Tann kolldømda verkætlanin sum gjørdist eitt ævintýr

Í dag eru 20 ár, síðani nóta- og trolskipið Tróndur í Gøtu kom til Føroya. Síðaní hevur skipið lagt lunnar undir vinnufelag, sum í dag er landsins sterkasta.

Fiskivinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo

Tróndur í Gøtu var eitt av teimum skipunum, sum komu til landið sum partur av tí ofta umrødda skipapakkanum miðskeiðis í áttatiárunum. Upprunaliga høvdu gøtumenn aðrar ætlanir, men tá teir frættu um ætlanina hjá landsstýrinum um fleiri innflutningsloyvi, søktu teir, og tá pakkin bleiv latin upp, fekk partafelagið Varðin innflutningsloyvi til eitt kombinerað nóta- og trolskip.

Vónirnar til hesi 16 skipini vóru sera ymiskar, og árini síðani hava eisini víst, at tað gekst minni enn so øllum sum ætlað, og tí er bara okkurt hendinga av hesum skipunum eftir í flotanum í dag. Júst ætlanina hjá gøtumonnum at byggja eitt so stórt skip til at fiska bíligan fisk hildu mong vera burturvið, so tað var meiri av vana og vælvild, at menn søgdu seg hava góðar vónir um skipið, tá tað kom.

Á bryggjuni í Norðagøtu fekk skipið sum vera man eina stórfingna móttøku, og borgarstjórin segði seg hava góðar vónir um hetta stásiliga far. Tað var nú ikki so løgið, tí hann var sjálvur høvuðsmaður aftan fyri verkætlanina. Á framsýningarferð í Havn nakrar dagar seinni fekk skipið eisini stórfingna móttøku, og politikarar og onnur róstu stigtakarunum fyri áræði og ynsktu skipinum góðan byr. Satt er tað, at onkur teirra innast inni var í iva.


Læntu til bót

Í dag ásannar Jákup Jacobsen, stjóri í Pf. Varðanum og táverandi borgarstjóri, at tey fyrstu árini hjá Tróndi í Gøtu blivu tung. Skipið var serliga bygt til at fiska svartkjaft og lodnu, men lodnan sveik tað fyrsta árið, so tá árið bleiv gjørt upp, hevði skipið fiskað fyri góðar 12 mió. krónur, og tað rakk ikki.

Tey næstu árini gekst heldur frægari, sum stabbamyndin á síðuni eisini vísir. Hetta komst millum annað av, at menn komu eftir, at tað bar til at royna eftir svartkjafti vestan fyri Írland. Undangongumaður í hesum var Agga í Garðastovu, sum tá førdi Gullfinn.

Kortini noyddist reiðaríið at læna pengar, tá Tróndur í Gøtu bleiv tikin í Noregi í 1993. Norska ákæruvaldið kravdi, at skipið skuldi rinda 5,5 mió. krónur, áðrenn tað slapp at loysa. Reiðaríið átti 3,3 mió. krónur í bankanum, men tað eydnaðist at læna tvær mió. krónur frá øðrum, so skipið kundi sleppa útaftur. Tá málið seinni kom fyri rættin í Noregi, bleiv helvtin skarvað av bótini.

-Hetta var eitt strævið mál. Tá stóð so illa til í Føroyum, at teir norsku bankarnir høvdu ikki álit á teimum føroysku bankunum, minnist Jákup Jacobsen.


4,2 mió. fyri trý køst

Tey seinnu tíggju árini hevur tað gingið tann rætta vegin hjá Tróndi í Gøtu. Fiskaríið hevur verið í lagi, og skipið vísti seg eisini at vera sera effektivt, tá fiskur vara at fáa. Eitt nú kann verða nevnt, at ta einu ferðini fyltu teir skipið við sild við bara trimum køstum. Tað fyrsta var upp á heili 1.700 tons, tað næsta 618 og tað triðja 500. Hendan túrin landaðu teir á Fáskrúðsfirði í Íslandi og fingu góðar 4,2 mió. krónur fyri lastina.

Hendan túrin landaðu teir sostatt umleið 2.820 tons, men tað er kortini ikki tann størsta lastin, sum Tróndur í Gøtu hevur lagt upp á land hesi árini. Ta størstu lastina landaðu teir til Havsbrún í Fuglafirði. Tað var svartkjaftur, og vigaði lastin 2.840 tons. Tíverri hevur reiðaríið ikki gjørt upp, hvussu stórt tonsatal skipið hevur fiskað hesi 20 árini, men sum Jákup Jacobsen sigur:

-Tað hevði fylt væl upp í Gøtudali og nakað niðan á Ritafjall.

Hinvegin vísa tølini, at hesi 20 árini hevur Tróndur í Gøtu selt fyri 816,7 mió. krónur, og at skipið hevur goldið 217 mió. krónur í hýru til manningina. Tað besta árið var 2001, tá skipið fiskaði fyri smáar 81 mió. krónur og rindaði 22,6 mió. krónur í hýru. Árið í fjør hevði ivaleyst kunnað verið eitt av teimum bestu, tí hóast skipið lá í tríggjar mánaðir vegna umvælingar og ábøtur, fiskaði tað fyri 60 mió. krónur hinar níggju mánaðarnar.


Lagt lunnar

Teir, sum hava átt og havt tilknýti til Pg Varðan og Trónd í Gøtu, hava ikki ligið á teirri latu síðani. Í 1992 stovnaðu Jákup Jacobsen og aðrir partafelagið Krossbrekku, sum stutt eftir keypti Nýborg og gav henni navnið Finnur Fríði.

Í 1998 setti partafelagið Varðin pengar í Havsbrún í Fuglafirði. Tvey ár seinni seldi felagið partabrøvini fyri 83 mió. krónur. Her skal tó skoytast uppí, at felagið rindaði 28 mió. krónur í skatti av vinninginum. Í sambandi við søluna yvirtóku teir nótaskipið Saksaberg, sum Havsbrún átti saman við øðrum. Samstundis keyptu gøtumenn fiskiloyvið og kvoturnar frá Krúnuni í Sandavági. Finnur Fríði bleiv lagdur og seldur til upphøggingar, og partafelagið Gulenni bleiv stovnað. Hetta felagið eigur Saksaberg.

Endamálið við at selja partabrøvini í Havsbrún var at útvega pening til at byggja nýtt skip fyri, og í januar í 2004 kom tann nýggi Finnur Fríði. Í 2005 keypru teir partafelagið Driftina, sum átti Jupiter.

Í 2001 varð partafelagið Vinnan stovnað sum móðurfelag hjá hinum feløgunum. Tað vil siga, at Pf. Vinnan eigur tey fýra partafeløgini Varðan, Krossbrekku, Driftina og Gulenni, sum aftur eiga ávikavist Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg. Ellivu gøtumenn eiga partapeningin í Pf. Vinnuni. Flestu teirra sigldu við Tróndi í Gøtru, til teir fóru umborð á nýggja flaggskipið á gøtumonnunum, Finn Fríða.


1,5 mia. krónur

Handilin við Krúnborg vísir, at skip, sum fiska pelagiskan fisk, eru nógv verd, og meiri enn eina ferð hevur ljóðað, at gøtumenninir skulu hava fingið boð upp á tey fýra skipini og teirri loyvi og kvotur.

Jákup Jacobsen sigur, at teir hava ongantíð fingið nakað veruligt boð - ikki á pappíri, sum hann tekur til. Hann viðgongur, at onkuntíð hevur verið tosað tvørtur um borðið, men tað er ongantíð vorðið til nakað veruligt. Tað hevði heldur ikki verið bíligt, skuldi onkur havt ætlanir um at keypa. Sjálvur heldur reiðarin, at skal ein meta tað eftir handlinum við Krúnborg, munnu virðini hjá gøtumonnunum vera umleið hálva aðru mia. krónur verd.

-Vit kundu havt selt, men eg haldi ikki, at hesir menninir eru sinnaðir at selja. Teir vilja heldur varðveita skipini í Føroyum, sigur reiðarin.


Broytingar onga ávirkan

Herfyri legði landsstýrið uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Broytingin hevur til endamáls at seta mark fyri, hvussu stóran part av veiðirættindunum somu persónar kunnu hava. Markið verður 20 prosent. Samstundis ætlar landsstýrið at herða reglurnar viðvíkjandi útlendskum peningi í fiskiskipum. Hendan broytingin fær onga ávirkan í Gøtu, tí eingin útlendskur peningur er uppi í reiðarínum.

Hin broytingin fær heldur onga ávirkan á viðurskiftini hjá gøtumonnunum. Teir hava sum er fýra veiðiloyvi til allan pelagiskan fisk umframt 3,6 loyvi til makrel, og samanlagt gevur tað umleið 50 prosent av teimum føroysku veiðirættindunum. Men hóast hetta er langt oman fyri tey 20 prosentini í landsstýrisuppskotinum, fær tað ongar avleiðingar, tí uppskotið ávirkar ikki verandi viðurskifti.

Jákup Jacobsen sigur, at teir ístaðin fyri umhugsa at skifta okkurt av skipunum út við betrio skip. Eitt nú er tað ikki óhugsandi, at reiðaríið fer at fáa sær annað skip fyri Jupiter og Saksaberg. Umboð fyri reiðaríið hava verið í Noregi og kannað ymisk viðurskifti, men enn er eingin avgerð tikin í so máta.

Orsøkin, til at Tróndur í Gøtu ikki verður nevndur í sambandi við møguligt nýtt skip, er, at hann er sera væl egnaður til oljuvinnu. Eitt nú er hann nóg breiður til at virka sum seismikkskip. Jákup Jacobsen sigur, at teir hava eisini umhugsað tann møguleikan, men at eingin støða er tikin.

-Vit kanna allar møguleikar, men vit hava ongan skund, sigur hann.



_____________________________
FAKTA:

Navn: Pf. Varðin
Stovnað: 28. november 1985
Skrásett: 27. januar 1986
Pf.-nr: 931
Partapeningur:: 68,9 mió. kr.
Fyrsta nevndin: Jákup Jacobsen,
Tummas Thomsen, Kári Hansen,
Arni Hansen, Jógvan Hentze.
_____________________________

_____________________________
FAKTA:

Navn: Tróndur í Gøtu
Skrás.nr: FD 175
Byggiár: 1986
Byggistað: Hellesøy Skipsbyggeri
Longd: 67,35 m
Breidd: 14,50 m
Dýpd: 8,35 m
BT: 2172,00
_____________________________


MYNDATEKSTIR:


Tróndur í Gøtu.


Hendan stabbamyndin vísir, hvussu nógv Tróndur í Gøtu hevur selt fyri tey 20 árini (dimmu stabbarnir), og hvussu nógv skipið hevur rindað í hýru (ljósu stabbarnir).


Nýggjasta skipið hjá gøtumonnunum, Finnur Fríði, kemur á Gøtu í januar í 2005. Aftanfyri sæst Tróndur í Gøtu.


Teir 11 partaeigararnir í Pf. Vinnuni. Frá vinstru: John Jarnskor, Bogi Jacobsen, Jaspur Hansen, Frits Thomsen, Arni Hansen, Jógvan Hentze, Dávid Jacobsen, Kári Hansen, Tummas Thomsen, Jákup Jacobsen og Pól Jacobsen.