Seinførir lesarar

Ein orsøkin til, at fjøld av føroyskum børnum dugir órímiliga illa at lesa, er einfalt tann, at tey fáa skeiva lesiundirvísing!

Bókstavirnir a og æ hava í føroyskum á allan hátt sama ljóðvirði - uttan í suðuroyarmáli, har ið æ við øllum rímileika kundi verið kallað “seinra e.”

Tað er í føroyskum hvørki nakar ljóðmunur á longum a og longum æ (t.d. “hann las bókina”og “læs hurðina”) - ella stutt­um a og stuttum æ (t.d. “hann lastar bókina” og “til læstar dyr”) - í suður­oyarmáli e og æ (t.d. les og læs; lesti og læsti).

Allir bókstavir, ið merkja sjálvljóð, verða av røttum nevndir eftir tí langa ljóð­virðinum (ikki bert í før­oyskum). Tí ørkymlar tað við lít at nevna bókstavin (fyrra) a eftir tí stutta ljóð­virðinum og (seinna) æ eftir tí langa ljóðvirðinum, tí tá verður a sjálvandi nýttur av veikum sálum til at umboða tað stutta/opna sjálvljóðið, og æ hitt langa/trengra. - Soleiðis nevna tey hesar báðar bókstav­ir­nar á donskum, sum vit hava fleiri hundrað ára siðvenju at lesa og skriva, men ikki í føroyskum, sum í skrift hjá vanligum fólki hevur lítið meir enn hálva øld á baki; og óumhugsnir føroyskir lærarar halda her fram við at júka danska ljóðlæru í føroyskum.

Hetta hevur eisini borið skeiva frukt: Tá ið eitt nú tjøldur verða órógvað, fara tey av reiðri og lava (nú danskan framburð!) við veingjunum; kalvi hevur fingið ravar (framvegis danskan framburð fyri før­oyskan), og Rasmus í Har­ald­sundi er um at venda sær í grøvini. Sjálvt í før­oyskum dansi verður nú kvøðið “Hann kann væl at bíta í bakk” (fyri “bíta í bak”). - Øll hesi tilvild­ar­ligu dømini eru eftir til­kom­in fólk, ikki hissini: Føroya læraraskúla og Útvarp Før­oya umframt dansifeløg. Skúlabørn, sum skuldu ver­ið nóg búgvin til at duga at lesa, renna seg føst í orð­um sum tara og hala, yndi og lyngi; og onkur teknar lygmann (átti, um so skal vera, sam­bært føroyskari ljóðskipan at havt verið lúgmann). Hvat merkir orðið lasafar?

Vit og skil sigur okkum, at tá ið (fyrra) a verður nevndur eftir stutta ljóð­virðinum og (seinna) æ eftir tí langa, verða teir bókstavirnir umframt í lesing eisini nýttir í skrift samsvarandi hesum.

Hevur tað vegna skeiva undirvísing verið torført hjá føroyskum skúla­børn­um at læra, at bókstavirnir a og æ umboða ymiska merking, men ikki hvør sítt ljóð, men báðir bæði stutt og langt (uttan í fremm­anda­orðum), so verður hvaðna verri nú, ið vit hava fingið nýtt undirvísing­ar­tilfar, Súluna, til byrjanar­undirvísing. Í hesi bók verður í fyrsta umfari, har ið hesir bók­stavir verða kunnaðir, sligið fast (mis­fatanin), at bók­stavurin æ umboðar (bert) langt ljóð og bókstavurin a rímiliga stutt ljóð. Har ið hesin fyrri bókstavurin verður kunnaður á bls. 48, umboð­ar hann einans long/trong ljóð. Til at festa a-ljóð­merk­ingina eru á bls. 39 um­­framt nøkur sernøvn funn­in tílík lesorð sum panda, Affi, ananas, banan og kaffi.

Føroya Skúlabóka­grunn­ur hevur givið út.

Tann illa fjalda, men ranga ætlanin er rættiliga greið: Til langt ljóð nýta vit bókstavin æ, men til stutt ljóð a. Hetta sam­tykk­ir bara ikki við Hammers­haimbs stavseting, sum framvegis er almenna stavseting okkara.

Nú ið vit sambært lóg skulu hava ársroyndir upp ígjøgnum allan fólka­skúl­an, kunnu próvdómararnir (av rættskrivingarvillunum) geva sær far um, hvørjir lærarar halda seg til hesa rongu undirvísingina, og hvørjir ið ikki vilja gera tað.

Fløguna, ið til hoyrir, havi eg ikki hoyrt, men mær er sagt, at har er mis­fat­anin fullførd, so at næm­ingar á byrjanarstøði mest møguliga grundfesta teir lesi- og rættskrivingar­tru­pulleikar, ið summir lær­ar­ar og nú eisini Føroya Skúla­bókagrunnur skapa burtur úr hesum bókstøvunum.

Tað hevði ikki verið órímiligt, um Mentamála­fyrisitingin í hesum lesi­stórmáli hevði givið boð um, at allir barnaskúla­lær­arar eins og barnagarðs­pedagogar í Føroyum skulu nevna bókstavir sam­svar­andi føroyskari heldur enn danskari ljóðlæru.

Einfaldari hevði verið, um landsstýriskonan í skúla­­mál­um í kunngerð kundi stað­fest, at í før­oyskum skulu bókstavirnir a og y eins og øll onnur sjálvljóð verða nevndir eftir tí langa før­oyska ljóð­virðinum. - Tað hevði ið hvussu er ver­ið ólíka skila­betri enn, sum tal­an hevur verið um, at koyra øll børn í skúla at læra at lesa, áðrenn fjøldin av teimum er búgvin til slíkt.

Í tí annars frálíku byrj­anarlesibókini Súluni verða stóru og smáu bókstavirnir lærdir samtíðis, á somu blað­­síðu; og tað í sær sjálv­um er eingin ólukka. Tað hevði kortini verið nógv rímiligari at tikið teir smáu bókstav­ir­nar saman, sum báðir um­­boða sama ljóð, tað sama um tað eigur at verða fram­borið stutt ella langt; tí (seinna) æ umboð­ar líka so væl sum (stóra) A sama ljóð sum (lítla) a! - Sama er sjálvandi eisini at siga um hitt bókstavaparið, i/y.

Børn í yngstu flokkunum duga ikki at síggja orsøk­ina, hví vit stundum nýta ‘fyrra’ og stundum ‘seinna’ - aðra enn ta skeivu, sum Súlan leggur upp til og fleiri lærarar tíverri stuðla, at a skal umboða tað stutta, og æ tað langa ljóðvirðið.

- Heitini ‘stóra’ og ‘lítla’, ‘fyrra’ og ‘seinna’ eiga at bíða, til farið verður undir rættskriving ella børnini spyrja.

Mítt tilmæli til Skúla­bókagrunnin er: Beinið fyri hesum rangvørga og næmingaørkymlandi upp­lagnum av Súluni, og biðið høvundin, sum - hóast mis­takið - hevur prógvað, hvat hon dugir, lata báðar hasar bókstavirnar (gjarna á somu blaðsíðu) umboða bæði tað langa og tað stutta ljóðvirðið, sum var her bert talan um tvey ymisk bók­stavasnið við somu ljóð­merking, og tað sama við ávikavist (fyrra) i og (seinna) y, í og ý. - Til lærararnar: Nevnið báðar bókstavirnar eins eftir tí langa ljóðvirðinum (við tað at eftir tí langa ljóðvirði­num verða øll sjálvljóð nevnd, tað sama hvat snið bókstavirnir hava), og und­ir­­vísingarúrslitið hjá tykk­um roynist tá ólíka betur!

Eins og allir hesir bók­stav­irnir í byrjan­arlesing eita tað sama: í, ý, Í, Ý - ljóð­skrivað /uj/, so eita allir hesir tað sama: i, y, I, Y - ljóðskrivað /i/; og hesir: a, æ, A, Æ eita eitt og tað sama - ljóðskrivað /ea/ - og einki annað ljóð (men til­skilandi í skriving fyrra og seinna).

At læra børn í byrjan­ar­lesing annað enn hetta, ør­­kymlar børnini og veldur flestøllum føroyingum uttan heilum og hálvum málfrøð­ingum óneyðugar eyka lesi- og rættskriving­artrupul­leikar restina av lívinum.

Orð at enda

Sjálvur havi eg sum mong onnur drúgvar roynd­ir og fekk góð úrslit við at nevna bókstavirnar sam­bært føroyskari ljóðlæru bæði í byrjanarlesing og í rættskriving.

Men - so løgið tað ljóðar - summi halda seg vera komin eftir, at tað eigur ikki at verða bíðað við byrjanar­undirvísing í donsk­um long­ur enn til 3. skúlaár. Grund­gevingin fyri hesum stendur í minni­lutatilmæli í Áliti um nýggja fólkaskúlalóg 1996, bls. 168, at “í 3 flokki duga flestu næmingarnir so hampiliga væl at lesa før­oyskt, at nú kann byrjanar­undirvísingin í donskum vera góður stuðul til tess at fremja lesiførleikan”.

Tað skuldi ikki verið so løgið, at børn hava trupul­leikar við at lesa føroyskt eftir danskari ljóðlæru - men kunnu koma á lagið við at lesa tað málið, sum ljóðlæran er skipað eftir.

At annars skilagóðir lærarar ikki fata hetta, men treiskast at halda fram við siðbundnu donsku ljóð­lær­uni í føroyskari byrjanar­lesi undirvísing, er meir enn eg dugi at skilja.

- Ein onnur søga er kort­ini, at um 10-ára aldur fer fram hjá øllum børnum ein serlig sálarlig menning, sum einki serstakt sam­band hev­ur við júst danska les­ing. Tað kundi hugsast, at tað er henda menningin, ið ger vart við seg á øllum økjum, í øllum læru­grein­um, - og ikki donsk lesing - sum setur gongd á lesiførleikan!

(Heimasíða Skúlablaðsins, mars 2008)