Liggur enn í teistasjógvi

Tá standfaraskipið Teistin skuldi leggja at í Skopun í gjárkvøldið, gekk ikki eftir ætlan. Skipið bar við ein stólpa í innsiglingini.
Øll sigling varð tí avlýst, inntil á middegi í dag.

Fýra bilar standa í bilrøðini og bíða. Fremstur ein bilur hjá Postverkinum.
Klokkan er farin av hálvgum tíggju í morgun. Teir bíða allir eftir at Teistin skal sigla teir yvir um fjørðin til Skopunar.
Men her er einki sum bendir á nakra sigling ella nakran túr. Í øllum førum ikki í bræði.
Undir sjálvum landganginum sæst ein av manningini umborð ganga og práta við tveir sveisarar frá Tórshavnar Skipasmiðju. Annar teirra sveisar, meðan hin gongur honum til handa.
Eftir ferðaætlanini skal Teistin fara av Gomlurætt kl. 9:45, men hesin túrurin verður í øllum førum ikki sigldur – hvørki tann fyrsta tíman ella tann næsta.
- Ja, kom bara undir landgangin. Tú sært, teir arbeiða bæði skjótt og væl, sigur hesin eini av manningini á Teistanum.

Langligt at bíða
Frágreiðingina um hesa seinkingina fáa tey bíðandi serveraða á einum rulluskelti.
Við eitt av húsunum á ferjuleguni hevur Strandferðslan sett upp eitt skelti, sum við reyðum rulluteksti boðar frá: Teistin siglir ikki fyribils vegna tekniskar trupulleikar.
Bilførararnir skilja helst so líðandi boðskapin, og ein og ein fara teir úr bilrøðini og seta kósina móti Havnini aftur. Ein verður kortini standandi eftir.
Fáar minuttir seinni er morgunlesturin liðugur, og áðrenn tíðindini verða søgd í útvarpinum boðar ein kvinnurødd frá, at Teistin eftir ætlan fer at sigla aftur av Gomlurætt kl. 13:15.
Tann seinasti bilurin verður standandi eina løtu aftrat. Um lítla løtu fer hann helst avstað aftur.
Tað kann verða heldur langligt at bíða tríggjar tímar á einum slíkum oyðistaði.

Bugla og rivur
Tað var nakað av vindi í gjárkvøldið, tá Teistin fór næstseinasta túrin av Gomlurætt í gjárkvøldið.
Tá teir umborð skuldi gera klárt at leggja at við ferjuleguna í Skopun, bar hann við ein av stólpunum. Hesin stólpin er við tann innara innsiglingarmunnan.
- Nógvur súður var í innsiglingini. Og hetta hevði við sær, at Teistin kom at liggja nakað tvørur fyri.
- Tað var orsøkin til at hann bar við henda stólpan, sigur Niels Juel Arge, virkandi stjóri á Strandferðsluni.
Orsakað av hesum óhappinum fekk Teistin eina buglu og tvær rivur í stýriborðssíðu aftan.

Ikki vandi
Menn av Sandoy fóru beinanvegin undir at umvæla skaðan, soleiðis at Teistin kundi sigla yvir um Skopunarfjørð á Gomlurætt.
Niels Juel Arge staðfestir tó fyri Sosialinum, at báðar rivurnar eru omanfyri vatngangin.
Sum skilst á fólki var ongatíð vandi á ferð. Hinvegin kundu ferðafólk, sum ætlaðu sær við, væl ynskt sær eina munandi betri kunning frá Strandferðsluni um óhappið og útlitini fyri siglingini annars.
Í morgun vóru teir frá skipasmiðjuni í ferð við at umvæla skaðan. Teir høvdu tikið eina plátu úr hekkuni, og vóru tá í ferð við at seta eina nýggja plátu í ístaðin.
Fyri tann ókøna sá holið út til at verða rættiliga stórt. Men teir kønu dugdu tó at siga frá, at neyðugt var at taka eitt so stórt petti burtur úr til umvælingina.
Alt slíkt tekur sína tíð. Hóast menninir valla góvu sær tíð til nakran steðg, mátti arbeiðið taka sína tíð og tí varð lýst við at siglingin fór at verða tikin upp aftur eftir middagsleitið í dag.
Á Sandoy vóru hinvegin nógv fólk sum ætlaðu sær norður um og onnur sum mundu ætla sær suður um Skopunarfjørð.
Tey verða øll noydd at bíða til seinnapartin í dag!



Sørvingar sluppi ikki av oynni
Í farnu viku var missiónsvika hildin í missiónshúsinum heima á Sandi.
Við eina slíka missiónsviku er vanligt at fáa bæði talarar og sangkreftir aðrastaðni frá. Tað gjørdu tey eisini á Sandi í ár.
Fyrr í vikuni var Magni Christiansen á vitjan, og í gjárkvøldið høvdu tey boðið streingjakórinum í Sørvági á vitjan. Hetta ber jú væl til, nú koyrandi er undir Vestmannasund og gott ferðasamband er til Sandoynna.
Væl gekst at koma suður, men tá tey skuldu heimaftur síðsta túrin úr Skopun í gjárkvøldið, sluppu tey ikki avstað.
Teistin lá har, gott nokk, men hann hevði verið úti fyri óhappi, og tí var øll siglingin avlýst í gjárkvøldið.
Hjá teimum í missiónshúsinum á Sandi var ikki annað at gera enn at útvega teimum innivist fyri náttina.
Í nátt fingu sørvingar so blíðskapin hjá sandingum at merkja.




FAKTA
Teistasjógvur: Sjógvur inni við land, har ið teisti vanliga heldur til.
Inni á teistasjógv: Tætt undir landi.
At liggja inni á teistasjógvi: At royna fram við landi.
Hasin liggur ikki á teistasjónum: 1: Er fúsur at fara longri leiðir, 2: Er íðin
(Kelda: Orðaskjáttan)