Pengar stýra yvirtøkunum

Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at yvirtøkurnar verða gjørdar fyri at fáa pengarnar at passa. Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at gongdin er óforsvarlig

 

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at yvirtøkurnar hjá samgonguni eru ikki nóg væl gjøgnumhugsaðar.

 

? Tað tykist mest sum, at pengarnir stýra yvirtøkunum hjá landsstýrinum, sigur hann.

 

? Tað er lutvíst lætt at yvirtaka skúlamálini, meðan ongar fyrireikingar eru gjørdar til at yvirtaka almenna forsorg. Tað tykist eisini verða løgið, at til dømis barnaforsorg ikki verður yvirtikin, tá tað økið er betri fyrireikað til yvirtøku.

 

Hann heldur, at landsstýrið skuldi hava roknistykkið at ganga upp, og tí skal almenn forsorg yvirtakast nú.

 

Jóannes Eidesgaard sigur seg ikki verða ovfarnan av, at danir ganga við til yvirtøkur av A-málum, og at teir vilja minka blokkin.

 

? Danskir politikarar kunnu ikki siga nei, tá føroyingar hava eitt greitt ynski um at minka blokkstuðulin. Tí kemur tað als ikki óvart á meg, at danski forsætisráðharrin vil eftirlíka føroyska ynskinum um at skerja heildarveitingina, sigur hann.

 

 

 

Óforsvarligt

 

Formaðurin í Sambandsflokkin heldur, at tað er skeivt at gera yvirtøkur fyri nógvar milliónir krónur júst nú.

 

? Vit eiga at bíða við yvirtøkum til vit hava fingið afturúrsigld økið uppá pláss. Skúlin og heilsuverkið mangla til dømis pengar, og tí er tað óforsvarligt at minka um blokkstuðulin nú og at skerja rættindini hjá føroyingum í Danmark, sigur Lisbeth L. Petersen.

 

? Blokkstuðulin hevur ikki verið brúktur til tað, sum hann er ætlaður til, og tí er støðan á fleiri økjum soleiðis, sum hon er. Búskapurin hevur tað gott júst nú, men vit kenna alt til góðar tíðir og ringar tíðir, og tí er tað óforsvarligt at leypa fram av við yvirtøkum nú.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur seg ikki kenna seg fullvísa í, at útrokningarnar hjá Fíggjarmálastýrinum siga fulla sannleikan um yvirtøkurnar, sum ætlanin er at gera í ár.

 

? Vit kunnu ikki taka undir við yvirtøkum, tá vit ikki kenna allar avleiðingarnar, og tá vit vita, at hetta fer at hava óhepnar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, sigur Lisbeth L. Petersen.