John Johannessen
Tá nýggja saltmiðstøðin hjá Eimskip letur upp í Runavík í september, fer Eimskip sjálvt at flyta farm millum oyggjarnar í Føroyum.
Íslendska reiðaríið fer fyrst og fremst at leggja seg eftir at flyta sítt egna salt út um landið, men Svavar Óttoson, fyrrverandi stjóri í Eimskip í Føroyum, sigur, at møguleiki er fyri, at felagið eisini fer at flyta annan farm.
Ætlanin er, at Eimskip sjálvt skal syrgja fyri, at saltið verður flutt við bili og skipi kring landið. Tí er eisini møguleiki at nýta flutningstólini at flyta annan farm.
Nýta smærri farmaskip
Svavar Óttoson sigur, at Eimskip enn ikki hevur funnið nakað skip at flyta salt og annan farm kring landið við, men arbeitt verður við málinum. Ætlanin er, at talan skal vera um smærri bílig skip, ið fyrst og fremst eru væl egnað til at føra salt við.
? Í fyrstu atløgu leggja vit dent á at flyta saltið, men tað ber jú ikki til at siga, hvat næsta útspæl verður, sigur Svavar Óttoson. Hann vil ikki siga stórt meira um ítøkiligu ætlanirnar um at flyta farm innanoyggja í Føroyum enn.
Tó er greitt, at tað ikki kann væntast, at Eimskip fer undir eina farmaleið við lastbilum, eins og Strandfaraskip Landsins. Hesa uppgávuna røkir lastbilafelagið hjá Hera Thomsen fyri Eimskip, og skal hetta samstarvið halda fram.
Gott samstarv við SL
Eimskip hevur sum er gott samstarv við Strandfaraskip Landsins, og flytur Eimskip eisini væl av farmi gjøgnum kervið hjá føroyska felagnum.
Men salt er ein ógvuliga bílig vøra, sum kortini fyllir nógv og tískil kostar nógv at flyta gjøgnum flutningskervið hjá Strandfaraskipum Landsins. Tí hevur Eimskip sett sær fyri at finna eina bíligari loysn.
Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur seg ikki kenna ítøkiligu ætlanirnar hjá Eimskip, og tí er torført hjá honum at svara, um Starndfaraskip Landsins fara at missa pening av nýggju farmaleiðini.
Kortini vísir Heini á Borg á, at tað mest verður á leiðini til Suðuroyar, at tað fer at merkjast, um Eimskip fer at flyta farm í Føroyum. Einasta leiðin, Strandfaraskip Landsins flytur bingjur fyri Eimskip, er Suðuroyarleiðin. Á hinum leiðunum flytur Strandfaraskip Landsins mest smágóðs fyri Eimskip.