Nú nærkast jólakalendarin

Seinastu tíðina hava tey í Sjónvarpinum havt úr at gera við seinastu upptøkurnar til ársins jólakalendara. Í ár eitur kalendarin Jólagøtan.

Jólini nærkast í hvørjum, og tey smáu eru longu farin at gleða seg til jólakalendarar, gávur og annað gott, sum hoyrir jólunum til. Ein afturvendandi táttur, sum við spenningi verður bíðað eftir, er jólakalendarin í sjónvarpinum. Í ár nevnist kalendarin Jólagøtan, og aftur í ár er Lív Reinert Kjeld vertur.

Verður sent hvønn dag
Herluf Sørensen er framleiðslustjóri hjá jólakalendaranum, og hann sigur, at tað hevur gingið serstakliga væl við upptøkunum.
- Vit mistu eina viku orsaka av verkfallinum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men hana hava vit nú heintað inn aftur, soleiðis at vit halda tíðarætlanina, sum sigur, at upptøkurnar verða lidnar 28. novembur, sigur hann.
Í 2003 fór sjónvarpið undir at senda jólakalendaran hvønn dag í jólamánaðinum, og soleiðis verður aftur í ár, sigur Herluf Sørensen:
- Út frá fíggjarætlanini hjá okkum átti tað ikki at borið til at gera ein part til hvønn dag, men vit hava nøkur ótrúliga dugnalig fólk, sum gera, at tað ber til nú triðja árið á rað at hava jólakalendaran dagliga, sigur framleiðslustjórin.
Herluf Sørensen greiðir frá, at longu áðrenn summarfrítíðina var farið undir at fyrireika jólakalendarin, tá ið handritið bleiv gjørt, og fleiri av teimum, ið spæla við, vóru funnin.
- Aftaná summarfrítíðina fóru vit í gongd við at gera ymiskt við pall, og í septembur mánað fóru upptøkurnar í gongd.

Vil ikki avdúka ov nógv
Sum áðurnevnt er upptøkurnar til jólakalendarin um at verða lidnar. Ein stórur partur av upptøkunum er farin fram úti í gomlu Havnini úti á Reyni, og nógvir havnaborgarar hava seinastu tíðini lagt leiðina framvið úti í tí partinum av gomlu Havnini, har upptøkurnar verða gjørdar. Nógv er gjørt burtur úr at gera býlingin jólaligan, og tað er einki at taka seg aftur í, at børnini fáa jólaljós í eyguni, tá ið tey síggja hugnaliga umhvørvi.
Eitt annað, ið nógv børn vilja hava at vita, er hvat jólakalendarin í ár fer at snúgva seg um, men Herluf Sørensen hevur ikki til at avdúka ov nógv.
- Eg haldi, at vit ikki siga ov nógv, so at børnini kunnu gleða seg í frið og náðum, sigur hann.
Eins og í fjør er tað Lív Reinert Kjeld, sum er vertur í jólakalendaranum.