Stórur streymur til Klaksvíkar

Tað er dýrdarveður í Klaksvík, har KÍ og HB klokkan 18 hittast í landskappingini. Og áhugin millum áskoðararnar kennist vera stórur - bæði millum norðoyingar og HB fjepparar.

 

Støðutalvan ber boð um, at klassikarin millum javnaldrarnar báðar, KÍ og HB, hesa ferð er meiri tignarligur, enn hann oftast hevur verið seinnu árini. Tá ið Dagfinn Forná fer at bríksla fyrstu ferð flaggdagin klokkan 18, er HB topplið, og KÍ er næstfremst. Hvørki liðið er higartil í ár farið av vøllinum uttan úrtøku.

 

-Vit fara til Klaksvíkar fyri at vinna. Higartil hava vit lopið á, og í flestu førum hevur tað eydnast væl. Samstundis fegnast vit um, at verjuparturin hevur hepnast so serliga væl. Bara tvey mál eru farin ígjøgnum hjá okkum. Tað ber boð um, at alt liðið, sum tað er, arbeiðir væl í verjuni, ikki minst sentrali miðvøllurin hevur víst seg at vera stinnur, og í álopspartinum hava allir framrættaðu menninir skorað mál tær seinastu ferðirnar, so tað sær gott út, heldur HB venjarin Oddbjørn Joensen.

 

Tú roknar tykkum at vera favorittar?

-Vit hava greitt sagt, at vit ætla at vinna FM og steypakappingina. Skal tað eydnast, so er neyðugt at vinna. KÍ fer sjálvandi at gera um seg, men vit trúgva uppá tað, sigur HB venjarin, sum fer at hava allar teir við í ferðalagnum til Klaksvíkar, sum sunnudagin vunnu rudduligan 3-0 sigur á Víkingi.

 

KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør ásannar, at tað hjá teimum seinastu ferðirnar hevur verið meiri undirhald, enn tað hevur verið skipað fótbóltsspæl.

-Vit hava havt trupulleikar at varðveita bóltin, og ivaleyst hava vit viðhvørt verið ov ótolnir. Tað vóna vit at bøta um. HB hevur fleiri ferðir higartil í ár verið heilt greitt omaná. Tað er upp til okkum at steðga teimum. Vit halda okkum hava uppskriftina, men eingin skal rokna við, at vit á heimavølli fara at verja okkum til stig. Vit hava skorað flest mál av øllum higartil, og eg rokni við, at tað verður nógvur álopsfótbóltur og gott harvið gott undirhald fyri áskoðararnar.

 

Hjá klaksvíkingum er miðverjin Jógvan Isaksen leikbannaður. Nýggjur undir liðini á Oddmar Marsten, sum hevur vunnið sær fast pláss í miðverjuni, verður Sørmundur Kalsø, ið er komin fyri seg eftir skaðasteðg, ella John Hammer, sum seinastu ferðirnar hevur verið á næstbesta liðnum.

 

Tølini siga, at tað er torført á heimavølli hjá KÍ ímóti HB. Klaksvíkingar hava ikki vunnið á HB í Klaksvík í meiri enn átta ár. 28. mars í 2005 var úrslitið í fyrsta umfari 4-3. Tríggir á núverandi KÍ liðnum vóru við ta ferðina: Heðin á Lakjuni, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Kristoffur Jakobsen varð skiftur inn, tá ið tíggju minuttir vóru eftir.

 

Eingin á HB liðnum, sum í morgin fer til Klaksvíkar, var við, tá ið HB síðst tapti í Klaksvík.