John Ryan hvílir seg

Europa Cup: Og klaksvíkingarnir í Eysturríki hugsa meiri um FM kappingina enn um evarska lítla møguleikan at fáa stig í kvøld

Tíðliga týsnáttina kom KÍ ferðalagið niður til Graz í Eystuyrriki, og í gjár og í fyrradagin hava teir fyrireikað seg til dystin móti Grazer AK, sum verður í næststørsta býnum í Eysturríki ­ har búgva millum fýra og fimm hundrað túsund fólk ­ klokkan seks í kvøld (klokkan fimm føroyska tíð). Spælt verður á einum stadion, sum bara er tvey ára gamalt, og hóast eysturríkska liðið fyri tveimum vikum síðani vann sera sannførandi á Svangaskarði, so tykist áhugin ikki at vera sørur. Í gjáramorgunin vóru tíggju túsund atgongumerki seld í forsølu, og teir roknaðu við, at áskoðaratalið fer at liggja millum tólv og trettan túsund.

Í ferðalagnum úr Klaksvík eru umleið hálvt hundrað fólk. Ferðafólkini búgva inni í Graz, meðan spælararnir og tey, sum hoyra til hópin, halda til einar 70 kilometrar uttanfyri Graz í sera vøkrum umhvørvi. Fólkatalið í bygdini Stegersbach er umleið helvtina av tí, tað er í Klaksvík, og klaksvíkingarnir verða fylgdir við stórum áhuga av teimum lokalu. Í fyrradagin og í gjáramorgunin vandu teir á øðrum av teimum báðu vallunum hjá lítla fótbóltsfelagnum í býnum, og seinnapartin í gjár fóru teir inn í Graz, har teir skuldu venja klokkan seks í gjárkvøldið.

Klaksvíkingarnir siga, at umstøðurnar eru framúr góðar. Hitin liggur millum 20 og 25 stig, í fyrradagin var sól, men í gjár var skýggjað loft, og umstøðurnar tóktust fara at vera góðar at spæla í kvøld.


Tvær broytingar

John Ryan er ein av týdningarmestu spælarunum hjá KÍ, og í gjár var greitt, at hann verður ikki á liðnum í kvøld. Hóast vøddaskaðan í lærinum frá HB dystinum næstsíðsta sunnudag, so megnaði John at spæla allar 90 minuttirnar móti GÍ. John er við á ferðini í Eysturríki, men hann hevur ikki luttikið í venjingini, og eftir ráðum frá læknanum hjá KÍ, Magnusi Magnussen, hevur venjarin gjørt av, at John skal halda frí til komandi sunnudag.

Kurt Mørkøre var við í 5-0 tapinum á Svangaskarði. Hann er nú í Noregi, og ein nýggjur maður skal í álopið. Tað verður ikki Jan Allan Müller. Hann hevur ikki loyvi at spæla í Europa Cup, og hann er ikki við í Eysturríki.

Tá vit høvdu samband við ferðalagið úr Klaksvík á middegi í gjár, var ikki greitt, hvørjir nýggju menninir verða. Umframt teir tíggju, sum umframt Kurt Mørkøre mannaðu KÍ liðið í fyrra dystinum, eru Eyðun Klakkstein, Olgar Danielsen, Finn Baldvinsson og Ove Nysted, og so málverjarnir Gunnar á Steig og Meinhardt Joensen í ferðalagnum.

Tony Paris, KÍ venjarin, vil fegin, at hansara menn taka uppgávuna í kvøld í álvara, men hvørki hann ella spælararnir dylja, at veruleikin, at teir ongan møguleika hava at spæla seg víðari í kappingini, ger, at teir síggja ferðina til Eysturríkis sum eitt kærkomið høvi at sleppa burtur frá gerandisdegnum í Føroyum og í felag at savna hugsanirnar og orkuna um stóru uppgávurnar, sum standa fyri framman, tá teir skulu stríðast fyri at varðveita oddasessin í landskappingini.