Kvinnur elska at verða í 30’unum

Einaferð vóru kvinnar gamlar, tá ið tær fóru um 30. Nú eru tað kvinnur í 30’unum, sum hava tað best við seg sjálvan og sín kropp.

Tað skrivar blaðið Urban, sum vísir til eina kanning hjá LEAD Agency.

Kanningin er gjørd millum 6.271 kvinnur í Danmark.

- 30’ini eru tann besti aldurin fyri kvinnur. Nú eru tær búnar, men samstundis verða tær roknaðar sum ungar, tí tær síggja gott út, sigur Julie Sommerlund, lektari á Danmarks Designskúla við Urban.

Kvinnugranskari á Roskilde Universiteti heldur, at aldurin fyri, nær mann er vaksin er fluttur.

- Tað liggur í tíðini, at fólk skulu hava persónligheit og verða nakað serstakt. Í dag er mann vaksin í 30’unum og veit betur, hvør mann er, sigur Helena Christensen við Urban.