Rasmussen. Hann fer ikki at spæla við Skála næsta ár. Millum yngru skálamenninir, sum royndu seg leygardagin, og sum tað fer at verða dúvað upp á næsta ár, eru Petur Pauli Mikkelsen og Erland B. Danielsen [...] var ikki so stórur, og tað var ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, at AB fyri fleiri umførum síðani hevur sagt farvæl og mentalt er farið at fyrireika seg til avbjóðingina at endurvinna plássið [...] sum venjari, men tað tykist greitt, at ikki allir teir, sum í ár hava verið partur av Skála liðnum, fara at spæla á Skála í 2008. Eitt nú er tað greitt, at ikki allir útlendingarnir fara at spæla á Skála
er ætlaður til, og tí er støðan á fleiri økjum soleiðis, sum hon er. Búskapurin hevur tað gott júst nú, men vit kenna alt til góðar tíðir og ringar tíðir, og tí er tað óforsvarligt at leypa fram av við [...] eru gjørdar til at yvirtaka almenna forsorg. Tað tykist eisini verða løgið, at til dømis barnaforsorg ikki verður yvirtikin, tá tað økið er betri fyrireikað til yvirtøku. Hann heldur, at landsstýrið skuldi [...] skuldi hava roknistykkið at ganga upp, og tí skal almenn forsorg yvirtakast nú. Jóannes Eidesgaard sigur seg ikki verða ovfarnan av, at danir ganga við til yvirtøkur av A-málum, og at teir vilja minka blokkin
vaksin er fluttur. - Tað liggur í tíðini, at fólk skulu hava persónligheit og verða nakað serstakt. Í dag er mann vaksin í 30’unum og veit betur, hvør mann er, sigur Helena Christensen við Urban. [...] verða tær roknaðar sum ungar, tí tær síggja gott út, sigur Julie Sommerlund, lektari á Danmarks Designskúla við Urban. Kvinnugranskari á Roskilde Universiteti heldur, at aldurin fyri, nær mann er vaksin [...] Tað skrivar blaðið Urban, sum vísir til eina kanning hjá LEAD Agency. Kanningin er gjørd millum 6.271 kvinnur í Danmark. - 30’ini eru tann besti aldurin fyri kvinnur. Nú eru tær búnar, men samstundis verða
fara politikarar at bera seg at sum vanligt, og løgtingslimir taka ikki orðið meir enn neyðugt er. Tað er spell, at tað ikki ber til at geva lurtarum og hyggjarum møguleikan at síggja tað veruliga politiska [...] álvara og gera eitt gott arbeiði. Spunasmiður ikki gera politikk Kann tað hugsast at Johan Dahl fer at fáa sær eitt samskiftisfólk ella spunasmið í framtíðini? Tað vænti eg ikki, at eg fari at fáa mær [...] fakfeløg og bankar hava sett samskiftisfólk í starv, og tað fer at gerast alt meira vanligt, at hesir bólkar fara at styrkja seg við samskiftisfólkum. Eg eri eisini av teirri áskoðan, at tað er neyðugt
Tónleikurin er egin og livandi alternativur poppur, ið fer beint í mergin, og løgini “Baby Blue”, “Make Sense”, “Remember” og “Any Other Night” verða tráspæld í útvarpinum. Jasmin fer á pallin fríggjakvøldið [...] audio-visuellur listamaður og diskari. Hann arbeiðir tvørtur um miðlar og ger upp við normar um kropp og kynsdefinitiónir. Fríggjakvøldið fer hann at diska áðrenn, ímeðan og aftan á hini framførandi á [...] bjóðar kvinnum og non-binerum menniskjum frálæru í ljóðtøkni og tónleikaframleiðslu. Hetta fer fram yvir tríggjar dagar. Fyrsti dagur tekur støði í heimaframleiðslu við farteldu. Dagur 2 fer fram í profe
kvinnurødd frá, at Teistin eftir ætlan fer at sigla aftur av Gomlurætt kl. 13:15. Tann seinasti bilurin verður standandi eina løtu aftrat. Um lítla løtu fer hann helst avstað aftur. Tað kann verða heldur langligt [...] boðskapin, og ein og ein fara teir úr bilrøðini og seta kósina móti Havnini aftur. Ein verður kortini standandi eftir. Fáar minuttir seinni er morgunlesturin liðugur, og áðrenn tíðindini verða søgd í útvarpinum [...] nýggja plátu í ístaðin. Fyri tann ókøna sá holið út til at verða rættiliga stórt. Men teir kønu dugdu tó at siga frá, at neyðugt var at taka eitt so stórt petti burtur úr til umvælingina. Alt slíkt tekur sína
so tað sær gott út, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen. Tú roknar tykkum at vera favorittar? -Vit hava greitt sagt, at vit ætla at vinna FM og steypakappingina. Skal tað eydnast, so er neyðugt at vinna [...] á heimavølli fara at verja okkum til stig. Vit hava skorað flest mál av øllum higartil, og eg rokni við, at tað verður nógvur álopsfótbóltur og gott harvið gott undirhald fyri áskoðararnar. Hjá klaksvíkingum [...] mál eru farin ígjøgnum hjá okkum. Tað ber boð um, at alt liðið, sum tað er, arbeiðir væl í verjuni, ikki minst sentrali miðvøllurin hevur víst seg at vera stinnur, og í álopspartinum hava allir framrættaðu
fara at gera sítt ítasta at uppboðssølan gerst bæði spennandi og áhugaverd fyri bæði tey sum velja at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi við keypi og tey sum lýða á. Øll eru vælkomin at verða við [...] ið kl. 20. Konsertin verður so fjølbroytt og spennandi sum tað letur seg gera, við tað at teir einstøku bólkarnir og solistarnir luttaka við millum trimum og fimm sangum hvør. Søla av listaverkum Beint [...] sum fara at hita upp áðrenn sjálva konsertina. Tað er Blái Krossur Føroya, ið skipar fyri konsertini. Odd Færø, fíggjarleiðari, sigur í stuttari viðmerking, at endamálið fyrst og fremst er at fáa ein góðan
sigur, at møguleiki er fyri, at felagið eisini fer at flyta annan farm. Ætlanin er, at Eimskip sjálvt skal syrgja fyri, at saltið verður flutt við bili og skipi kring landið. Tí er eisini møguleiki at nýta [...] Eimskip, og tí er torført hjá honum at svara, um Starndfaraskip Landsins fara at missa pening av nýggju farmaleiðini. Kortini vísir Heini á Borg á, at tað mest verður á leiðini til Suðuroyar, at tað fer at merkjast [...] Eimskip letur upp í Runavík í september, fer Eimskip sjálvt at flyta farm millum oyggjarnar í Føroyum. Íslendska reiðaríið fer fyrst og fremst at leggja seg eftir at flyta sítt egna salt út um landið, men
fíggjarætlanini hjá okkum átti tað ikki at borið til at gera ein part til hvønn dag, men vit hava nøkur ótrúliga dugnalig fólk, sum gera, at tað ber til nú triðja árið á rað at hava jólakalendaran dagliga [...] Herluf Sørensen hevur ikki til at avdúka ov nógv. - Eg haldi, at vit ikki siga ov nógv, so at børnini kunnu gleða seg í frið og náðum, sigur hann. Eins og í fjør er tað Lív Reinert Kjeld, sum er vertur í [...] aftur, soleiðis at vit halda tíðarætlanina, sum sigur, at upptøkurnar verða lidnar 28. novembur, sigur hann. Í 2003 fór sjónvarpið undir at senda jólakalendaran hvønn dag í jólamánaðinum, og soleiðis verður