gamli drongurin og Berinth Hansen vóru einsamallir heilt niðast við. Drongurin hevur greitt løgregluni frá, at Hann sá ikki Berinth ta løtuna, óhappið hendi. Men hann sá, at grót bóltaðu oman úr erva beint [...] niðasta hamrinum norðantil í Kunoynni, undir Havnartindi. Maðurin varð tikin út av klettinum, skreiddi einar 50 metrar oman og niður í eitt gil. Drongurin sum var við honum, royndi at rópa á mannin, men hann [...] hann svaraði ikki, sigur Poul Gunnar Poulsen. Hann segði, at hann varskógvaði løgregluna og boðaðu frá, at ein vanlukka var hend, men at teir ikki vistu, hvussu álvarsligt tað var, og bað løgregluna hava
lærinum frá HB dystinum næstsíðsta sunnudag, so megnaði John at spæla allar 90 minuttirnar móti GÍ. John er við á ferðini í Eysturríki, men hann hevur ikki luttikið í venjingini, og eftir ráðum frá læknanum [...] hundrað fólk. Ferðafólkini búgva inni í Graz, meðan spælararnir og tey, sum hoyra til hópin, halda til einar 70 kilometrar uttanfyri Graz í sera vøkrum umhvørvi. Fólkatalið í bygdini Stegersbach er umleið helvtina [...] í kappingini, ger, at teir síggja ferðina til Eysturríkis sum eitt kærkomið høvi at sleppa burtur frá gerandisdegnum í Føroyum og í felag at savna hugsanirnar og orkuna um stóru uppgávurnar, sum standa
Jógvan Sundstein Seinastu dagarnar hava einar tvær hendingar ørkymlað meg rættiliga nógv. Tað snýr seg um orðaskifti á tingi, serliga málburðin, men eisini sjálvar viðgerðirnar. Íslandssáttmálin Tað hevur [...] var tað meira enn ein vanlig kurla á tráðnum millum løgmann og løgtingsformannin. Tað boðaði ikki frá góðum samarbeiðsviðurskiftum. Tá ið tingformaðurin alment skuldsetur tingfólk fyri ikki at fylgja síni [...] hann ikki kann hetta eru bert tveir møguleikar eftir. Annar er at biðja um umbering ella at leggja frá sær sum formaður. Orðalagið á tingi Tað var skelkandi at hoyra úrdrag av orðaskiftinum um skúladepilin
fekk fyrst veiðiloyvi og fiskiloyvið frá landsstýrinum, men síðani varð loyvi tikið aftur. Rætturin hevur áður gjørt av, at tað var ólógligt at taka veiðiloyvið frá Jógvan S. Men nú skal so upphæddin ásetast [...] Jógvan S útaftur og tí noyddust teir at selja bátin, men kortini hava teir eina leysaskuld upp á einar tríggjar milliónir at dragast við. Tá ið mál eru fyri í rættinum, verða ofta gamlir dómar funnir fram [...] koma nøkrum, sum líktist, var ein pylsumaður í Keypmannahavn, sum kommunan tók rættin at selja pylsur frá við einum mánaða freist, hóast uppsgnartíðin frammanundan varð sett til eitt ár. Har varð kommunan
skúlunum, tvs. tilmælum frá fakfólki. Eins og eg saknaði veruligar grundgevingar fyri hvørjar fyrimunir tað verður at fáa EINA leiðslu sum skal hava knapt 1000 børn og einar 60-65 lærarar at stjórna [...] ynskjunum hjá báðum skúlastýrunum og leiðslunum í skúlunum. Ynskið hjá hesum meiriluta var, at fara frá at vera 2 skúlar við avikavist 377 og 337 næmingum, til 2 skúlar við eini einstreingjaðari leiðslu [...] stjórna. Einki svar fingið Í samráðingum í býráðnum og við Mentamálráðið havi eg greitt frá míni støðu, sum formaður í Mentanarnevndini, at eg undir ongum umstøðum atkvøði fyri einari ætlan við so illa
mær í hesum og vísa takksemi fyri, at so nógv hjálptu til at fáa hesa lóg samtykta, greiðir Reðin frá. Forsetin nevndi Føroyar Men tað vóru ikki einans Reðin og vinfólk hansara, sum fagnaðu og fegnaðust [...] løgting tók. Við heimasíðuna www.stuff.co.nz, greiddi forsetin fyri Sydney Mardi Gras, Marcus Bourget, frá, at Føroyar hava nýligani samtykt, at anti-diskriminatións lógin eisini skal fevna um samkynd. – Tað [...] okkum – fyri mær er tað hetta, sum Mardi Gras snýr seg um, segði Marcus Bourget. Reðin greiðir annars frá, at Sydney Mardi Gras er ein av teimum heilt fáu skrúðgongunum, har ein rúgva av stovnum luttaka, og
Næs fekk tá kaldar vøttir at kenna, tá hann hitti telvarar sum Curt Hansen, Hannes H. Stefanson, Einar Gausel, Lars Schandorff og aðrar stórmeistarar. Sviar eru best umboðaðir í ár við stórmeistarunum [...] luttakarunum eru stórmeistarar. Fýra telvarar eru altjóða meistarar. Favorittar í oddinum Tá ratingmunurin frá teimum sterkastu til teir veikastu er so stórur, er tað heldur ikki óvæntað, at Agrest og sterki danski [...] Tiger beint í hølunum. Nicolaj hevur tveir stórmeistaranormar og hevur fleiri ferðir verið hálvt stig frá sínum triðja og tittulgevandi normi. Hóast heldur svingandi telving fyrstu umførini, fekk Heini Olsen
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum og Jóannes Eidesgaard, løgmaður í Suðuroy og greiddu frá tilboðnum. Landsstýrið hevur ongantið dult fyri, at talan er um eitt samlað tilboð til suðuroyingar [...] stórur tørvur á- helst størv til konufólk. 100 almenn arbeiðspláss Landstýrið greiddi suðuroyingum frá, at tørvur er á 49 stovnsplássum til eldri og sjúk í Suðuroy. Higartil hevur talan verið um at byggja [...] talan sostatt verðum um eini 100 arbeiðspláss. Tilsamans fer ein slíkur stovnur at betala starvsfólki einar 20 milliónir krónur í lønum um árið. Men harafturat kemur so alt tað avleidda virksemi í ein slíkur
Ein av íbúgvunum í nógv umtalaðu Torkilsgøtu, undrast stórliga á tað, sum Eyðfinn Guttesen frá Guttesen og Staksberg segði við Sosialin í gjár, um at endaligu byggiætlaninar hava ligið niðri á býráðnum [...] er púra burturvið. -? Tað sum eg fegin hevði viljað vitað, er akkurát nær hendan ætlanin er farin frá bert at vera ein fyribils ætlan og til at vera ein góðkend ætlan. Tí eg skilji hetta heilt einfalt [...] hann sá húsatekningarnar hjá Høgna Mikkelsen fyri Torkilsgøtu, bað hann Høgna um at gera húsini bara einar 20 cm hægri, so tey kundu fáa fulla úrtøku úr loftinum. Svarið var, at tað varð noktað av býráðnum
talan um einar 50 mans og sáttmálarnir gingu út 1. oktober. Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagnum, sigur, at nógvir fundir hava verið. Men hann sigur eisini, at enn standa partarnir langt frá hvørjum [...] nú tvíheldur um at bróta, eftir at vit høvdu havt fleiri fundir. ? Hatta var eitt treytaleyst krav frá Fíggjarmálaráðnum. Jógvan Nybo sigur, at nýggjur sáttmáli skal gerast um nýggja Smyril, men Maskin [...] at nýggi Smyril fer at verða brúktur til jarnbrot fyri at fáa allar aðrar avtalur ílag, nú sporini frá Brimli og Teistanum ikki eru fánað enn? ? Enn vita vit onki um, hvørja lagnu tað fær, men tær samr