, men skal eg svara teimum øllum kortini. Tó verður tað soleiðis, at eg í sambandi við nakrar av spurningunum bara kann svara fyri meg og oljumáladeildina.
2) Hvørjir vóru luttakararnir á ferðini?
Luttakararnir vóru hesir:
Eyðun Andreasen, Fróðskaparsetur Føroya. Jóannes Dalsgaard, Undirvísingar- og mentamálastýrið. Tróndur Djurhuus, Sjónvarp Føroya. Karsten Arnskov, Sjónvarp Føroya. Johan Mortensen, Útvarp Føroya. Jan Müller, Sosialurin. Jákup P. Joensen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kjartan Kristiansen, Menningarstovan. Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan. Martin V. Heinesen, Jarðfrøðisavnið. Signar Heinesen, Landsverkfrøðingurin. Johan Mc Donald, umboðsmaður fyri ARCO Eurasia and Africa Limited. Herálvur Joensen, oljumáladeildin. Alex Buvik, oljumáladeildin. Karstin Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum.
Afturat okkum vóru nøkur umboð fyri Texaco-samtakið, t.e. oljufeløgini Texaco, Conoco, Arco og Murphy, ið øll eru úr USA. Tó eru tað europeisku dótturfeløgini, ið hava ábyrgdina fyri arbeiði teirra á føroyskum møki.
3) Hvør tók stig til ferðina?
Oljufelagið ARCO ella Atlantic Richfield Company, sum hevur stóra oljuframleiðslu á norðurstrond Alaska, hevði longu í 1997 hug at bjóða føroyskum umboðum til Alaska. Hetta kom kortini ikki í lag tá.
Eg fekk innbjóðing til Alaska um miðjan juni mánaða, tá fundur varð hildin í GEM samtakinum. GEM samtakið eru 23 oljufeløg sum í felag og í samstarvi við føroyskar myndugleikar og stovnar gera ymiskar umhvørviskanningar við atliti til komandi oljuleitingar á føroyskum øki. Umboðsmaður fyri ARCO í Bretlandi nýtti í hesum sambandi høvi at heilsa upp á meg og handaði mær, umframt tveimum embætismonnum mínum, samstundis innbjóðing til Alaska.
4) Hvør rindaði fyri
ferðina?
Tíverri kann eg illa svara fyri onnur enn meg og mína umsiting.
Oljumáladeildin, Jarðfrøðisavnið og Oljuráðleggingarnevndin hava, síð-ani farið varð undir at fyrireika oljuleiting við Føroyar, fingið eitt ótal av innbjóðingum frá oljufeløgum, sum vilja vísa lutvíst at tey eru áhugað fyri oljuleiting við Føroyar og lutvíst nýta høvi at kunna um teirra leitivirksemi, framleiðslu og viðgerð av olju og gassi í øðrum heimspørtum. Oljumáladeildin, Jarðfrøðisavnið og Oljuráðleggingarnevndin hava verið varin við at taka av slíkum innbjóðingum og hava tí bert játtað í heilt fáum førum.
Lat meg her beinanvegin nevna, at vit ? sum natúrligt er ? hava nógv samskifti við øll oljufeløgini, ið sýna Føroyum áhuga. Ferðir sum henda fáa onga ávirkan á, hvussu leitingarloyvi til sína tíð verða tillutað. Tá komið verður til okkara fyrsta útbjóðingarumfar, vónandi um ikki ov langa tíð, skulu útbjóðingartreytirnar sambært kollvetnislógini leggjast fyri løgtingið. Tá fer eisini at gerast tingmonnum greitt, at í sambandi við leitingarloyvini verður dentur lagdur á onnur og meira týdningarmikil viðurskifti enn innbjóðingar, døgurðar og annað líknandi.
Tá tikið hevur verið av innbjóðingum, hevur aðalreglan hjá Oljumáladeildini frá fyrsta degi verið tann, at landskassin rindar ferðina úr Føroyum og til komið er á staðið, har verturin hevur høvuðssæti. Somuleiðis rindar landskassin fyri heimferðina. Verturin rindar soleiðis fyri tann partin, sum hevur við aðra ferðing at gera, t.d. um vitjað verður á ymiskum støðum, umframt fyri uppihaldið. Hetta gjørdi fyrisitingin meg eisini varan við í sambandi við innbjóðingina til Alaska.
Í hesum førinum rindaði landskassin ferðina hjá mær og mínum embætisfólki til London, har ARCO Eurasia and Africa Limited hevur høvuðssæti og har vitjanin byrjaði. Eg veit, at Jarð-frøðisavnið og fíggjarmálaráðharrin nýttu somu mannagongd.
5) Hvussu nógv kostaði
ferðin tilsamans og fyri
hvønn einstakan?
Hvussu nógv ferðin kostaði tilsamans og fyri hvønn einstakan av luttakarunum, kann eg einki vita um. Fyri meg og míni 2 embætisfólk á oljumáladeildini kostaði ferðin sambært ferðauppgerðunum kr. 24.468,70 samanlagt. Afturat hesum kemur ein upphædd á kr. 8.750,- í samsýning til ein ráðgeva, sum gjørdi nakað av tilfari og kunnaði meg, landsstýrismannin í fíggjarmálum umframt nøkur av embætisfólkunum um Alaska og oljuvinnuna har. Hetta fyri at vit skuldu vera best møguligt fyrireikað, áðrenn farið varð avstað, og fyri at vit kundu fyrihalda okkum kritiskt til tað, sum vit sóu og upplivdu.
6) Hvussu leingi vardi
ferðin?
Ferðin vardi frá sunnudegi 6. september 1998 til sunnudag 13. september 1998.
Harra formaður. Eg ætli mær til seinast at svara spurningi 1) Hvat var endamálið við ferðini? og spurningi 7) Hvat var ítøkiliga úrslitið av ferðini?
Hesir spurningarnir verða helst svaraðir ymiskt alt eftir hvørjir av luttakarunum verða spurdir. Onkur hevur serligan áhuga fyri ávirkanini, sum oljuvinnan hevur havt á mentan og fólkalív, onkur annar legði dent á, hvat lokala vinnulívið í Alaska hevði fingið burturúr oljumenningini og uppaftur onnur kunnaðu seg breitt um Alaska og oljuvinnuna.
Fyri mítt viðkomandi var endamálið við ferðini at síggja, hvussu eitt samfelag við rættiliga avmarkaðum fólkatali (umleið 600.000 fólk) hevur skipað sína oljuvinnu og í hesum sambandi hevði eg serligan áhuga fyri árininum, ið oljuvinnan hevur á umhvørvi og náttúru.
Tað kann vera torført at meta um ítøkiliga úrslitið, sum kemur burtur úr slíkari kunningarferð ? og hjá oljumáladeildini sæst úrslitið neyvan fyrr enn vit komandi ár endaliga fara at evna til uppskot um treytir fyri okkara fyrsta útbjóðingarumfar. Eg kann annars vísa á, at tíðindafólkini, sum luttóku á ferðini, hava greitt frá túrinum í bløðum og útvarpi, og seinni kemur væntandi onkur sending í sjónvarpinum. Somuleiðis havi eg skilt, at fleiri av luttakarunum hava skrivað ferðafrágreiðingar, soleiðis at vitanin, sum er fingin til vega, seinni kann verða gagnnýtt í føroyskum høpi. M.a. kann eg í hesum sambandi nevna, at frágreiðing er skrivað um, hvussu Alaska hevur greitt síni umhvørvisviðurskifti. Uttan iva eru ymisk viðurskifti í hesum sambandi, sum vit í Føroyum kunnu læra av, t.d. at neyðugt er við greiðum umhvørvisstandardum og at neyðugt er við sonevndum baseline kanningum. t.e. skráseting av hvussu umhvørvið sær út í løtuni, áðrenn oljuvinnan rættiliga fer ígongd. Verða slíkar kanningar ikki gjørdar, er torført seinni at meta um, hvørji árin oljuvinnan hevur havt á umhvørvið. Tað er m.a. slíkar baseline kanningar, sum GEM samstarvið skal fáa til vega í føroyskum høpi.
Fyri mítt egna viðkomandi kann eg stutt siga, at ARCO hevði skipað ferðina sera væl, m.a. soleiðis at vit fyrsta dagin í London vórðu kunnað um, hvussu ARCO metir vánirnar fyri at finna olju við Føroyar. Niðurstøðan var her tann sama sum hjá okkara egnu jarðfrøðingum, nevniliga at økið sær spennandi út, men vit eiga at vera varin við at gera íløgur o.l., áðrenn staðfest er, um olja ella gass veruliga finnast í undirgrundini.
Í Anchorage varð skipað fyri sera áhugaverdum dagskeiði um nærum øll viðurskifti, sum hava við oljuvinnuna í Alaska at gera. Nógv kundi verið tikið fram frá hesum skeiðnum, men vil eg serliga ? havandi lága oljuprísin í huga ? vísa á, at eitt av myndugleikaumboðnum nevndi, at oljuframleiðslan í Alaska tók dyk á seg í sjeytiárunum, tá oljuprísirnir vóru sera høgir. Almennu inntøkurnar vuksu tí skjótt og myndugleikaumboðið metti, at hetta var óheppið, tí myndugleikarnir vandust við hesar inntøkur. Tá so prísurin fall mitt í áttatiárunum gav hetta álvarsligan baksláttur. Somuleiðis var áhugavert at hoyra um, hvussu ein partur av almennu inntøkunum var latin í ein serligan grunn, soleiðis at peningurin ikki fór um umferð í Alaska. Grunnurin, ið nevndist Alaska Permanent Fund, varð í september virðismettur til meira enn 25 mia. US dollarar. Fíggjarmála-stýrið og Landsbankin hava fingið eitt sindur av tilfari um henda grunnin.
Harra formaður. Føroyar standa á gáttini til eina oljuvinnu og altjóða oljufeløgini sýna okkara øki stóran ans. Eisini nú oljuprísirnir eru søguliga lágir. Mær tykir tað vera rætt, at vit kunna okkum væl um, hvussu onnur hava skipað seg, tá oljuvinna hevur tikið seg upp. Higartil hava tað kanska serliga verið tey, sum beinleiðis hava við oljuumsiting at gera, sum hava kunnað seg um hesi viðurskifti. Eg haldi tað vera skilagott, at onnur, t.d. tey sum varða av mentan, fólkalívi, umhvørvi, samferðslukervi, vinnulívi í breiðari merking osfr. eisini kunna seg um, hvørja ávirkan ein komandi oljuvinna kann roknast at fáa á okkara samfelag. Somuleiðis haldi eg tað vera rætt, at fjølmiðlarnir, sum hava sera týðandi samfelagsuppgávu, nevniliga at geva almenninginum innlit í samfelagsbroytingar, røkja sína uppgávu við støði í veruligari vitan og forstáilsi fyri tí, sum væntast kann at henda, segði Eyðun Elttør í sínum aftursvari.