-Hygg bert eftir teimum málum, sum eru fyri í løgtinginum, og hvussu tey verða útløgd og viðgjørd í fjølmiðlunum. Hygg bert eftir eitt nú 266b, sum var eitt lítið mál, men sum fór fullkomiliga av sporinum við góðari hjálp frá fjølmiðlunum. Mál, sum ikki áttu at fingið serliga umrøðu, verða “øst upp”, tí tey selja,- – eisini politiskt. Hinvegin verða stórmál, sum veruliga áttu at fingið eina nágreiniliga viðgerð, næstan ikki nevnd. Tað haldi eg er stórt spell. Føroyskum fjølmiðlum vantar dýpd og dygd í arbeiðinum – hvør orsøkin er, skal eg ikki døma um.
Hann hevur sum politikari roynt at verða drigin gjøgnum fjølmiðlamaskinuna. Og við ringum eftirsmakki. Tá løgmaður valdi at koyra tinglimin hjá Sambandsflokkinum, Johan Dahl, frá sum landsstýrismann bert 20 dagar eftir hann bleiv settur, var tað ikki minst eftir ógvusligum trýsti frá fjølmiðlunum. Dag um dag høvdu føroysku fjølmiðlarnir søgur um fortíðina hjá Johan Dahl sum vinnulívsmanni, og hetta gjørdist at enda ovboðið hjá løgmanni.
Johan Dahl er triði persónur í greinarøðini um politikk og fjølmiðlar.
Fjølmiðlar størri týdning
Er tað tín fatan, at fjølmiðlarnar hava størri týdning fyri politikarar í dag enn áður?
Tað er heilt eyðsæð.Tað er stórur munur á, hvussu nógv størri ávirkan fjølmiðlarnar hava á eitt mál enn bara fyri nøkrum fáum árum síðan. Eftir mínum tykki hava fjølmiðlarnir ein tvíbýttan leiklut fyri politikaran. Tað positiva er sjálvsagt, at fjølmiðlarnir kunnu lata dyrnar upp til fólksins hjørtu og harvið atkvøður til okkum politikarar. Fjølmiðilin skal hinvegin eisini vera atfinningarsamur mótvegis politikaranum og tryggja, at politikarin ger sítt arbeiði til lítar. Tí ger hann ikki tað, verður hann kolldømdur.
Flestu flokkar hava í dag fjølmiðlafólk at hjálpa sær við at gera flokkin sjónligari - serliga í valstríði og í ymsum truplum málum verða fjølmiðlafólk brúkt sum ráðgevarar. Hetta er eitt greitt tekin um, at fjølmiðlarnir hava fingið størri leiklut í politisku skipanini enn áður.
Eru føroyskir politikarar vorðnir meira tilvitaðir um leiklutin hjá fjølmiðlunun seinastu árini?
Ja, tað eru allir politikarar. Teir hava allir ásannað, at fjølmiðlarnir stýra nógvum, sum fer fram á politiska leikpallinum – ja, í ávísum málum eisini meira enn gott er. Tað eru nógvir politikarar, sum “spæla” við fjølmiðlunum, og harvið gerast eisini meira sjónligir enn aðrir. Hetta gera teir næstan fyri einhvønn prís fyri at verða afturvaldir.
So eru tað teir, sum ikki hugsa so nógv um fjølmiðlarnar. Hesir standa við síni politisku mál og arbeiða í stillum – ávirka - fyri at fremja málini í verki. Hesir løgtingslimir hava snøgt sagt ikki fyri neyðini at vera í fjølmiðlunum.
Málið hjá einum politikara má fyrst og fremst vera at fremja nøkur politisk mál í verki, heldur enn at nýta meginpartin av síni orku til vera í fjølmiðlunum.
Mangan verður sagt uttanlands, at ein politikari, sum skal standa seg væl, er noyddur at duga “at bera seg at” í miðlunum. Er hetta eisini galdandi í Føroyum?
Ja, avgjørt. Tað sært tú eisini í dag, at vit hava politikarar í dag, sum duga sera væl at selja seg sjálvan, og duga eisini sera væl at fáa síni sjónarmið fram. Eg haldi, tað hevur nógv at gera við, hvussu tú er sum persónur,- um tú virkar trúverdigur, skilagóður og seriøsur annars, men svarið má verða, at tann, sum dugir at orða seg stutt og greitt hevur fyrimunin. Hinvegin haldi eg, at viðhvørt verður miðilin drigin uppá tráð og letur seg brúka av politikarum.
Hoydal er snildastur
Hvørjir føroyskir politikarar heldur tú duga best at brúka miðlarnar?
Eg haldi, at tað eru fleiri, sum duga væl at gagnnýta fjølmiðlarnar. Millum teirra eru Høgni Hoydal,Torbjørn Jacobsen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Bjarni Djurholm. Av øllum hesum er Høgni Hoydal eftir mínum tykki bestur. Hann er bæði snildur og taktiskur og brúkar sína samskiftisútbúgving til fulnar. Tobbi er eisini dugnaligur, tí hann er rættiliga “fangandi” við sínum góðum evnum at skriva og tala. Eisini Jenis og Bill eru snildir. Teir duga báðir væl at spæla uppá kenslur hjá menniskjum, Várharra og tað veika í menniskjanum. Hetta brúka teir politiskt og fáa ein rúgvu av fjølmiðlaplássi til tað.
Bjarni Djurholm sær út til at hava eina ávísa “tørv” til at sleppa at markera seg í fjølmiðlunum. Hann brúkar eisini sín landsstýrissess fult út til hetta. Gamaní gevur tað honum nógva umrøðu, men tað er ikki altíð so heppið fyri samgonguna, tí mál verða viðgjørd alment, áðrenn tey verða viðgjørd innanhýsis politiskt. Eg kann eisini nevna aðrar, sum t.d. Kára P. Højgaard, Hergeir Nielsen og John Johannessen, ið gera nógv vart við seg í miðlunum.
Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræðið, at fjølmiðlarnir hava so stórt vald í dagsins samfelag?
Bæði ja og nei. Leikluturin hjá fjølmiðlunum er at vera varðhundurin hjá fólkaræðinum, og tað skulu teir framvegis vera. Sjálvandi er tað gott, at vit hava nakrar fjølmiðlar, sum eru á varðhaldi og fylgja gjølla við, hvat rørir seg í samfelagnum. Hinvegin er tað sanniliga eisini umráðandi, at somu fjølmiðlar eru profesionellir og viðgera mál objektivt og óávirkað.
Tað er rættiliga umráðandi, at politiska hugsjónin ella egin áskoðan/meining hjá journalistinum ikki skínur ígjøgnum í arbeiðnum, hann ger. Eg haldi, at hetta er ein trupulleiki hjá fjølmiðlunum í Føroyum. Eitt gott dømi um hetta var journalistiska viðgerðin av 266b í vetur, tá fjølmiðlarnir eftir mínum tykki týðiliga valdu síðu. Eitt annað dømi er formansvalið hjá Sambandsflokkinum í fjør, tá stríðsval var millum meg og Kaj Leo Johannesen. Tá valdi blaðstjórin á Dimmalætting bæði í skrivt og talu heilt greitt síðu.
Eg haldi eisini at tey, sum starvast innan fjølmiðlarnar og IKKI hava journalistiska útbúgving, mugu vera “undir neyvum eftirliti” av redaktiónini. Hetta kemst av, at fleiri av hesum fjølmiðlafólkum ikki kenna, hvar markið gongur fyri, hvat tú kann, og hvat tú ikki kann skriva um fólk.
Heldur tú, at føroyskir journalistar fara nóg tætt at tykkum politikarum?
Sjálvsagt skulu journalistar vera kritiskir og stilla kritiskar spurningar – tað er teirra uppgáva. Føroyskur journalistikkur er ikki sørt merktur av sensatións-journalistikki. Tilfarið hjá bløðum og loftmiðlum byggir nógv á smálutir og á smáborgarligheit, - hvat hesin og hin gera, hvat tey siga ella ikki siga.
Nú eri eg ein av teimum politikarum sum veruliga kent á egnan kropp at hava ein journalistiskan “shark” tætt at mær. Eftir at hava verið drigin gjøgnum fjølmiðlamaskinuna kann eg bara staðfesta, at tað sum varð skrivað og gitt var ómetaliga illa undirbygt, kannað og eftirkannað. Ja, har vantaði snøgt sagt dygd og dýpd. Eftir eg varð hálshøgdur, doyði málið. Eingin kritisk uppfylging. Hetta kom ivaleyst av, at tá “seldi” málið ikki longur.
Eg havi sum so einki ímóti, at journalistar koma tætt at mínum privata og vinnuliga lívi, men tá má eg eisini krevja, at arbeiðið verður gjørt ordiliga - og ikki tað svansið, sum eg upplivdi.
Svarið til spurningin hjá tær er tískil – Jú, víst hava slíkar journalistar, men teir mugu eisini vera seriøsir og sýna góðan fjølmiðlasið.
Fleiri vilja vera við, at søgurnar í fjølmiðlunum – eisini teimum føroysku - byggja á nógv tilvildarlig stríðsmál,
tí í hesum søgum fáa lesarin og hyggjaran mest drama. Ber tað til at kalla politikk fyri ein sjónleik
í miðlunum?
Ja, tað er tíverri so. Eg haldi, at tað er stórt spell, tí virðingin fyri bæði politikkinum og løgtinginum tekur skaða av tí, sum vit ofta síggja gongur fyri seg bæði í tinginum og fjølmiðlunum. Síðan sjónvarpið er fara at varpa út frá løgtingsfundum, eru løgtingsfundirnir blivnir til ein sjónleik frá kl. 13.30 til uml. 17.00 .
Tá sjónvarpingin í løgtinginum steðgar, fara politikarar at bera seg at sum vanligt, og løgtingslimir taka ikki orðið meir enn neyðugt er. Tað er spell, at tað ikki ber til at geva lurtarum og hyggjarum møguleikan at síggja tað veruliga politiska arbeiðið - tað seriøsa arbeiðið, sum er í teimum ymsu løgtingsnevndunum, - men bara sjónleikin í miðlunum.
Eg haldi, at sjónleikurin í miðlunum skaðar meira enn hann gagnar áhuganum fyri politikki, og gevur eina mynd av politikarunum sum óseriøsar. Hetta er harmiligt, tí flestu politikarar taka sítt arbeiði í størsta álvara og gera eitt gott arbeiði.
Spunasmiður ikki gera politikk
Kann tað hugsast at Johan Dahl fer at fáa sær eitt samskiftisfólk ella spunasmið í framtíðini?
Tað vænti eg ikki, at eg fari at fáa mær. Tað er alt ov kostnaðarmikið at hava samskiftisfólk, men tað er møguligt, at eg fari at keypa mær ávísa ráðgeving, um eg haldi, at tørvur er á tí.
Eru tað fjølmiðlarnir, politikararnir ella spunasmiðirnir, sum seta dagsskránna í Føroyum?
Sum áður nevnt hava fjølmiðlarnir stóra ávirkan á dagsskránna. Hetta fer óivað at hava við sær, at flokkarnir seta sonevndar spunasmiðir fyri at vegleiða seg , hvussu flokkurin og politikkarin skulu “bera seg at” í teimum ymsu málunum.
Eg haldi, at tað stóra valdið, sum fjølmiðlarnir hava, trýstir politikarar at fáa proffessionella hjálp frá spunasmiðum .
Ein samrøða er jú eitt “maktspæl” millum spyrjara og svarara, og har hevur spyrjarin tey “góðu” kortini í hondini. Hetta trýstur svararan – okkum politikarar - til at vera fyrireikaðar, og harvið eisini at fáa vent spurnginum til okkara fyrimun.
Vit síggja spunasmiðir í politisku skipanini longu í dag, - og har vil eg siga, at tað er umráðandi, at tað ikki er spunasmiðurin og embætismaðurin, sum seta politikkin út í kortið, men politikarin. Spunasmiðurin og embætismaðurin skulu arbeiða sum ráðgevar/vegleiðarar til tann politikk, sum verður settur út í kortið.Tað kann vera trupult at fyribyrgja, at spunasmiðurin ikki orðar politikkin eisini. Her er spurningurin, hvussu málrættaður og væl fyrireikaður flokkurin er í sínum stevnumiðum, og hvussu dugnaligir og sjálvstøðugir politikkararnir eru.
Væntar tú, at vit fara at síggja fleiri samskiftisfólk í føstum starvi í fakfeløgi, vinnulívi og politisku skipanini( flokkar og aðalráð) í framtíðini?
Ja, tað fara vit. Vit síggja hetta rák týðiliga í dag. Bæði aðalráð, politiskir flokkar, fakfeløg og bankar hava sett samskiftisfólk í starv, og tað fer at gerast alt meira vanligt, at hesir bólkar fara at styrkja seg við samskiftisfólkum. Eg eri eisini av teirri áskoðan, at tað er neyðugt, tí tað forðar fjølmiðlunum at gera søgur, sum einki hald hava í veruleikanum. Hinvegin mugu vit eisini vera á varðhaldi, tí henda broyting ger, at nógv “objektiv tíðindi” verða broytt til propaganda-søgur til fyrimunar fyri bankar, flokkar, aðalráð og fakfeløg.
Fakta:
Navn: Johan Dahl
Aldur: 47 ár
Starv: Løgtingsmaður
Útbúgving: Bankaútbúgving og ávís prógv innan merconomútbúgving.
Starvsroyndir: Løgtingsmaður frá 2002. Stjóri á A/S J. Dahl Gørðum og Vágs Skipasmiðju 1982-1990, stjóri í World Seafood 1991-1992, í Spf. Faromar frá 1997 og síðani 1998 í Faroe Coldstores.
Um greinarøðina...
Politikkur gongur meira enn nakrantíð fyri seg í fjølmiðlunum. Vil ein politikari gera vart við seg, sleppur hann ikki undan at nýta fjølmiðlarnar sum sýnisglugga, tí í fjølmiðlunum hittir politikarin flestu av sínum veljarum. Hetta er bakgrundin fyri spinn og spunasmiðum. Meðan hugtakið spinn og spunasmiðir framvegis er rættiliga nýtt í føroyskum høpi, so hevur stór orka verið nýtt til at lýsa og skilja virksemi hjá spunasmiðum í londunum uttanfyri Føroyar. Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin við at varpa ljós á samskiftið millum politikarar og fjølmiðlar í Føroyum.