Tjekkað í Kunoy

Hon er havnargenta og heilsufreak. Leiðari og listakvinna. Livir í nú’inum og elskar lekkir klæðir. Snøgt sagt: Ein kulan lívsstíl … Í KUNOY!

Hedvig Johansdóttir.

34 ár.

Uppvaksin á Frælsinum í Havn.

Gift við Erlingi Høgnesen, 35 ár, sivilverkfrøðingur úr Klaksvík.

Børnini eru Ronja 6 ár og Boas 5 ár.

Leiðari í Barnahúsinum Margit og í útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík.

Elskar at renna og mála.

Kann ikki liva uttan teppir, stearinljós og heimabakað.

Tosar føroyskt, danskt, enskt og spanskt.

Útbúgvin kunstpedagogur og tekur leiðsluútbúgving.

Eigur ein lítlan bil, Suzuki Swift og ein fittan gravhund.

Besti sangurin er ”Í tínum trygdarskugga" við Martin Joensen.



Postboðið bankar á dyrnar og handar henni ein stóran bjálvaðan brævbjálva við gávu í frá svigarinnuni í Filipsoyggjunum. Hedvig Johansdóttir takkar, letur úthurðina aftur og setist at fortelja um, hvussu tað ber til, at hon, sum havnarkona, valdi at búseta seg í Kunoy.

- At búgva her í Kunoy gevur mær frælsi at liva tað lívið, sum eg ynski. Tí eg kann ikki ganga upp á kompromis við tað, sum hevur allar størstan týdning, nevniliga góðu løturnar saman við manninum og børnunum. Hóast eg eri havnagenta, so eri eg meira náttúrumenniskja. Her í Kunoy er vakurt og friðarligt, vit eru ikki bundin av skuld, sigur Hedvig og setir koppin á San Fransisco. Undir klára voksdúkinum liggur eitt stórt heimskort og ber boð um, at hóast vit eru stødd í Kunoy, eru vit framvegis partur av alheiminum.

- Vit hava búð í Keypmannahavn, Spania og í Reykjavík. Fyri okkum hevur tað ikki so stóran týdning, hvar vit búgva, men at njóta núið, óansæð, hvar vit eru. So hetta er eitt sindur sum at búgva í summarhúsi alt árið, sigur Hedvig og fær sær eitt jarðber við myrkari sjokolátu av uppsatsinum í trimum hæddum.

Hugnaligu eittplanshúsini ovarlaga í bygdini hava eisini ein ljósan og lættan summardám, við tjaldursklippum úr homrunum í erva, smálombum í túninum og stórslignum útsýni yvir fjallaryggirnar á Borðoynni.


VELUR TIL HELDUR ENN FRÁ

Longu sum ung avgjørdu Hedvig og Erling, hvussu tey vildu liva lívið saman.

- Eg vil ikki vera partur av materiella resinum, har eg ikki havi yvirskot til børnini ella at smílast til mannin, tá hann kemur heim, sigur Hedvig, sum heldur tað vera spennandi at seta sær eitt mál, fyri síðani at skipa lívið soleiðis, at til ber at røkka hesum máli.

- Men eg elski at fara ein túr til Havnar. At drekka ein Caffè Latte í Baresso, eta Brunch við børnunum á Hvonn ella gera kvetti í Klivanum. Eg vil kunna velja tað til, men ikki vera partur av larminum hvønn dag, sigur hon, og fær sær eitt petti av ananas av avlanga fatinum við frukt og osti.

- Fólk halda ofta, at alt er so smátt og forvitið á bygd. Men her er nógv meira privat enn á Frælsinum, har eg vaks upp. Her sær ongin inn. Børnini spæla saman í frítíðini, og eg læni sukur frá grannanum. Burtursæð frá tí, liva vit akkurát líka anonymt her sum í Hoyvík, á Nørrebro, í Spania ella í Reykjavík. Men her eru bara 10 minuttir til Klaksvíkar, ommur og abbar, arbeiði og vinfólk.


RAÐFESTIR TÍÐ OG ORKU

Hedvig kemur fleiri ferðir aftur til hetta við at liva í nú’inum.

- Eg vil altíð hava stundir at flenna og syngja saman við børnunum. At balla okkum í teppir á bonkinum uttanfyri og bara vera, liggja og hyggja at einum longum teknifilmi og fáa eitt smíl í bakspeglinum í bilinum á veg inn til barnagarðin. Og onki skal fáa meg burtur frá hesum løtunum, sum eg goymi inni í hjartanum, hugleiðir hon.

Eisini loyvir hesin lívsstílur henni at mála ella at renna sær ein túr uttan at fáa stress ella ringa samvitsku. Tí er tað eisini umráðandi at raðfesta avmarkaðu orkuna og peningaliga tilfeingið væl.

- Heldur enn eini stásilig milliónahús, hava vit valt at raðfesta eitt lekkurt baðirúm við einum lekrum baðikari her í Kunoy.

Eitt annað, sum Hedvig hevur lært seg, er at lata vera við at brúka fleiri pengar, enn tey hava. Tí, sum hon sigur, so missir tú aftur frælsið.

- Tí keypi eg ikki dýrt, og eg elski at gera kvetti, til dømis í endurnýtslu ella á útsølu. Eg skal helst eisini hava uppiborið tað, sum eg keypi. Tað skal helst hava eina søgu ella orsøk, sigur hon, og nevnir til dømis “Pædagogjakkan” frá Diesel, frá tá hon gjørdist námsfrøðingur, ella jakkin frá Odd Molley, sum nú eitur LEKODA-jakkin, eftir leiðsluskeiðinum, sum hon gongur á.

Men tað krevur nógva tíð at vera ein góð kona, mamma, leiðari, rennari og málari. Tí hevur Hedvig eisini valt at raðfesta orkuna, so gerandisdagurin hongur saman.

- Eg nái ikki alt og royni at siga “gott er”. Men eg vil gera tað gott, sum eg geri. Tí hava vit eisini valt at hava húshjálp at gera reint eina ferð um vikuna, so tá vikuskiftini koma, kann eg njóta frítíðina saman við børnunum, forklárar Hedvig, sum eisini hevur sett bindiklubban í bíðistøðu eina tíð.

- Tað vóru so nógvir fundir og arbeiði, so eg mátti velja, so eg ikki gekk við ringari samvitsku. So nú vitji eg heldur onkra vinkonu, tá vit hava tíð, sigur Hedvig.

Men rennifelagið Treysti fær nakað av tíðini, tí har ber til at koma, tá ein hevur tíð.


SUNN INN Í SÁLINA

Hedvig Johansdóttir hevur runnið tey síðstu nógvu árini, og tað er blivið til bæði hálvmarathon og gullheiðursmerki.

- Einastu ferðirnar, vit hava barnagentu, er, tá vit fara rennitúr saman, eg og Erling. Soleiðis hjúkla vit um parlagið.

Hon hevur runnið úr Sumba til Sandvíkar, luttikið í heilsurenning í Klaksvík, og skógvarnir eru altíð við, tá hon fer til Havnar.

- Eg renni fyrst og fremst fyri vælveruna. Eri eisini kappingarmenniskja, men kappist kanska mest við meg sjálva.

Hedvig leggur stóran dent á at liva og eta sunt. So tá maðurin fyri nøkrum árum síðani fekk staðfest arvaliga sukursjúku, hevði tað lítla ávirkan á lívsvanarnar hjá familjuni.

- Eg mungi ikki eftir góðgæti og køkum, men vil nógv heldur vera slonk og sunn og kenna meg væl, bæði innan og uttan. Inni í sálini við at hava Harran hjá mær alla tíðina og hvønn dag, og uttaná við at vera rein og sunn og at lata meg pent í.


SKAPAR SJÁLV SÍTT RÁK

Nú vit tosa um at lata seg pent í, fer tosið yvir á klæðir og skógvar, tí Hedvig vil ikki bara fylgja rákinum ella mótanum.

- Eg vil helst finna eina djypri meining í øllum. Men samstundis dámar mær væl góðan stíl, móta, klæðir og innrætting. So eg geva meg yvir til tað kvinnuliga og pyntiliga. Helst ráar og romantiskar dygdarvørur.

Klæðini fær Hedvig ofta rós fyri, tí hon dugir væl at finna tað rætta og at seta tað pent saman. Tað eru góð merki, keypt í endurnýtslu ella outlet. Manglar hon eina hvíta skjúrtu, bíðar hon til tann rætta er funnin, og so keypir hon hana. Á tann hátt kemur hon ikki heim við feilkeypum og vánaligari góðsku, men fær pengarnar at røkka til tað rætta.

Merkini, sum ganga aftur, eru Odd Molly, Diesel og Replay. Ofta keypt bíligað, seymað um ella á útsølu. Og so frískað upp við einum heimabundnum turriklæði, einum skinnvesti, persónligum tilhoyri, smúkkum og penum skóm.

- Tað besta komplimentið, eg havi fingið, var frá einari, sum segði: ”Tú gongur altíð í sovorðnum, sum man ikki fær í handlunum”. Eg vil gjarna vera orginal, líka mikið, hvar eg búgvi. Ikki tí tað er modernað, men tí mær dámar tað. Tí eg elski at kenna meg reina, vakra og sunna, heilt inn í sálina. Og tað havi eg valt.


--


Knekkbreyð frá starvsfelaganum Eileen


1 dl. av havragrýni

1 dl. av sesamfræ

1 dl. av hørfræ

1 dl. av sólblómukjarnum

1 dl. av græskarkjarnum

3 ½ dl. av hveitimjøli

2 dl. av vatni

1 ¼ dl. av olju

1 tsk. av bakipulvuri

2 ½ tsk. av salti


Verða bakað í 200 stigum í 15-20 minuttir.


--


Tekstur til málningar:

Hedvig hevur innrættað sær eitt málikamar í húsinum. Hendan myndarøðin av familjuni hongur í gongini. Hon hevur lært at mála hjá Kára Svensson, Billedskolen á Nørrebro, í Kunstskolen í Hillerød, og hevur eisini havt nakrar framsýningar.